Orsaka av tí vaksandi talinum av talgildum álopum í Føroyum, og í grannalondum okkara, ynskja vit at økja um trygdina, og gera tað enn verri hjá teldusníkum at sleppa inn á skipanirnar frá okkum. 1. januar 2025 fara vit at virka two factor authentication til allar umsitarar, ið hava atgongd til hýsing hjá Nema. Tó hava tit møguleika at seta hetta í verk longu nú.
Sum brúkari av okkara skipanum, ynskja vit at vísa á møguleikan, at seta í verk 2 factor authentication (2FA) til umsitarnar, ið hava beinleiðis atgongd til hýsingina. Við at nýta hesa tænastu avmarkar tú vandan fyri, at óviðkomandi sleppa inn á tykkara skipan.
Gev gætur, at hetta einans er fyri umsitarar, og hevur kundin fleiri skipanir á hýsingin hjá Nema, so er einans neyðugt at aktivera 2FA á brúkaran til hýsingina og ikki til hvørja einkulta skipan.
Frá 1. januar 2025 seta vit hetta sum krav til øll, ið rita inn á hýsing hjá Nema. Vit vilja tó staðiliga viðmæla, at tit gera hetta sum skjótast.
Hvat er 2FA?
2FA er eitt eyka trygdarlag, har tú knýtir tvær serskiltar samleika eindir (ella hættir) saman. Hetta er við til at tryggja, at tað veruliga er tú, ið ritar inn.
T.d. verða teldupostar og skipanir ofta knýttar við títt telefonnummar ella eina app á tíni telefon. Sostatt skal tú bæði kenna brúkaranavn og loyniorð, umframt hava telefonnummar ella appina tøka, fyri at rita inn.
Hvussu virkar tað?
Tú ritar inn, á Nema skipanirnar, við tínum brúkaranavni og loyniorði. Heldur enn at fáa beinleiðis atgongd til skipanirnar, verður tú biðin um at geva ein upplýsning afturat, ið kemur frá einari app á tíni telefon.
Krøv
Fyri at fáa 2FA til skipanirnar hjá Nema, skalt tú hava eina snildtelefon, ið kann hava eina sokallaða ’Authenticator’ app.
2FA verður sjálvvirkandi sett í verk 1. januar 2025, men vit mæla øllum okkara hýsing kundum til, at seta 2FA tænastuna í verk sum skjótast.
Samband
Ynskja tit at økja um trygdina og at taka av hesum tilmæli áðrenn 1. januar, eru tit vælkomin at ringja á tlf. 347112 ella skriva til support@nema.fo, síðani seta vit okkum í samband við tykkum.
Nema søkir eftir fíggjarfrøðingi
Vilt tú vera við til at menna og sjálvvirka okkara fíggjargongdir, og samstundis gerast ein týðandi sparringsfelagi fyri alla fyritøkuna? So vilja vit fegin hoyra frá tær! Hjá Nema leita vit eftir einum fíggjarfrøðingi (financial controller), ið dámar væl at arbeiða við sjálvvirkan av fíggjargongdum, er analytisk/ur og ikki bangin fyri at hjálpa til við vanligum bókhaldsuppgávum. Starvið er fulla tíð við byrjan 1. februar 2027. Um starvið Sum fíggjarfrøðingur hjá Nema fært tú ein týðandi leiklut í at menna og betra okkara roknskaparmannagongdir og tryggja, at roknskapurin byggir á rættar og álítandi dátur.Tú verður eisini ein týðandi samstarvspartnari hjá deildunum í Nema, har tú við KPI-frágreiðingum og dátugreiningum verður við til at skapa betri yvirlit og eitt gott grundarlag fyri avgerðum.Harumframt fært tú ein virknan leiklut í at nútímansgera fíggjardeildina, har nýggj tøkni og betri arbeiðsgongdir verða ein týðandi partur av menningini. Tínar fremstu uppgávur vera Eftirlit (controlling) og bókhaldsuppgávur Sjálvvirkjan og menning av fíggjargongdum Fíggjarfrágreiðingar At stuðla fíggjarætlanararbeiðinum At vera ein fakligur viðleikari fyri raksturin, við denti á innlit, samanhangir og lyklatøl Vit vænta tí, at tú Hevur eina hægri búskaparútbúgving, t.d. HD (1, 2), Cand.merc., ella hevur arbeitt við fíggjarstýring. Hevur góð analytisk evni Arbeiðir sjálvstøðugt og skipað Hevur royndir við PowerPoint, Excel og AI Dugir at byggja góð og álítandi sambond tvørtur um alla fyritøkuna Afturfyri bjóða vit Ein fakliga spennandi leiklut við stórari ávirkan á menningina av fíggjarfunktiónini Møguleika at seta tín dám á talgilding og sjálvvirkjan í Nema Eina deild við fakliga sterkum