Net-serfrøðingur til Nema
Kundi tú hugsað tær verið partur av føroya størstu netverksverkætlan? Hjá eini tí mest framkomnu fyritøkuni á føroyska KT- og fjarskiftismarknaðinum?
So søk starvið sum skjótast!
UM STARVIÐ
Nema er størsti veitari av Fortinet í Føroyum, og í samband við, at vit nú eru við at seta í verk Skúlanet á øllum skúlum í Føroyum, hava vit tørv á at styrkja um toymið hjá okkum.
Sum net-serfrøðingur hjá okkum fert tú eisini at ráðgeva og tryggja reglusemið við verandi kundar, umframt at arbeiða við nýggjum kundum og loysnum.
Við støðugari førleikamenning tryggja vit, at tínar loyvisgóðkenningar og tøkniliga vitan, allatíð verða hildin við líka og styrkt.
Tú gerst partur av einum sera dugnaligum toymi við nógvum royndum og spennandi avbjóðingum. Nema er harafturat eitt gott arbeiðspláss við fullari ferð, har persónlig og faklig menning ganga hond í hond. Vit hava starvsfólk í heimsflokki, framúr samanhald og hópin av starvsfólkaágóðum.
UM TEG
Vit hugsa, at tú hevur viðkomandi royndir ella útbúgving innan net, men framum alt, at tú hevur áhuga fyri økinum og teimum avbjóðingum, sum hartil hoyra.
UMSÓKN OG FREIST
Starvið verður sett skjótast gjørligt, og umsóknirnar verða viðgjørdar so hvørt, sum tær koma inn.
Talan er um fulltíðarstarv, sum verður lønt sambært avtalu.
UM TÚ VILT MEIRA
Set teg so í samband við Frankie Jensen, KT-stjóra, á tel. 502090 ella fje@nema.fo
Umsóknir og fyrispurningar verða viðgjørd í trúnaði.
Fleiri greinar