
Undan frumsýning av How To Train Your Dragon
Nú hava allir Nema kundar møguleika at koma við til eina undan frumsýning av filmsútgávuni av, How to train your dragon, ið verður sýndur í Havnar Bio. Undan frumsýningin verður 9. juni kl. 17.00. Vit rulla reyða leyparin út og fara eisini at goyma 10 gávupakkar frá Havnar bio undir 10 ymiskum stólum til sýningina.
Við at nýta 2 fyri 1 appina hjá Nema, fært tú 2 atgongumerki fyri 1 prís. Atgongumerkini kosta 150 kr. og fyri hendan prísin, fært tú tvey atgongumerki við poppkorn og sodavatn.
Ynskir tú at koma við til undan frumsýningina, kanst tú ogna tær atgongumerkini, við at koma inn í Nema handilin í Havn ella í Klaksvík og skanna QR kotuna, ið tú finnur við diskin.
Sølan av atgongumerkjum til sýningina er avmarkað til eina sýning, so tað ræður um at skunda sær. Tað ber ikki til at leggja atgongumerkir av. Talan er um først til mølle. Vit hava eisini eina avmarking á tvey atgongumerki pr. Nema kunda.
How to train your dragon
Filmurin, How To Train Your Dragon, er upprunaliga ein animatiónsfilmur, ið byggir á barnabóksrøðina eftir Cressida Cowell. Dreamworks hevur útgivið tríggjar animatiónsfilmar úr røðini, og tann fyrsti var longu givin út í 2010. How To Train Your Dragon filmarnir hava fingið ótrúliga gott ummæli og eru millum best umtóktu animatiónsfilmarnir í heiminum. Nú er tíðin komin til eina filmsútgávu, og hendan er partvíst upptikin í Føroyum.
Søgugongdin fylgir einum ungum víkingi, Hiccup, sum býr í bygdini Berk, har fólk kríggjast við drekar. Hiccup er ikki sum hinir víkingarnir, ið kríggjast við drekar, men Hiccup er ístaðin snildur og megnar at fanga ein sera sjáldsaman dreka, ið hann kallar Toothless.
Í staðin fyri at drepa drekan, sum er siðurin í bygdini, velur hann at læra meir um drekan og teir báðir gerast vinmenn. Hetta broytir lívið hjá teimum báðum – og broytir eisini sjónarmiðið í allari bygdini um, hvussu drekar veruliga eru.
Sí forfilmin her:

Umhvørvisvika í Vestmanna
Aftur í ár fer Nema at vera partur av Umhvørvisvikuni hjá Vestmanna kommuni. Í hesum samband leggja vit dent á burturbeining av elektronikki. Røtt burturbeining av elektronikki er ein týdningarmikil liður í at verja bæði umhvørvið og náttúrutilfeingið. Tí fara vit, aftur í ár, at opna ein bás til elektroniskt burturkast á ruskplássinum, Skilagátt í Vestmanna, fríggjadagin 5. juni. Við okkum hava vit ein knúsara (shredder) til harðdiskar, ið tryggjar, at tínar dátur verða burturbeindar rætt, soleiðis at tú ikki skalt stúra fyri at onkur fær atgongd til tínar gomlu dátur. Hvat er ein shreddari / Harðdisk-knúsari? Ein harðdisk-knúsari brýtur harðdiskin í smáar bitar, soleiðis at tað ikki er møguligt at endurvinna ella lesa nakað frá honum aftur. Skal tín telda, teldil ella telefon burturbeinast, er hetta tryggasti mátin at tryggja sær, at dáturnar ikki kunnu endurgerast. Hvar finna tit okkum? Vit vera at finna á ruskplássinum, Skilagátt í Vestmanna, fríggjadagin 5. juni frá kl. 16.00 – 18.00. Vit skrúva tína teldu sundur á staðnum og knúsa harðdiskin meðan tit bíða, soleiðis at tit kunnu vera vís í, at tykkara dátur verða endaliga burturbeindar. At burturbeina ein harðdisk við einum harðdisk-knúsara hevur fleiri týdningarmiklar fyrimunir, serliga tá tað snýr seg um dátuvernd, trygd og ábyrgdarfulla handfaring av tilfari. GG! Vit burturbeina ikki køliskáp, ovnar, lampur o.s.fr. Í hesum døgum verður dentur lagdur á burturbeining av elektronikki, ið inniheldur dátur, ið skulu burturbeinast. Her kann talan vera um teldur, teldlar, telefonir, geymar, eksternar harddiskar og onnur smærri tól sum t.d. oyramikrofonir, routarar, hátalarar o.s.fr. Góð ráð til tín Fyrimunir við at knúsa tín harðdisk Tínar dátur verða endaliga burturbeindar Dátuvernd Umhvørvisvinarlig burturbeining Eingin fær atgongd til tínar gomlu dátur Møguleiki fyri endurnýtslu av metallum og øðrum tilfeingi í harddiskinum. Hvat kanst tú gera fyri at verja umhvørvið? Koma framvið Ruskplássinum, Skilagátt, í Vestmanna fríggjadagin 5. juni í vanligu upplatingartíðunum kl. 16-18 og vit burturbeina tín elektronikk. Nýt tín elektronikk aftur ella gev víðari, um eindin enn riggar. Rudda tínar dátur í skýnum, tí tað eisini krevur Co2 at goyma óneyðugar dátur í skýnum. Kapping Vinn ein hátalara Vit fara eisini at hava eina kapping, har møguleiki er at vinna ein Soundcore Boom 2 hátalara, virði 1.149 kr. Øll tey, ið burturbeina elektronikk hjá okkum, kunnu útfylla ein lepa og vera við í lutakastinum. Vit finna vinnaran fríggjadagin 5. juni kl. 18. Onnur tíðindi

Tórshavnar Maskinhandil
We moved from manual paperwork to using Nema Bókhald with a POS system in spring 2017. Almost all paperwork has been eliminated, our work has become more efficient, and it has given us a much better overview. The system is simple and easy to use once you’ve familiarized yourself with it. We chose to buy Faroese, and we’re very satisfied with the service from Nema. Øssur AndreasenTórshavnar Maskinhandil

Radiobúðin
We’ve been using Nema Bókhald since 1984 and have been very satisfied. The system has evolved a lot over the years and suits our needs better than larger foreign systems. In addition, we’ve saved a lot on paper, as almost all invoices are now sent digitally. We also use Bókhald’s POS system, and it makes it easy to serve customers, add products, and calculate offers and prices. Trúgvi JoensenRadiobúðin

Oilwind
The investment we made in Nema Løn and Nema Tíð paid for itself — and more — within the same year, because we’ve saved significantly on both administration and working hours. Previously, our employees filled out timesheets and everything had to be entered manually. Now people clock in and get paid for the actual hours they work, and we no longer have to register anything manually. Everything is therefore much faster, easier, and more accurate today. If there’s anything to ask, we call Nema, who have provided a very good service. Marni F. Joensen, Administration ManagerOilwind
Fleiri greinar