starvsfeløgum og breiðum samstarvi innanhýsis Eitt gott arbeiðsumhvørvi við góðum starvsfólkum og einari rúgvu av ágóðum Góða kantinu og starvsfólkatiltøk árið runt Um Nema Nema er ein føroysk KT- og samskiftisfyritøka, sum gongur á odda í tøkniligu menningini í Føroyum. Vit hava verið í støðugum vøkstri seinastu árini og telja í dag umleið 65 starvsfólk í Tórshavn og Klaksvík. Hjá okkum er arbeiðsumhvørvið opið og óhátíðarligt, har samstarv og trivnaður er í hásæti. Løn og setanartreytir Fasta arbeiðsplássið verður á deildini hjá Nema í Havn. Løn verður avtalað millum partarnar. Hevur tú spurningar, ert tú hjartaliga vælkomin at venda tær til Christian Svejdal, fíggjarleiðara, á teldupost csv@nema.fo ella á telefon 502056. Tá ið tú søkir, vinarliga send okkum eitt CV, saman við eini umsókn, har tú lýsir viðkomandi royndir og førleikar. Umsóknarfreistin er 1. novembur 2026. Søk starvið
Nema á Biskupstorginum
Bæði handil og skrivstova hjá okkum í Klaksvík eru nú flutt í nýggj høli á Biskupstorginum. Her hava vit fingið betri karmar til bæði handil, ráðgeving og tænastu til vinnuna. Týsdagin 18. august lótu vit dyrnar upp í nýggju hølunum í reyða bygninginum á Biskupstorgi 21 í Klaksvík. Bæði handil og skrivstova eru nú savnað á somu hædd, so vinnukundar lættliga kunnu koma inn á gólvið, tá tørvur er á ráðgeving, útgerð ella aðrari loysn til fyritøkuna. Nýggju hølini geva okkum betri umstøður at taka ímóti kundum og veita vinnulívinum í Klaksvík, Norðoyggjum og Eysturoynni góða tænastu og ráðgeving. Samstundis er tað týdningarmikið fyri okkum, at gáttin ikki er ov høg. Tað skal vera lætt at støkka inn á gólvið, sama hvør fyritøkan er í stødd og vavi, og ein kaffimunnur er heldur ikki langt burturi. Nú vit hava verið á Biskupstorginum í nakrar vikur, eru vit komin væl upp á pláss í nýggju hølunum. Vit eru sera væl nøgd við móttøkuna og vilja takka øllum, sum longu hava verið framvið. Vit síggja fram til nógvar góðar løtur og prát við bæði kend og nýggj andlit á Biskupstorginum.
Nú er lættari at koma í gongd við Nema-skipanunum
Vit hava broytt prísbygnaðin á Nema Tíð, Nema Løn og Nema Starv. Tað merkir ein lægri byrjunarprís og eina smidligari loysn, har tit nú gjalda eftir talinum á starvsfólkum. Tað skal vera einfalt at velja røttu skipanina, eisini hjá smærri fyritøkum. Tí hava vit broytt prísbygnaðin á Nema Tíð, Nema Løn og Nema Starv, so hann í størri mun lagar seg eftir tørvinum hjá einstøku fyritøkuni. Í staðin fyri at velja millum ymiskar pakkar, gjalda tit nú eftir talinum á starvsfólkum. Samstundis hava vit lækkað byrjunarprísin, so gáttin at koma í gongd er vorðin lægri. Tað merkir, at tit kunnu byrja í smáum og lata loysnina vaksa saman við fyritøkuni. Alt hongur saman Nema Tíð, Nema Løn og Nema Starv hjálpa hvør á sín hátt við at gera umsitingina av starvsfólkum einfaldari. Nema Tíð gevur yvirlit yvir arbeiðstíð, fráveru og skrásetingar. Nema Løn ger lønarkoyringina einfalda og hjálpir tykkum at hava tamarhald á lønarumsitingini. Nema Starv savnar viðkomandi upplýsingar og skjøl um starvsfólk á einum stað, og gevur eitt betri yvirlit yvir starvsfólkaumsitingina. Skipanirnar kunnu samskifta sínámillum og brúka upplýsingar frá hvørji aðrari. Tað merkir minni dupultarbeiði, færri skrásetingar og ein smidligari umsiting. Tit kunnu brúka skipanirnar hvør sær ella knýta tær saman, og harvið fáa enn meira burturúr teimum. Ein einfaldari prísbygnaður Við nýggja prísbygnaðinum verður lættari hjá bæði smáum og stórum fyritøkum at fáa eina loysn, sum hóskar til teirra tørv. Tit gjalda eftir talinum á starvsfólkum og kunnu byggja uppá, so hvørt tørvurin broytist. Eru tit forvitin eftir, hvussu nýggi prísbygnaðurin kann síggja út hjá tykkara fyritøku? Setið tykkum í samband við okkum á vd@nema.fo ella á tlf. 202020, so finna vit saman røttu loysnina.
