Góð ráð til heimanet
Samstundis sum alsamt fleiri eindir koma á heimanetini, og nýtslan á hvørjari eind veksur, fáa vit eisini fleiri og fleiri fyrispurningar um góð ráð viðvíkjandi heimanetinum. Her eru nøkur teirra:
- Stilla beinaran frítt fyri, so at einki forðar sambandinum
- Um sambandið ikki er nøktandi, har ið tað skal nýtast, so er ráðiligt at flyta beinaran
- Nýt kápilin, har tað ber til. Serliga til tær eindir, ið nýta nógv data til stroyming og líknandi
- Skal beinarin senda við 2,4 GHz ella 5 GHz? 5 GHz er skjótari, men røkkur ikki líka langt
- Tryggja tær, at beinarin ikki er ov gamal. Í hesum tíðum eru teir ótíðarhóskandi aftaná 3-4 ár
- Tryggja tær, at bæði beinarin og eindirnar á netinum eru dagførd
Afturat øllum hesum skal man sjálvsagt eisini hyggja eftir, um man hevur nóg skjótt samband inn til húsini ella íbúðina.
Vit uppliva sum oftast, at tað er órógvið inni í húsinum, ið er trupuleikin, og ikki sjálv veitingin av netinum. Tað kann tó koma fyri, at kopar-kaðalar ikki eru í nøktandi standi, ella at útgerðin/netið í umráðnum antin hevur fingið skaða, ella er heilt slitið.
Fleiri greinar