Onki úrslit
Undanfarna síða
Search by
Næsta síða

2 fyri 1 – brúkara skráseting

Vinaliga skráseti fólk her, ið ikki fáa gjørt tað umvegis appina. Hetta verður sent til Boga, ið sendir tað víðari til Lunnar. Tá ið hetta er sent inn, so boða vit kundanum frá, tá ið hann er skrásettur.

KT-support lærlingur

Søkt verður eftir einum KT support lærlingini til Kt-deildina hjá Nema. Ynskir tú avbjóðingar og persónliga menning, og brennir tú fyri at kunningar tøkni og at hjálpa øðrum, so ert tú kanska rætta fólkið til starvið. Um starvið Tú verður partur av einum toymi, sum veitir Kt-tænastur til fyritøkur og stovnar. Tú sleppur at taka ábyrgd eftir áhuga og førleika, og tú verður við í alskyns uppgávum so sum kt-support, netumsiting, levering av kt útgerð og nógvum øðrum spennandi uppgávum. Arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna. Skúlagongdin í lærutíðini er í Danmark.  Um teg Tú hevur góðan læruhug og vísir opinleika og forvitni. Tú ert eisini fyrikomandi og málsøkin og kanst arbeiða sjálvstøðugt líka væl sum í toymi. Tú dugir at samskifta bæði skrivliga og munnliga, og tær dámar at skapa varandi sambond, ið gagna bæði kundanum og Nema. Vit bjóða Eitt gott, fjølbroytt og spennandi starv í einum professionellum umhvørvi, har tú fært møguleikar at menna teg persónliga og fakliga og sleppur at seta tíni fingramerki á arbeiðsdagin. Tú fært eina skipaða lærutíð, og tú fært uppgávur og ábyrgd í samsvari við tínar vaksandi førleikar. Løn og setanartreytir sambært sáttmála. Vil tú vita meira Set teg í samband við Frankie Jensen, KT stjóri, á tlf: 502090 ella fje@nema.fo. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Søk starvið Umsóknirnar vera viðgjørdar so hvørt, so tað er bara at skunda sær!

Privatkundastjóri til Nema

Kundi tú hugsað tær at gingið á odda? At brúkt og ment tínar leiðsluroyndir? Hjá eini tí mest framkomnu fyritøkuni á føroyska KT- og fjarskiftismarknaðinum?So hava vit starvið til tín! UM STARVIÐ Nema er eitt spennandi arbeiðspláss við fullari ferð, har persónlig og faklig menning ganga hond í hond. Vit hava starvsfólk í heimsflokki, framúr samanhald og hópin av starvsfólkaágóðum. Sum privatkundastjóri hjá okkum ert tú ein partur av leiðsluni, og verður tí við at seta dagskránna og leiðina út í kortið fyri Nema. Við einum alsamt vaksandi KT- og fjarskiftismarknaði er málið at vaksa um okkara kundaskara, og at veita teimum bestu tænastuna. Tí hevur tú eisini ein týdningarmiklan leiklut í samskifti, sølu og marknaðarføring til privatkundar. Tú hevur millum annað ábyrgd av: Sølu av haldum til privatkundar Kundarøkt og verkstaði Goymslu og samskipan Handlum og nethandli UM TEG Vit sóknast tí eftir einum framsøknum og jaligum persóni, ið ynskir at geva kundunum eina góða tænastu og uppliving. Sum harumframt hevur skil fyri handilsskapi og brennur fyri sølu. Vit vænta eisini, at tú: Hevur leiðsluroyndir Torir at taka ábyrgd og avgerðir Hugsar kreativt og dugir at finna loysnir Ert álitisvekjandi og hevur góðar sosialar eginleikar UMSÓKN OG FREIST Freistin at søkja starvið er mikudagin 27. september, og starvið verður sett skjótast gjørligt. Talan er um fulltíðarstarv, sum verður lønt sambært avtalu. Søk starvið UM TÚ VILT MEIRA Set teg í samband við Gudny Langgaard, stjóra, á tel. 502050 ella gla@nema.fo Umsóknir og fyrispurningar verða viðgjørd í trúnaði.

