Tilnevningar til Grøna gávubrævið 2024
Tað er nú aftur møguligt at tilnevna til Grøna Gávubrævið, ið árliga verður latið av Endurkeyp Grunninum hjá Nema.
Endurkeyp Grunnurin er stuðulsgrunnur hjá Nema, ið hevur til endamáls at stuðla átøkum, ið eru føroyska umhvørvinum at frama. Allur peningurin, ið kemur inn ígjøgnum Nema Endurkeyp og sølu av posum, verður eina ferð um árið latin einum ella fleiri einstaklingum, áhugabólkum ella felagsskapum, sum hava gjørt eitt miðvíst arbeiði fyri umhvørvið í Føroyum.
Hvørjar eru treytirnar fyri at verða tilnevndur?
Fyri at kunna tilnevnast skal einstaklingurin, áhugabólkurin ella felagsskapurin arbeiða við átøkum til frama fyri umhvørvið í Føroyum t.d. við:
At rudda og verja náttúruna
At lýsa náttúruna og undirvísa um náttúruna
Burðardyggum loysnum innan mat- og vøruframleiðslu
Gransking og umhvørvisátøkum
Verkætlanin skal vera almenn gagnlig
Tilnevn til Grøna Gávubrævið her
Les meira um Grøna Gávubrævið her
Fleiri greinar