Tíðindabræv til vinnuna
Tíðindabrøvini til vinnuna eru aftur úr dvala og hesaferð fevna vit nokkso breitt. Vit seta sjóneykuna á alt frá tryggari talgildari menning til álítandi prentloysnir og eitt hugnaligt tiltak á Hotel Brandan. Felagsnevnarin er haldgóðar loysnir og góðir karmar. Skúlanet Trygt talgilt grundarlag fyri føroysku skúlarnar Allir næmingar og lærarar í føroysku fólkaskúlunum hava nú atgongd til eitt felags og trygt KT-net. Skúlanet veitir net, KT-skipanir, trygd, teldur og brúkarahjálp til næmingar, lærarar og fyrisiting og er tí ein týðandi partur av heildarætlanini fyri undirvísingarstovnar. Nema hevur veitt og sett upp alla útgerð í samband við skúlanetið á øllum skúlum í Føroyum. Í septembur í fjør var endaliga komið á mál, eftir at verkætlanin hevði verið ávegis í gott og væl fýra ár. Við hesum hava allir skúlar í landinum fingið somu støðugu og vælskipaðu talgildu karmar. Vit fegnast um at hava verið partur av arbeiðinum at leggja hesa felags loysnina til rættis. Við henni eru KT-trygd, dátuvernd og støðugur rakstur samantvinnað um alt landið, so undirvísingin kann fara fram í einum álítandi og tryggum talgildum umhvørvi. Printarar frá Koycera Skal prentloysnin endurnýggjast? Kyocera er eitt álítandi og skilagott val – kent fyri framúr góðsku, drúgva livitíð og lágan rakstrarkostnað. Við Kyocera fáa tit ein slitsterkan og haldgóðan printara, sum hóskar til bæði smærri og størri arbeiðspláss. Hjá Nema ber til at langtíðarleiga ein Kyocera printara, so tit sleppa undan stórari byrjunaríløgu og fáa eina greiða og álítandi loysn. Tænastuavtala og support kunnu leggjast afturat loysnini, so gerandisdagurin verður smidligari og raksturin tryggari. Vilt tú hoyra meira um at langleiða ein Kyocera printara til starvsplássið? Fyll teigarnar út niðanfyri, so hoyrir tú aftur frá okkum skjótast tilber. Faroese Music Awards 2026 6. mars verður árliga Faroese Music Awards aftur á skránni. Saman við Hotel Brandan skipa vit fyri einum hugnaligum upphitingartiltaki áðrenn FMA byrjar, og vit vilja fegin bjóða tær við! Tiltakið er ókeypis, og øll eru vælkomin – bæði tey, ið hava atgongumerki til FMA í Norðurlandahúsinum, og tey, ið ikki hava. Bussur koyrir tey, ið hava atgongumerki, yvir í Norðurlandahúsið, og til tey, ið ikki hava, so vísir Hotel Brandan FMA á stórskíggja í Landmark. Lagt er upp til eitt hugnaligt kvøld, har tit fáa boblur og ábit, umframt at góð 2 fyri 1 tilboð vera í kokkteylbarrini og Bao fæst eisini til keyps fyri ein góðan prís. Sum prikkin (aftanfyri Nema) yvir i’ið hava vit fingið Jónas Gaard, allanvegin heim úr Danmark, at spæla nøkur løg fyri okkum. Beint nú er Jónas m.a. virkin í bólkinum Tøgn, ið útgav lagið Kamarið í 2025, og sum eisini er tilnevnt ársins lag til FMA. Tiltakið byrjar kl. 18 og verður í nýggju, innilokaðu terassuni hjá Hotel Brandan, ið liggur út frá matstovuni ímóti Gundadali. Eiga ella leiga? Set teg í samband við okkum Annað nýtt frá Nema




