Onki úrslit
Undanfarna síða
Search by
Næsta síða

Tíðindi

  • Kom í biograf hvønn dag í septembur

    Sum nakað nýtt kunnu allir 2 fyri 1 kundar nú njóta gott av biografinum hvønn dag í septembur. Tú keypur eitt atgongumerki og vit rinda fyri hitt. Tú avgreiðir keypið sum vant inni á heimasíðuni www.bio.fo og tøppar inn avsláttarkotuna, ið liggur á 2 fyri 1 appini. Minst til! Tilboðið er galdandi fyri allar sýningar,…

  • Prísbroytingar í talutíðarhaldum

    1. oktobur 2025 koma prísbroytingar í talutíðarhaldum í gildi. Tú kanst síggja verandi og dagførdu prísirnar niðanfyri. Hesar prísbroytingarnar eru viðkomandi fyri teg, ið nýtir talutíð. Við talutíð á telefonini hevur tú fult tamarhald á tínum telefonútreiðslum. Tað kann loysa seg at hava talutíð, um tú ikki tosar nógv í telefon, men bert hevur tørv…

  • Beyglan frá Kafe Kaspar er aftur

    Kafe Kaspar hevur fleiri góð tilboð á 2 fyri 1 appini. Vit kenna Smoothie og Beygluna, ið altíð hitta, men sum nakað nýtt kanst tú eisini fáa 2 fyri 1 Café Latte. Fylg við á sosialum miðlum So sært tú altíð tey nýggjastu 2 fyri 1 tilboðini, fær kunning um kundatiltøk, og møguleikan at luttaka…

  • Stovukonsert við Beinir

    STOVUKONSERTIN ER ÚTSELD Nú hava teir fyrstu 25 Nema kundarnir møguleika at bjóða onkrum við til eina inniliga stovukonsert við Beinir. Konsertin verður tann 11. september kl. 19.30 í einari hugnaligari stovu í Hoyvík. Møtt verður á parkeringsplássinum uttanfyri hoyvíkshøllina kl 19.30, og síðan fylgjast vit til stovuna, har Beinir fer at framføra. Tað einasta tú…

  • Tillagingar av telefonhaldunum til vinnuna

    Vit hava dagført prísirnar á nøkrum av okkara telefonhaldum – bæði haldið við 32 GB og haldið við Fríum Data hevur dagførdar prísir. Tú kanst síggja øll haldini og dagførdu prísirnar her Prísir eru uttan mvg. Frí tala og frí SMS hevur eitt ‘fair usage’ mark á 20 tímum og 2000 sms.Somuleiðis hevur evropapakkin eitt ‘fair usage’ mark á…

  • Nýggjur nethandil til vinnuna

    Vit eru sera fegin at kunna boða frá, at okkara nýggi nethandil er klárur. Nú verður tað lættari enn nakrantíð at bíleggja vørur, halda yvirlit og fáa góð tilboð. Áðrenn tú kanst nýta nethandilin, mugu vit upprætta ein brúka til tín og/ella tína fyritøku. Tí vilja vit heita á teg um at fylla út teigarnar, so…

  • Marknaðarfólk til Nema

    Ert tú kreativ/ur og brennir fyri marknaðarføring? Vit leita eftir einum kreativum og ágrýtnum starvsfelaga til okkara marknaðartoymi. Okkum tørvar ein, ið ynskir at brúka sínar kreativu førleikar og sum vil gerast partur av einum toymi, har tað hendir nógv í senn.  Starvið Talan er um eitt fulltíðarstarv við sæti á kontórinum hjá Nema í…

  • Effo bjóðar kvøldartilboð hvørt kvøld

    Effo hevur fleiri góð tilboð á 2 fyri 1 appini. Her kunnu vit nevna Effo kaffi, Effo kakao og ikki minst Effo bilvask. Nú víðkar Effo um úrvalið við tveimum tilboðum, og nú ber til at fáa 2 fyri 1 Franskan Hotdog og 2 fyri 1 stóran Kramarís frá Effo. GG! í Effo í Gundadali…

  • Umhvørvisvika í Vestmanna

    Í samband við Umhvørvisvikuna í Vestmanna kommunu ynskja vit í Nema at leggja dent á burturbeining av elektronikki. Røtt burturbeining av elektronikki er ein týdningarmikil liður í at verja bæði umhvørvið og náttúrutilfeingið – og stuðlar einum burðardyggum samfelagi. Tí fara vit at opna ein bás til elektroniskt burturkast á ruskplássinum, Skilagátt í Vestmanna, leygardagin…

  • Tíðindabræv – mai

    Set teg í samband við okkum Fyll teigarnar út og vit seta okkum í samband við teg sum skjótast. Annað nýtt frá Nema