Onki úrslit
Undanfarna síða
Search by
Næsta síða

Tíðindi

Vit siga farvæl til Kallnet servaran

Síðan 2001 hevur Kallnet verið nógv brúkt til bæði vinnuligt og privat virksemi.  Seinastu árini eru trygdarkrøvini harnaði nógv, og fyri at veita vissu fyri trygdini framyvir hava vit, á Nema, tikið avgerð um at niðurleggja Kallnet servarnar skjótast tilber. Í staðin verður flutt yvir á Office 365. Tað verður framhaldandi møguligt at varðveita @kallnet.fo teldupostaddressuna fyri eitt mánaðarligt gjald.  Hvat merkir hetta fyri teg sum brúkara Eftir 31. august 2024, verður ikki møguligt at rita inn á núverandi kallnet servaran/heimasíðuna. Hetta hevur við sær, at tit ikki fáa sent ella lisið teldupostar á tykkara núverandi Kallnet konto. Harafturat verða allar dátur og teldupostar strikaðir. Hvat fyri teldupostar vera ávirkaðir? Allir teldupostar, ið enda við: @teldupost.fo - @altfyrieitt.fo - @babba.fo - @beiggi.fo - @mamma.fo - @systi.fo - @kallnet.fo Verða strikaðir eftir 31. august, um annað ikki er umbiðið. Summir vinnukundar hava sína egnu teldupostadressu á kallnet og hesar verða eisini strikaðar, um annað ikki er umbiðið. Hvat hendir við teldupostunum eftir 31. august? Teldupostarnir verða ikki strikaðir alt fyri eitt. Tað er einans Kallnet skipanin, ið verður niðurløgd. Teldupostarnir/dáturnar vera goymdar í upp til 1 ár, um tørvur er á tí. Setið tykkum í samband við okkum, á tlf. 202020, um tað eru ivamál vv. hesum.  Hvørjir møguleikar eru? Vit ynskja at vísa á og at hjálpa tykkum við at finna aðrar loysnir, so sum Gmail ella Office 365 teldupostaddressur. Umframt hetta kunnu vit hjálpa tykkum at flyta allar dátur yvir á nýggju tænastuna. Sí niðanfyri:  O365 Office 365 ein loysn frá Microsoft, ið kostar Kr. 47,- u/mvg (Kr. 58,75 v/mvg) um mánaðin. Við hesum mánaðargjaldinum fært tú hópin av øðrum fyrimunum, so sum:  One Drive, ið gevur tær 1000+ GB goymslupláss á skýnum  Office Pakka á netinum, ið gevur tær atgongd til m.a. Word, Excel og PowerPoint  Møguleika at framhaldandi nýta @kallnet.fo teldupostaddressuna.  Gmail Gmail er ein ókeypis loysn frá Google. Hevur tú eina Google konto, er hendan skipanin sera skjót at koma í gongd við.  Stovna eina Gmail konto her Vit eru til reiðar at hjálpa Vit hjálpa tær fegin við at stovna kontur og at flyta dátur, frá tykkara Kallnet kontu, yvir á tí telduposttænastu, ið tit ynskja.   Stovningargjald Kr. 495,- u/mvg (Kr. 618,75 v/mvg)  At flyta dátur á nýggja telduposttænastu Kr. 695,- u/mvg (Kr. 868,75 v/mvg)  Tá kundar hava skift til Gmail ella O365, kann Nema seta sjálvvirkandi svar á gomlu teldupostaddressuna, við boðum um at senda teldupost til nýggju teldupostadressuna.   Ring til okkum á 202020 og hoyr nærri, ella fyll teigin út niðanfyri og vit seta okkum í samband við teg sum skjótast. Nema setur altíð trygdina og tænastuna í hásætið, og har megnar Kallnet ikki at fylgja við. Vit harmast um støðuna hjá okkara Kallnet brúkarum og standa klár at hjálpa, um tørvur er á tí.   Fyll teigin út niðanfyri og vit seta okkum í samband við teg sum skjótast.

