Onki úrslit
Undanfarna síða
Search by
Næsta síða

Vit økja um trygdina

Orsaka av tí vaksandi talinum av talgildum álopum í Føroyum, og í grannalondum okkara, ynskja vit at økja um trygdina, og gera tað enn verri hjá teldusníkum at sleppa inn á skipanirnar frá okkum. 1. januar 2025 fara vit at virka two factor authentication til allar umsitarar, ið hava atgongd til hýsing hjá Nema. Tó hava tit møguleika at seta hetta í verk longu nú.  

Sum brúkari av okkara skipanum, ynskja vit at vísa á møguleikan, at seta í verk 2 factor authentication (2FA) til umsitarnar, ið hava beinleiðis atgongd til hýsingina. Við at nýta hesa tænastu avmarkar tú vandan fyri, at óviðkomandi sleppa inn á tykkara skipan. 

Gev gætur, at hetta einans er fyri umsitarar, og hevur kundin fleiri skipanir á hýsingin hjá Nema, so er einans neyðugt at aktivera 2FA á brúkaran til hýsingina og ikki til hvørja einkulta skipan. 

Frá 1. januar 2025 seta vit hetta sum krav til øll, ið rita inn á hýsing hjá Nema. Vit vilja tó staðiliga viðmæla, at tit gera hetta sum skjótast.

2FA er eitt eyka trygdarlag, har tú knýtir tvær serskiltar samleika eindir (ella hættir) saman. Hetta er við til at tryggja, at tað veruliga er tú, ið ritar inn.  
T.d. verða teldupostar og skipanir ofta knýttar við títt telefonnummar ella eina app á tíni telefon. Sostatt skal tú bæði kenna brúkaranavn og loyniorð, umframt hava telefonnummar ella appina tøka, fyri at rita inn.  

Tú ritar inn, á Nema skipanirnar, við tínum brúkaranavni og loyniorði. Heldur enn at fáa beinleiðis atgongd til skipanirnar, verður tú biðin um at geva ein upplýsning afturat, ið kemur frá einari app á tíni telefon. 

Fyri at fáa 2FA til skipanirnar hjá Nema, skalt tú hava eina snildtelefon, ið kann hava eina sokallaða ’Authenticator’ app. 

2FA verður sjálvvirkandi sett í verk 1. januar 2025, men vit mæla øllum okkara hýsing kundum til, at seta 2FA tænastuna í verk sum skjótast.  

Ynskja tit at økja um trygdina og at taka av hesum tilmæli áðrenn 1. januar, eru tit vælkomin at ringja á tlf. 347112 ella skriva til support@nema.fo, síðani seta vit okkum í samband við tykkum.  

Nema søkir eftir ráðgeva til okkara vinnuskipanir

Brennir tú fyri góðari kundatænastu og ráðgeving innan fíggjarstýring, lønar- og starvsfólkaumsiting? Kundi tú hugsað tær at arbeitt í einari av fremstu KT- og samskiftisfyritøkunum í Føroyum?  So kann tað vera júst tær, ið vit leita eftir.  Um starvið Nema veitir m.a. KT skipanir til føroysku vinnuna. Skipanir okkara fevna um starvsfólkaumsiting, umsiting av lønar- og sáttmálaviðurskiftum og loysnum innan bókhald. Vegna alsamt vaksandi virksemi, leita vit eftir einum ráðgeva, ið hevur áhuga fyri ráðgeving, kundatænastu og talgildum loysnum.  Sum  ráðgevi innan KT skipanirnar til vinnuna, fert tú m.a. at ráðgeva og seta saman bestu loysnirnar til okkara vinnukundar. Vinnuskipanirnar hjá Nema verða nýttar av alskyns fyritøkum í Føroyum og uttanlands. Í starvinum fært tú av tí sama breiða vitan um tær loysnir, ið vit bjóða. Harafturat verður tú við til at menna og mynda skipaninar frameftir.  Tú gerst partur av einum sera dugnaligum toymi á einum góðum arbeiðsplássi, har persónlig og faklig menning ganga hond í hond.   Vit leita eftir tær sum: Brennir fyri ráðgeving, tøkni og góðari kundatænastu Hevur áhuga fyri KT og talgildum skipanum  Hevur gott yvirlit og dugir væl at samskifta  Tekur ábyrgd og dugir at arbeiða sjálvstøðugt  Er jalig/ur, ágrýtin og dámar ein gerandisdag við nógvari ferð  Hevur viðkomandi royndir ella útbúgving innan fyrisiting og/ella umsiting  Tað er ein fyrimunir, um tú hevur royndir við at brúka skipanirnar hjá Nema.   Vit vænta ikki, at tú hevur royndir á øllum økjum. Starvið verður tillagað eftir tínum royndum og áhugamálum.  Vit leggja dent á at rúma ymiskum royndum og førleikum. Hevur tú ein part av nevndu førleikum og brennur fyri at læra og mennast, eggja vit tær til at søkja.   Vit bjóða tær: Eitt ábyrgdarfult og fjølbroytt starv í einum livandi arbeiðsumhvørvi  Møguleika fyri persónligari og fakligari menning  Møguleikan at seta tín dám á menningina av skipanunum hjá Nema  Tætt samstarv við okkara deildir innan menning, support og sølu  Ein gerandisdag við fjølbroyttum uppgávum og nógvum samskifti  Góðan fleksibilitet og eina rúgvu av starvsfólkaágóðum  Eitt fulltíðarstarv og løn eftir avtalu.  Um Nema Nema er ein føroysk fyritøka, ið skapar kapping og samstundis gongur á odda í menningini av føroyska KT- og samskiftismarknaðinum. Nema er í stórum vøkstri, og okkara úrslit seinastu árini hava verið framúr góð. Harumframt hava vit eitt gott og óformelt arbeiðsumhvørvi við á leið 70 starvsfólkum á okkara deildum í Tórshavn og Klaksvík.  Løn og setanartreytir  Starvsplássið verður á deildini hjá Nema í Klaksvík, men møguleiki er fyri at arbeiða á deildini í Tórshavn, tá tørvur er á tí. Tá tú søkir, vinarliga send okkum eitt CV saman við eini umsókn, har tú lýsir viðkomandi royndir og førleikar. Umsóknir og fyrispurningar verða viðgjørd í trúnaði.  Umsókn og freist Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at venda tær til Jákup Toftum Luid, menningarstjóra, á teldupost jtl@nema.fo. Umsókn og CV skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 12. oktober 2026. Søk starvið her

