Einstaklingahald
Frítt Data
Eitt stress-leyst telefonhald
Frítt Data nøktar tín tørv til eina og hvøjra tíð, eitt ‘stress-leyst’ telefonhald, har tú ikki skal hugsa um hvussu nógv data tú brúkar, og harvið at tú heldur ikki fært nakra eykarokningar ella eyka gjøld.
Frítt Data hevur eitt ‘fair usage’ mark á 1000 GB Data í Føroyum.
Set Data saman eftir tørvi
Við nýggja einstaklingahaldinum hjá Nema, er tað sera einfalt at geva familjulimum eitt telefonhald, ið hóskar betur til teirra tørv. Tú kanst snikka tíni telefonhald saman, sum tú vil. Familjulimir kunnu fáa ta mongdina av data, ið teimum tørvar. T.d kann tannáringurin í familjuni hava eitt telefonhald við fríum data, í meðan foreldur hava 15GB ella 60GB í teirra telefonhaldi. Sami persónur hevur enn møguleika at samskipa og standa fyri øllum telefonhaldunum í familjuni.
Tað er eisini møguligt at seta einstaklingahaldini saman við einum familjuhaldi.
Fyrimunir
Við 2 fyri 1 kunnu allir Nema telefonkundar, bjóða einum vini ella familjulimi við ókeypis.
Vit vita øll, hvussu skundmikil og krevjandi gerandisdagurin kann vera. Flest øll eru onkursvegna bundin at skíggjum av ymiskum slag stóran part av degnum og hava alsamt minni tíð til veruliga samveru saman við vinum, familju og teimum kæru.
Tí vil Nema saman við sínum samstarvsfeløgum bjóða tykkum hesi frálíku tilboð, sum vit kalla 2 fyri 1. So kunnu tit steðga á eina løtu, leggja telefonina frá tykkum, sløkkja telduna og bjóða onkrum, sum tit eru góð við, við til ein súkklutúr, biograf-vitjan, kaffimunn ella ein bita, har tit bara kunnu njóta samveruna og løða upp aftur.
Hjá Nema eitur tú tað data, tú hevur goldið fyri. Um tú ikki megnar at brúka øll tíni GB í einum mánaði, kanst tú brúka restina komandi mánaða, uttan meirkostnað. Vit kalla tað Datarull.
Um tú hevur nokk av data ella bara ynskir at vera gávumildur, kanst tú á Mítt Nema, geva av tínum data til vinir og familju. Tú kanst geva upp til 10GB av tínum íroknaða datapakka hvønn mánaða.
Elsa svarar spurningum
- Ring 20 20 20 ella kom inn í handilin í Havn ella Klaksvík.
- Upplýs títt núverandi ICC ID nummar*
- Nema upprætta teg sum kunda.
- Tú fært eitt fysiskt sim-kort, sum skal setast í telefonina ella
eitt E-sim, ið er ein strikukota, ið skal skannast á telefonini. - Tú ringir 20 20 20 fyri at aktivera títt simkort/E-Sim.
- Hurrá! Tú ert telefonkundi hjá Nema.
Á iPhone finnur tú títt ICC ID undir (Indstillinger – Generelt – Om – ICCID).
Tilber at síggja títt ICC inni á Mítt Ver, og annars kanst tú ringja til Føroya Tele og fáa títt ICC upplýst.
Tað kanst tú beinanvegin. Ert tú kundi hjá okkum frammanundan, kanst tú skifta hald inni á Mítt Nema við at trýsta á ‘Broyt hald’.
Skalt tú skifta veitara ber eisini til at skifta beinanvegin, sí fyrra spurningin ‘Hvussu gerist eg telefonkundi hjá Nema’ fyri eina vegleiðing.
Frítt Data er gjørt til einstaklingahaldini. Tó ber væl til at hava eitt einstaklingahald undir sama brúkara á Mítt Nema, sum restin av familjuni.
Tú kann sjálvandi varðveita títt telefonummar, hóast tú skiftir telefonhald til Nema.
Ja, tað kanst tú. Tú kann geva upp til 10 GB hvønn mánaða.