Vinnarin av Apple iPad

Vit eru í gávuhýri og trekkja aftur lut um ein lekkran iPad. Fyll teigarnar út niðanfyri og ver við í lutakastinum.Vinnarin er funnin: Til lukku: Inga Kristiansen

Fipurnet til Hellurnar

Fipurnet er nú tøkt at undanbíleggja til øll, ið búgva á Hellunum. Undanbílegg áðrenn 30. mai So sparir tú pengar og sleppur undan øllum roksinum. Tað eru sera nógvir fyrimunir við at undanbíleggja fipurnet, áðrenn freistin er farin. Tit fáa eina lidna loysn, sum riggar, so skjótt montørurin er liðugur. Fipurin verður lagdur inn í húsið Fipurbrúgv verður gjørd Routari/beinari verður settur til og uppsettur Internetið verður eftirkannað Tú sleppur sostatt undan at bíleggja, gjalda fyri montør og uppsetan av beinara. Net stendur fyri øllum, og tú fært fipurnetið so skjótt sum tilber. Undanbíleggingin er tí ein fullfíggjað loysn. Undanbílegg/skráset teg í dag: Hvat er fipur og hvørjir fyrimunir eru? Fipurnet fer at kollvelta tøknina, vit kenna í dag. Tøknin letur upp fyri, at telefeløgini kunnu bjóða ferðir heilt upp til 1000 Mbit og meira. Tað er óhoyrt fyri føroyingar og fólkið, ið her býr.  Fipur er ein nútímans tøkni, sum gevur ógvuliga skjótt og álítandi internetsamband gjøgnum ljósleiðaratægrar, ið eru til tjúkdar sum eitt hár. Sjálvur fipurkaðalin er nakrar fáar millimetrar til tjúkdar og liggur vardur í eini sterkari rørleiðing, sum er átta millimetrar til tjúkdar. Ein slík rørleiðing verður løgd inn til hvørt einstaka húsarhald.  At leggja fipur er tískil ein sera stór íløga, bæði fíggjarliga og í arbeiðsorku. Men eitt fipurnet er harafturímóti skynsamari í rakstri enn verandi koparnet. Tilfarið er bíligari, krøvini til kaðalveitingar eru minni, og fipurnetið verður neyvt kortlagt og skrásett við GPS-punktum. Harafturat er eitt fipurnet meira atkomuligt og lættari at umvæla. Sí hvar fipur er tøkt og ætlan fyri útbygging Tað er Net, ið leggur fipur kring allar føroyar. Sí teirra ætlan fyri útbygging við at trýsta á leinkjuna niðanfyri. Fipur og útbygging

5G er endiliga her

5G í Føroyum hevur verið leingi ávegis. Í august í fjør fingu Nema kundar ágóðan av tí skjóta 5G sambandinum í útlondum. Nú hava vit endiliga tendrað fyri 5G kring alt Føroyar. Samanbera vit 5G við núverandi 4G, verður ferðin fleirifaldað og tænastumøguleikarnir verða uppaftur betri. Hvat merkir hetta fyri teg? Umframt nógv skjótari ferð, verður svartíðin stytt og færri fløskuhálsar eru, tí nýggja farnetið klárar at umsita nógv fleiri brúkarar. 5G tøknin verður ein stórur partur av nýmenningini. Tey flestu hava allarhelst hoyrt um IoT (Internet of Things). Hetta eru tænastur í koma at knýta alskins tól út á internetið.Í dag hava vit løðistøðir, robot-dustsúgvarar og ymisk onnur tólmenni, ið eru knýtt at netinum. 5G gevur uppaftur fleiri møguleikar. Serliga er tað skjóta svartíðin, ið letur dyrnar upp fyri hópin av nýmenning og tænastum. Hvat framtíðin fer at bjóða okkum, kunnu vit einans gita okkum til. Fyri fyrst kunnu allir føroyingar njóta skjótu ferðina og góða sambandið. Fleiri nýggjar tænastur Við nýggja farnetinum fáa vit ikki einans 5G. Fleiri nýggjar tænastu eru tøkar og summar eru ávegis. 1. VoLTE VoLTE er ein talu-tænasta í m.a. gevur skjótari ringitíðir, hægri ljóðgóðsku og minka verður um larm, tá tosað verður í telefon.Í løtuni er VoLTE einans galdandi fyri Mítt Nema kundar. Heilt skjótt fáa allir kundar somu tænastu. 2. 5G-farnet Nú er eisini møguligt at stovna sær eitt 5G-farnet hald. Vit veita lánibeinara, sum tryggjar at tú hevur røttu tøknina heima við hús, í summarhúsinum ella umborð á bátinum. 3. IoT 5G tøknin letur upp fyri hópin av møguleikum at knýta ymisk tól og eindir í internetið. IoT er stytting fyri Internet of Things. 4. VoWiFi (kemur skjótt) Voice over WiFi er tænasta, sum ger tað møguligt at ringja og senda SMS-boð ígjøgnum WiFi. Ert tú í einum stórum bygningi ella á einum skipi, har telefonsambandið ikki er nøktandi, so ber til at knýta í WiFi á staðnum og ringja og sms'a sum vænt. Spennandi tíð fyri framman Vit á Nema síggja bjart uppá framtíðina og frøðast um allar møguleikarnar, ið 5G tøknin hevur við sær. Fylg við á heimasíðuni og miðlunum sum heild, har vit koma at kunna um alt tað nýggja.

