Nema stuðlar – GameJam
GameJam hevur sum endamál at menna og stuðla tí føroysku spælivinnuni, og hesum taka vit sjálvandi fult undir við. Vit eru tí sera fegin um at stuðla teimum!
Hvat er GameJam?
Høvuðsendamálið við einum GameJam er at menna eitt spæl innan fyri eitt ávíst tíðarskeið; sum oftast 48 tímar.
Vanliga fært tú eitt evni avdúkað, tá ið tiltakið byrjar. Tað vil siga, at tú skalt finna uppá, menna og lata inn eina prototypu innanfyri ásettu tíðarfreistina.
Evnið kann broytast nógv, alt eftir hvør finnur uppá tað. Tó er evnið vanliga ógvuliga einfalt og breitt, so sum “Vøkstur”, “Framleiðsla” ella “Viðlíkahald”.
Tú skalt so brúka evnið sum grundarlag í spælinum.
Fleiri greinar