Onki úrslit
Undanfarna síða
Search by
Næsta síða

Frí tala / 30 GB

Tað skjótt og lætt at flyta títt telefonhald til Nema og samstundis varðveita títt gamla telefonnummar.

Einstaklingahald undir familjuhald

2 fyri 1 appin – við fleiri fyrimunum

Við 2 fyri 1 kunnu allir Nema telefonkundar, bjóða einum vini ella familjulimi við ókeypis.  

Vit vita øll, hvussu skundmikil og krevjandi gerandisdagurin kann vera. Flest øll eru onkursvegna bundin at skíggjum av ymiskum slag stóran part av degnum og hava alsamt minni tíð til veruliga samveru saman við vinum, familju og teimum kæru. 

Tí vil Nema saman við sínum samstarvsfeløgum bjóða tykkum hesi frálíku tilboð, sum vit kalla 2 fyri 1. So kunnu tit steðga á eina løtu, leggja telefonina frá tykkum, sløkkja telduna og bjóða onkrum, sum tit eru góð við, við til ein súkklutúr, biograf-vitjan, kaffimunn ella ein bita, har tit bara kunnu njóta samveruna og løða upp aftur. 

Datarull – Fá títt óbrúkta Data við í næsta mánaða

Hjá Nema eitur tú tað data, tú hevur goldið fyri. Um tú ikki megnar at brúka øll tíni GB í einum mánaði, kanst tú brúka restina komandi mánaða, uttan meirkostnað. Vit kalla tað Datarull.

Gev Data – Deil GB við vinir og familju

Um tú hevur nokk av data ella bara ynskir at vera gávumildur, kanst tú á Mítt Nema, geva av tínum data til vinir og familju. Tú kanst geva upp til 10GB av tínum íroknaða datapakka hvønn mánaða.

Hvussu gerist eg telefonkundi hjá Nema?
  1. Ring 20 20 20 ella kom inn í handilin í Havn ella Klaksvík.
  2. Upplýs títt núverandi ICC ID nummar*
  3.  Nema upprætta teg sum kunda.
  4. Tú fært eitt fysiskt sim-kort, sum skal setast í telefonina ella
    eitt E-sim, ið er ein strik
    ukota, ið skal skannast á telefonini.
  5. Tú ringir 20 20 20 fyri at aktivera títt simkort/E-Sim.
  6. Hurrá! Tú ert telefonkundi hjá Nema. 
Hvar finni eg mítt ICC-nummar?

Á iPhone finnur tú títt ICC ID undir (Indstillinger – Generelt –  Om –  ICCID).  

Tilber at síggja títt ICC inni á Mítt Ver, og annars kanst tú ringja til Føroya Tele og fáa títt ICC upplýst. 

Nær kann eg flyta telefonhald?

Tað kanst tú beinanvegin.  Ert tú kundi hjá okkum frammanundan, kanst tú skifta hald inni á Mítt Nema við at trýsta á ‘Broyt hald’.   

Skalt tú skifta veitara ber eisini til at skifta beinanvegin, sí fyrra spurningin ‘Hvussu gerist eg telefonkundi hjá Nema’ fyri eina vegleiðing.  

Kunnu øll fáa Frítt Data?

Frítt Data er gjørt til einstaklingahaldini. Tó ber væl til at hava eitt einstaklingahald undir sama brúkara á Mítt Nema, sum restin av familjuni. 

Kann eg hava sama telefonnummar?

Tú kann sjálvandi varðveita títt telefonummar, hóast tú skiftir telefonhald til Nema.

Kann eg geva Data til mínar vinir og familju av mínum fríum Data?

Ja, tað kanst tú. Tú kann geva upp til 10 GB hvønn mánaða.