
Nema er aftur fyrst
Nú kunnu føroyingar fáa FRÍTT DATA frá Nema. Vit eru sera errin av, at vit enn einaferð eru fyrst á marknaðin við einum nýggjum telefonhaldi, ið er slóðbrótandi fyri føroyskt fjarskifti. Í londunum rundan um okkum hevur tað, í eina tíð, borið til at fáa telefonhald við fríum data, og vit eru ovurfegin um, at vit nú kunnu bjóða føroyingum tað sama.
Tað er eingin loyna, at Nema er minni enn kappingarneytin, men hóast hetta eru vit kend fyri at bróta mørk og at flyta føroyska fjarskiftismarknaðin. Hjá Nema starvast nógv góð og ágrýtin fólk, sum vilja bjóða av og skapa nýggjar tænastur til kundarnar.
Nema var fyrsti veitari at bjóða bæði 3G og 4G í Føroyum. Í 2018 var Nema fyrst á marknaðin við familjuhaldunum, sum hava havt ógvuliga góða ávirkan á føroyska fjarskiftismarknaðin. Í 2015 var Nema eisini fyrst við ungdómshaldunum, ið vóru kallað Red Ung.
Fyrsti veitari at bjóða óavmarkað data til breiðband var eisini Nema, og nú er tíðin komin at bjóða telefonhald við fríum data. Vit vóna, at tað verður eins væl móttikið sum undanfarnu tænasturnar frá Nema. Vit gevast ikki her, men arbeiða altíð fram ímóti at gerast betri og at bøta um tænasturnar til okkara kundar.
Vit vilja, at øll kunnu royna Frítt data frá Nema, og tí bjóða vit Frítt data fyri serprís fram til 31. juli.
Les meir um Frítt Data frá Nema
Fleiri greinar