Nema á Biskupstorginum

Bæði handil og skrivstova hjá okkum í Klaksvík eru nú flutt í nýggj høli á Biskupstorginum. Her hava vit fingið betri karmar til bæði handil, ráðgeving og tænastu til vinnuna. Týsdagin 18. august lótu vit dyrnar upp í nýggju hølunum í reyða bygninginum á Biskupstorgi 21 í Klaksvík. Bæði handil og skrivstova eru nú savnað á somu hædd, so vinnukundar lættliga kunnu koma inn á gólvið, tá tørvur er á ráðgeving, útgerð ella aðrari loysn til fyritøkuna. Nýggju hølini geva okkum betri umstøður at taka ímóti kundum og veita vinnulívinum í Klaksvík, Norðoyggjum og Eysturoynni góða tænastu og ráðgeving. Samstundis er tað týdningarmikið fyri okkum, at gáttin ikki er ov høg. Tað skal vera lætt at støkka inn á gólvið, sama hvør fyritøkan er í stødd og vavi, og ein kaffimunnur er heldur ikki langt burturi. Nú vit hava verið á Biskupstorginum í nakrar vikur, eru vit komin væl upp á pláss í nýggju hølunum. Vit eru sera væl nøgd við móttøkuna og vilja takka øllum, sum longu hava verið framvið. Vit síggja fram til nógvar góðar løtur og prát við bæði kend og nýggj andlit á Biskupstorginum.

Nú er lættari at koma í gongd við Nema-skipanunum

Vit hava broytt prísbygnaðin á Nema Tíð, Nema Løn og Nema Starv. Tað merkir ein lægri byrjunarprís og eina smidligari loysn, har tit nú gjalda eftir talinum á starvsfólkum. Tað skal vera einfalt at velja røttu skipanina, eisini hjá smærri fyritøkum. Tí hava vit broytt prísbygnaðin á Nema Tíð, Nema Løn og Nema Starv, so hann í størri mun lagar seg eftir tørvinum hjá einstøku fyritøkuni. Í staðin fyri at velja millum ymiskar pakkar, gjalda tit nú eftir talinum á starvsfólkum. Samstundis hava vit lækkað byrjunarprísin, so gáttin at koma í gongd er vorðin lægri. Tað merkir, at tit kunnu byrja í smáum og lata loysnina vaksa saman við fyritøkuni. Alt hongur saman Nema Tíð, Nema Løn og Nema Starv hjálpa hvør á sín hátt við at gera umsitingina av starvsfólkum einfaldari. Nema Tíð gevur yvirlit yvir arbeiðstíð, fráveru og skrásetingar. Nema Løn ger lønarkoyringina einfalda og hjálpir tykkum at hava tamarhald á lønarumsitingini. Nema Starv savnar viðkomandi upplýsingar og skjøl um starvsfólk á einum stað, og gevur eitt betri yvirlit yvir starvsfólkaumsitingina. Skipanirnar kunnu samskifta sínámillum og brúka upplýsingar frá hvørji aðrari. Tað merkir minni dupultarbeiði, færri skrásetingar og ein smidligari umsiting. Tit kunnu brúka skipanirnar hvør sær ella knýta tær saman, og harvið fáa enn meira burturúr teimum. Ein einfaldari prísbygnaður Við nýggja prísbygnaðinum verður lættari hjá bæði smáum og stórum fyritøkum at fáa eina loysn, sum hóskar til teirra tørv. Tit gjalda eftir talinum á starvsfólkum og kunnu byggja uppá, so hvørt tørvurin broytist. Eru tit forvitin eftir, hvussu nýggi prísbygnaðurin kann síggja út hjá tykkara fyritøku?  Setið tykkum í samband við okkum á vd@nema.fo ella á tlf. 202020, so finna vit saman røttu loysnina.