Net-serfrøðingur til Nema

Kundi tú hugsað tær verið partur av føroya størstu netverksverkætlan? Hjá eini tí mest framkomnu fyritøkuni á føroyska KT- og fjarskiftismarknaðinum?So søk starvið sum skjótast! UM STARVIÐ Nema er størsti veitari av Fortinet í Føroyum, og í samband við, at vit nú eru við at seta í verk Skúlanet á øllum skúlum í Føroyum, hava vit tørv á at styrkja um toymið hjá okkum. Sum net-serfrøðingur hjá okkum fert tú eisini at ráðgeva og tryggja reglusemið við verandi kundar, umframt at arbeiða við nýggjum kundum og loysnum. Við støðugari førleikamenning tryggja vit, at tínar loyvisgóðkenningar og tøkniliga vitan, allatíð verða hildin við líka og styrkt. Tú gerst partur av einum sera dugnaligum toymi við nógvum royndum og spennandi avbjóðingum. Nema er harafturat eitt gott arbeiðspláss við fullari ferð, har persónlig og faklig menning ganga hond í hond. Vit hava starvsfólk í heimsflokki, framúr samanhald og hópin av starvsfólkaágóðum. UM TEG Vit hugsa, at tú hevur viðkomandi royndir ella útbúgving innan net, men framum alt, at tú hevur áhuga fyri økinum og teimum avbjóðingum, sum hartil hoyra. UMSÓKN OG FREIST Starvið verður sett skjótast gjørligt, og umsóknirnar verða viðgjørdar so hvørt, sum tær koma inn. Søk starvið Talan er um fulltíðarstarv, sum verður lønt sambært avtalu. UM TÚ VILT MEIRA Set teg so í samband við Frankie Jensen, KT-stjóra, á tel. 502090 ella fje@nema.fo Umsóknir og fyrispurningar verða viðgjørd í trúnaði.

Ráðgevi innan bókhaldsskipan

Ljóðar bókhald, tøkni og kundatænasta sum tann fullkomna samansetingin til tín?Og kundi tú hugsað tær at arbeitt við hesum í einari av fremstu KT- og samskiftisfyritøkum í Føroyum?So burdi tú arbeitt her hjá okkum í Nema! UM STARVIÐ Vegna alsamt vaksandi virksemi hava vit tørv á einum tøkniliga áhugaðum bókhaldara, sum kann vera við at seta í verk góðar og rakstrartryggar loysnir til okkara kundar. Sum ráðgevi innan bókhald hjá Nema fert tú m.a. at ráðgeva okkara kundum um okkara bókhaldsskipan. Hetta er ein skipan, sum verður nýtt av fyritøkum í øllum støddum, og tú fært tí ein breiða vitan um skipanina og tær samansetingar, ið kunnu gerast við henni. Harafturat verður tú eisini við til at menna og mynda skipanina frameftir. Tú gerst partur av einum sera dugnaligum toymi á einum góðum arbeiðsplássi, har persónlig og faklig menning altíð ganga hond í hond. Í Nema hava vit starvsfólk í heimsflokki, framúr samanhald og hópin av starvsfólkaágóðum. UM TEG Vit vænta, at tú hevur viðkomandi royndir ella útbúgving innan bókhald, umframt ein áhuga fyri tøkni og góðari kundatænastu. UMSÓKN OG FREIST Freistin at søkja starvið er fríggjadagin 6. oktober 2023, og starvið verður sett skjótast gjørligt. Søk starvið Talan er um fulltíðarstarv, sum verður lønt sambært avtalu. UM TÚ VILT MEIRA Set teg so í samband við Frankie Jensen, KT-stjóra, á tel. 502090 ella fje@nema.fo Umsóknir og fyrispurningar verða viðgjørd í trúnaði. 

Faroe Express Stafettin: Vit eru við

Leygardagin 26. august luttóku 21 fólk frá Nema í Faroe Express Stafettini. Nema er ein errin høvðusstuðul, og vit gleða okkum longu til stafettina í 2024.

Løgreglan: Hetta kunnu foreldur gera fyri at fyribyrgja…

Internetið hevur stóran týdning fyri sosiala lívið hjá børnum, og tí er tað sera týdningarmikið, at foreldur fylgja við í, hvat børnini fáast við á netinum. Børn eru í dag sera virkin á netinum. Møguleikarnir eru nógvir, og tey samskifta sínámillum á ymsum pallum, spæla saman og eru saman sum vinir á netinum. Tey hava atgongd til alskyns undirhald, myndir, filmsbrot, tíðindi um hendingar kring heimin og mangt, mangt annað. Lukkutíð fylla góðu løturnar mest hjá teimum flestu, tó at vit eisini vita, at vandi er fyri bæði happing og øðrum keðiligum tilburðum. Harafturat vita vit, at tað meira enn so kemur fyri, at børn eisini eru fyri ágangi, og í summum førum álvarsomum ágangi.Serliga er vandi á ferð, um barnið samskiftir við onkran, sum tey ikki kenna, tí at á netinum eru fólk tíverri ikki altíð tey, sum tey siga seg vera. Fyri at tekkjast einum yngri málbólki kunnu tey hava stovnað sær ein falskan vanga, har tey til dømis kunnu látast at vera ein ungur tannáringur, hóast tey í roynd og veru eru komin væl til árs.Ungir tannáringar eru í størsta vandabólki fyri at verða lokkað ella groomað av kynsligum misnýtarum, sum manipulera og práta tey upp í lag fyri at vinna teirra álit og trúnað. Grooming merkir, at ein vaksin søkir samband við børn á netinum, við tí endamáli at skaffa sær sjálvum kynsliga nøktan.Sum foreldur hevur tú ein fyribyrgjandi leiklut: Lat barn títt vita, at tað altíð kann koma til tín við trupulleikum. Eisini um tað longu hevur gjørt okkurt ‘býtt’ Tryggja tær, at barnið kennir øll sambondini, sum tað hevur á ymsu pallunum Lær barn títt at steingja fyri ódámligum persónum og boða frá Ger avtalur við barnið, áðrenn tað fær egnan vanga á sosialum miðlum Bið barn títt koma til tín, um klandur ella ótryggleiki taka seg upp Vís áhuga fyri talgilda heiminum, sum tey ferðast í, og spyr regluliga, hvønn tey spæla ella samskifta við BOÐA LØGREGLUNI FRÁ Hevur barn títt verið fyri kynsligum ágangi ella blúnisbroti, eiga tit at boða løgregluni frá.Tað er neyðugt við prógvum, um brotsmaðurin skal verða funnin, so goym allar kjatt-samrøður, sms, myndir og líknandi frá áganginum, harumframt eisini brúkaranavn og neyvar upplýsingar um, nær hendingin fór fram. Góðar heimasíður til foreldur at fáa nærri kunning, vitan og góð ráð Den sikre side – Fá vitan um, hvat kann møta barni tínum online – umframt góð ráð um, hvussu tú hjálpir barninum at ferðast trygt á netinum.https://sikreside.dk/ SLETDET Rådgivningen - Ókeypis ráðgeving í trúnaði um talgildan ágang og ódámligar hendingar á netinum.https://sletdet.redbarnet.dk SSP – Ferðast á netinum:https://ssp.fo/ferdast-a-netinum/ SSP – Etikkur á netinum – barnaútvarp:https://ssp.fo/etikkur-a-netinum/ Red Barnet – Góð ráð til foreldurhttps://redbarnet.dk/foraeldre Red Barnet – Um at vera tryggur á netinumhttps://redbarnet.dk/skole/sikker-paa-nettet/ 

