Upplivir tú trupulleikar við telefonsambandinum, skalt tú annaðhvørt tendra og sløkkja 'flytilstand' ella sløkkja og tendra telefonina. Haldið okkum til góðar.

Onki úrslit
Undanfarna síða
Search by
Næsta síða

Nema og Brandan bjóða til hugnaløtu

Í samband við Faroese Music Awards, bjóða Nema og Hotel Brandan til eina hugnaliga løtu á Hotel Brandan. Tiltakið er ókeypis og fyri øll, bæði tey, ið hava atgongumerki til FMA og tey, ið ikki hava. Hotel Brandan vísir FMA á stórskíggja. Vit bjóða ókeypis bobblir og brellbitar, og Jónas Gaard kemur allanvegin úr Danmark at spæla nøkur løg fyri okkum.

Kokkteylbarrin verður opin við góðum 2 fyri 1 tilboðum. Harafturat verður møguleiki fyri at keypa Bao fyri ein góðan prís. Tiltakið verður í nýggju innilokaðu terassuni hjá Hotel Brandan, ið liggur út frá matstovuni ímóti Gundadali. 

Bussur koyrir tey, ið hava atgongumerki til FMA, yvir í Norðurlandahúsið.


Kl. 18.00 Dyrnar á Hotel Brandan lata upp, og vit bjóða bobblir og brellbitar 

Kl. 19.00 Jónas Gaard framførir

Kl. 19.30 Bussur koyrir tey, ið hava atgongumerki til FMA í Norðurlandahúsið

kl. 20.00 Hotel Brandan vísir FMA á stórskíggja í Landmark

Kokkteylbarrin er opin og tilber at keypa nógv góð 2 fyri 1 tilboð.

Fylg við á sosialum miðlum

So sært tú altíð tey nýggjastu 2 fyri 1 tilboðini, fær kunning um kundatiltøk, og møguleikan at luttaka í eina rúgvu av kappingum.

{{ event.vendor.name }}
{{ event.name }}
{{ getLocations(event) }}
{{ day.short }}
|
kl. {{ splitOpeningHours(event.available_from) }}-{{ splitOpeningHours(event.available_to) }}


Fleiri greinar