Tíðindabræv til vinnuna

Tíðindabrøvini til vinnuna eru aftur úr dvala og hesaferð fevna vit nokkso breitt. Vit seta sjóneykuna á alt frá tryggari talgildari menning til álítandi prentloysnir og eitt hugnaligt tiltak á Hotel Brandan. Felagsnevnarin er haldgóðar loysnir og góðir karmar. Skúlanet Trygt talgilt grundarlag fyri føroysku skúlarnar Allir næmingar og lærarar í føroysku fólkaskúlunum hava nú atgongd til eitt felags og trygt KT-net. Skúlanet veitir net, KT-skipanir, trygd, teldur og brúkarahjálp til næmingar, lærarar og fyrisiting og er tí ein týðandi partur av heildarætlanini fyri undirvísingarstovnar. Nema hevur veitt og sett upp alla útgerð í samband við skúlanetið á øllum skúlum í Føroyum. Í septembur í fjør var endaliga komið á mál, eftir at verkætlanin hevði verið ávegis í gott og væl fýra ár. Við hesum hava allir skúlar í landinum fingið somu støðugu og vælskipaðu talgildu karmar. Vit fegnast um at hava verið partur av arbeiðinum at leggja hesa felags loysnina til rættis. Við henni eru KT-trygd, dátuvernd og støðugur rakstur samantvinnað um alt landið, so undirvísingin kann fara fram í einum álítandi og tryggum talgildum umhvørvi. Printarar frá Koycera Skal prentloysnin endurnýggjast? Kyocera er eitt álítandi og skilagott val – kent fyri framúr góðsku, drúgva livitíð og lágan rakstrarkostnað. Við Kyocera fáa tit ein slitsterkan og haldgóðan printara, sum hóskar til bæði smærri og størri arbeiðspláss. Hjá Nema ber til at langtíðarleiga ein Kyocera printara, so tit sleppa undan stórari byrjunaríløgu og fáa eina greiða og álítandi loysn. Tænastuavtala og support kunnu leggjast afturat loysnini, so gerandisdagurin verður smidligari og raksturin tryggari. Vilt tú hoyra meira um at langleiða ein Kyocera printara til starvsplássið? Fyll teigarnar út niðanfyri, so hoyrir tú aftur frá okkum skjótast tilber. Faroese Music Awards 2026 6. mars verður árliga Faroese Music Awards aftur á skránni. Saman við Hotel Brandan skipa vit fyri einum hugnaligum upphitingartiltaki áðrenn FMA byrjar, og vit vilja fegin bjóða tær við! Tiltakið er ókeypis, og øll eru vælkomin – bæði tey, ið hava atgongumerki til FMA í Norðurlandahúsinum, og tey, ið ikki hava. Bussur koyrir tey, ið hava atgongumerki, yvir í Norðurlandahúsið, og til tey, ið ikki hava, so vísir Hotel Brandan FMA á stórskíggja í Landmark. Lagt er upp til eitt hugnaligt kvøld, har tit fáa boblur og ábit, umframt at góð 2 fyri 1 tilboð vera í kokkteylbarrini og Bao fæst eisini til keyps fyri ein góðan prís. Sum prikkin (aftanfyri Nema) yvir i’ið hava vit fingið Jónas Gaard, allanvegin heim úr Danmark, at spæla nøkur løg fyri okkum. Beint nú er Jónas m.a. virkin í bólkinum Tøgn, ið útgav lagið Kamarið í 2025, og sum eisini er tilnevnt ársins lag til FMA. Tiltakið byrjar kl. 18 og verður í nýggju, innilokaðu terassuni hjá Hotel Brandan, ið liggur út frá matstovuni ímóti Gundadali. Eiga ella leiga? Set teg í samband við okkum Annað nýtt frá Nema