Góð ráð til heimanet

Samstundis sum alsamt fleiri eindir koma á heimanetini, og nýtslan á hvørjari eind veksur, fáa vit eisini fleiri og fleiri fyrispurningar um góð ráð viðvíkjandi heimanetinum. Her eru nøkur teirra: Stilla beinaran frítt fyri, so at einki forðar sambandinum Um sambandið ikki er nøktandi, har ið tað skal nýtast, so er ráðiligt at flyta beinaran Nýt kápilin, har tað ber til. Serliga til tær eindir, ið nýta nógv data til stroyming og líknandi Skal beinarin senda við 2,4 GHz ella 5 GHz? 5 GHz er skjótari, men røkkur ikki líka langt Tryggja tær, at beinarin ikki er ov gamal. Í hesum tíðum eru teir ótíðarhóskandi aftaná 3-4 ár Tryggja tær, at bæði beinarin og eindirnar á netinum eru dagførd Afturat øllum hesum skal man sjálvsagt eisini hyggja eftir, um man hevur nóg skjótt samband inn til húsini ella íbúðina. Vit uppliva sum oftast, at tað er órógvið inni í húsinum, ið er trupuleikin, og ikki sjálv veitingin av netinum. Tað kann tó koma fyri, at kopar-kaðalar ikki eru í nøktandi standi, ella at útgerðin/netið í umráðnum antin hevur fingið skaða, ella er heilt slitið.

2 fyri 1 – Nýggj tænasta frá Nema

Sumt er betri saman! Við 2 fyri 1 kunnu tit nú steðga á eina løtu, leggja allar eindir frá tykkum og bjóða einum, sum tit eru góð við, til eitt av okkara mongu og góðu tilboðum - og síðan bara njóta samveruna, meðan tit løða upp aftur. Hevur tú eisini eitt gott dømi um okkurt, ið gerst betri saman við øðrum? Vit hava savnað nógv hugskot og tilboð til tín og tíni. Les meira á www.2fyri1.fo

Tilnevningar til Grøna gávubrævið 2024

Tað er nú aftur møguligt at tilnevna til Grøna Gávubrævið, ið árliga verður latið av Endurkeyp Grunninum hjá Nema. Endurkeyp Grunnurin er stuðulsgrunnur hjá Nema, ið hevur til endamáls at stuðla átøkum, ið eru føroyska umhvørvinum at frama. Allur peningurin, ið kemur inn ígjøgnum Nema Endurkeyp og sølu av posum, verður eina ferð um árið latin einum ella fleiri einstaklingum, áhugabólkum ella felagsskapum, sum hava gjørt eitt miðvíst arbeiði fyri umhvørvið í Føroyum. Hvørjar eru treytirnar fyri at verða tilnevndur? Fyri at kunna tilnevnast skal einstaklingurin, áhugabólkurin ella felagsskapurin arbeiða við átøkum til frama fyri umhvørvið í Føroyum t.d. við: At rudda og verja náttúruna At lýsa náttúruna og undirvísa um náttúruna Burðardyggum loysnum innan mat- og vøruframleiðslu Gransking og umhvørvisátøkum Verkætlanin skal vera almenn gagnlig Tilnevn til Grøna Gávubrævið her Les meira um Grøna Gávubrævið her

1 2 3 4 5