Hvussu søkir man um stuðul?
Allar umsóknir skulu vera skrivligar og fyllast út við umsóknini her á síðuni. Har skal koma greitt fram, hvat endamálið er við tiltakinum/átakinum, og hvat stuðulin skal nýtast til. Umsóknir til størri átøk mugu vera okkum í hendi millum 3-6 mánaðar, áðrenn stuðulin skal nýtast.
Hvat hendir so?
Umsóknirnar verða viðgjørdar eina ferð um mánaðin, og allar fáa eitt skrivligt svar aftur.
Umsóknir til smærri tiltøk, ið liggja minni enn 1 mánað frá umsóknardegnum, verða ikki viðgjørdar.
Hví stuðla vit ikki hvørjaferð?
Nógv leita sær til okkara viðvíkjandi stuðli ella samstarvi, og vit mugu ásanna, at hóast øll øki eru áhugaverd, so mugu vit avmarka okkum. Vit hava tí valt at stuðla fáum, so at vit veruliga kunnu gera mun, har vit eru.
Takk fyri áhugan at spyrja okkum.