Ráðgevi innan bókhaldsskipan
Ljóðar bókhald, tøkni og kundatænasta sum tann fullkomna samansetingin til tín?
Og kundi tú hugsað tær at arbeitt við hesum í einari av fremstu KT- og samskiftisfyritøkum í Føroyum?
So burdi tú arbeitt her hjá okkum í Nema!
UM STARVIÐ
Vegna alsamt vaksandi virksemi hava vit tørv á einum tøkniliga áhugaðum bókhaldara, sum kann vera við at seta í verk góðar og rakstrartryggar loysnir til okkara kundar.
Sum ráðgevi innan bókhald hjá Nema fert tú m.a. at ráðgeva okkara kundum um okkara bókhaldsskipan. Hetta er ein skipan, sum verður nýtt av fyritøkum í øllum støddum, og tú fært tí ein breiða vitan um skipanina og tær samansetingar, ið kunnu gerast við henni.
Harafturat verður tú eisini við til at menna og mynda skipanina frameftir.
Tú gerst partur av einum sera dugnaligum toymi á einum góðum arbeiðsplássi, har persónlig og faklig menning altíð ganga hond í hond. Í Nema hava vit starvsfólk í heimsflokki, framúr samanhald og hópin av starvsfólkaágóðum.
UM TEG
Vit vænta, at tú hevur viðkomandi royndir ella útbúgving innan bókhald, umframt ein áhuga fyri tøkni og góðari kundatænastu.
UMSÓKN OG FREIST
Freistin at søkja starvið er fríggjadagin 6. oktober 2023, og starvið verður sett skjótast gjørligt.
Talan er um fulltíðarstarv, sum verður lønt sambært avtalu.
UM TÚ VILT MEIRA
Set teg so í samband við Frankie Jensen, KT-stjóra, á tel. 502090 ella fje@nema.fo
Umsóknir og fyrispurningar verða viðgjørd í trúnaði.
Fleiri greinar