
Flo Rida á 2 fyri 1
Atgongumerkini koma til sølu 19. mai kl. 10.
6. juni verður stóra konsertin við Flo Rida við Tjarnir, og Nema eru stuðlar til tiltakið. Í tí sambandi fara vit at seta 50 atgongumerki, til 2 fyri 1 sølu, í Nema handlunum í Havn og í Klaksvík. Tí hava teir fyrstu 25 Nema kundarnir møguleika fyri at ogna sær atgongumerki til Flo Rida fyri hálvan prís. Atgongumerkini kosta 795 kr., og tú fært tvey atgongumerki fyri hendan prísin. Fyri at fáa gagn av tilboðnum skal tú koma inn í Nema handlin í Havn ella Klakvík og skanna QR kotuna, ið tú finnur við diskin.
Talan er um først til mølle, og tað ber ikki til at leggja atgongumerkir av. Neyðugt er at møta upp á staðnum. Harafturat hava vit eina avmarking er á 2 atgongumerki pr. kunda.
Keyp eitt atgongumerki fyri 795 krónur og fá tvey. GG! Tað ræður um at skunda sær, tí tað eru bert 25 tey fyrstu, ið hava møguleika at bjóða onkrum við.
Um Flo Rida
Flo Rida er ein av teimum kendastu popp- og hiphopartistunum í heiminum og hevur selt yvir 80 milliónir plátur. Hann fekk sítt stóra gjøgnumbrot í 2007 við sanginum “Low”, ið gjørdist eitt satt hitt og lá á fyrsta plássi á amerikanska Billboard Hot 100 í heilar 10 vikur. Síðani tá hevur hann givið út hitt eftir hitt, ið hava dominerað dansigólv, hitlistar og festivalpallar kring allan heim.
Millum hesi stóru hitti eru Low, Right Round, Good Feeling, My House, Let It Roll, Wild Ones, Whistle, og Club Can’t Handle Me – sangir, ið næstan øll kenna, og sum hava fingið milliónir av fólkum at dansa og syngja við. Við sínum fangandi popp- og dansitónum hevur Flo Rida sett síni greiðu spor á altjóða popptónleik í nógv ár.
Avmarking er á tvey atgongumerki pr. Nema kunda.
Sí fleiri góð 2 fyri 1 tilboð her
Fleiri greinar