Fipurnet í Tórshavn og á Argjum

Fipurnet er nú tøkt at undanbíleggja á hesum adressum: Óðinshædd (ólíka tøl 17-79), Tórshavn Lagatrøð 1-14, Tórshavn Sundsvegur 12, Tórshavn Garðstún, 3-28, Argir Undanbílegg/skráset teg í dag: Hvat er fipur og hvørjir fyrimunir eru? Fipurnet fer at kollvelta tøknina, vit kenna í dag. Tøknin letur upp fyri, at telefeløgini kunnu bjóða ferðir heilt upp til 1000 Mbit og meira. Tað er óhoyrt fyri føroyingar og fólkið, ið her býr.  Fipur er ein nútímans tøkni, sum gevur ógvuliga skjótt og álítandi internetsamband gjøgnum ljósleiðaratægrar, ið eru til tjúkdar sum eitt hár. Sjálvur fipurkaðalin er nakrar fáar millimetrar til tjúkdar og liggur vardur í eini sterkari rørleiðing, sum er átta millimetrar til tjúkdar. Ein slík rørleiðing verður løgd inn til hvørt einstaka húsarhald.  At leggja fipur er tískil ein sera stór íløga, bæði fíggjarliga og í arbeiðsorku. Men eitt fipurnet er harafturímóti skynsamari í rakstri enn verandi koparnet. Tilfarið er bíligari, krøvini til kaðalveitingar eru minni, og fipurnetið verður neyvt kortlagt og skrásett við GPS-punktum. Harafturat er eitt fipurnet meira atkomuligt og lættari at umvæla. Sí hvar fipur er tøkt og ætlan fyri útbygging Tað er Net, ið leggur fipur kring allar føroyar. Sí teirra ætlan fyri útbygging við at trýsta á leinkjuna niðanfyri. Fipur og útbygging

Suðuroyggin á 2 fyri 1

Um 2 fyri 1 appina Vit vita øll, hvussu skundmikil og krevjandi gerandisdagurin kann vera. Flest øll eru onkursvegna bundin at skíggjum, av ymiskum slag, ein stóran part av degnum og hava alsamt minni tíð til veruliga samveru við vinir og familju. í fjør kom Nema út við nýggjum fyrimuni til allar okkara kundar. Talan er um ein fyrimun, ið vit kalla 2 fyri 1. Allir kundar hjá Nema kunnu fáa gleði av hesum fyrimuni, heilt ókeypis, við at taka 2 fyri 1 appina niður á telefonina. Nema samstarvar við fyritøkur, matstovur og ymiskt virksemi í Føroyum, har fyritøkurnar saman við Nema, bjóða Nema kundum tvey fyri eitt. Sum kundi hjá Nema fært tú dupult so nógv fyri pengarnar. Vit eru sera fegin um, at vit kunnu eggja okkara kundum at steðga á eina løtu, leggja telefonina frá sær, sløkkja telduna og bjóða onkrum, sum tey eru góð við, til ein súkklutúr, eina biograf-vitjan, ein kaffimunn ella ein betri bita, heilt ókeypis. Suðuroyggin er á 2 fyri 1 Vit eru fegin um, at Suðuroyggin nú er umboðað á 2 fyri 1 appini. Vit hava gjørt nøkur samstørv í Suðri, og hava fingið fleiri góðar veitarar úr Suðuroynni. Ert tú suðuroyingur, ella skalt tú ein túr suður, so hava vit eisini okkurt til tín. Suðuroyar Kajakk 2 fyri 1 - Leiga eina kajakk í ein tíma og fá eina ókeypis. Suðuroyar Kajakk er burðardygg kajakkúleigan í Vági. Tey hava opið allar dagar, tá veðrið loyvir tí. At rógva kajakk er ein upplagdur møguleiki fyri at røra seg og fáa fríska luft. Tú bíleggur eina tíð við at ringja ella skriva á tlf. 266613. Glasstovan 2 fyri 1 - Keyp eina tvíflís og fá eina ókeypis. Tú kann velja millum høsnarunga, parmaskinku og laks. Glasstovan er ein hugnalig kafé mitt á Tvøroyri. Glasstovan hevur eina leskiliga matskrá við bæði heitum og køldum rættum. Umframt hetta tilber at fáa drekkamunn við onkrum leskiligum afturvið. Pizzaria á Tvøroyri 2 fyri 1 - Keyp eina beyglu og fá eina ókeypis. Pizzaria á Tvøroyri er ein partur av Hotel Tvøroyri. Pizzaria er kent fyri sínar framúr góðu pitsur, men eisini er møguleiki at keypa annað gott úr matskránni - m.a. Beyglu við kipsi. Tak 2 fyri 1 appina niður í dag. Sí allar 2 fyri 1 fyrimunirnar HER

5G og VoLTE til Nema kundar 15. apríl

5G í Føroyum hevur verið leingi ávegis. Í august í fjør fingu Nema kundar ágóðan av tí skjóta 5G sambandinum í útlondum. Nú kunnu vit endiliga kunngera, at vit tendra fyri 5G í Føroyum mánadagin tann 15. apríl 2024. 5G er eitt net, ið er á heimsstigi. Samanbera vit 5G við núverandi 4G, verður ferðin fleirifaldað og tænastumøguleikarnir verða uppaftur betri. Samstarv 5G netið í Føroyum er útbygt saman við FT Samskifti og Ericsson. Nema og FT Samskifti samstarva um sendistøðirnar á nýggja føroyska 5G netinum. Samstarvið fevnir um atgongd til allar sendistøðirnar, og 5G netið er til gagns fyri allar brúkarar í Føroyum. Sostatt fáa kundarnir hjá bæði Nema og Føroya Tele atgongd til sama net, somu ferð og sama kapasitet. Tað merkir, at samband og góðska av 5G netinum verður eins fyri allar føroyingar. 5G-farnetið gevur nógv hægri ferð enn 4G-netið. Tað merkir, at tú kanst taka appir, filmar og annað enn skjótari niður á telefonina. Eisini har nógv fólk eru saman. Samstarvið er uttan iva gagnligt fyri kundarnar, ið bæði fáa munandi betri dekning við nýggja 5G-netinum og framhaldandi kapping um tænasturnar. Gudny Langgaard, stjóri í Nema. VoLTE VoLTE verður somuleiðis tøkt fyri Nema kundar frá 15. apríl. Nakrir av fyrimuninum við VoLTE eru m.a. skjótari ringitíðir, hægri ljóðgóðska og minka verður um larm, tá tosað verður í telefon. VoLTE ger tað møguligt at surfa á netinum, samstundis sum tosað verður. Hóast hetta fer fram yvir netið, brúkar tú vanliga talu og ikki GB, tá tosað verður yvir VoLTE. VoLTE er tí ein eyka tænasta, ið betrar um góðskuna hjá okkara kundum.

Fipurnet til Selatrað, Vestmanna & Hoyvík

Fipurnet er nú tøkt at undanbíleggja á hesum adressum: Karlamagnusarbreyt 13 & 15, Hoyvík Vestmanna 1 partur (Sí mynd niðanfyri) Selatrað Undanbílegg sum skjótast ... og slepp undan øllum roksinum. Tað eru sera nógvir fyrimunir við at undanbíleggja fipurnet, áðrenn freistin er farin. Tit fáa eina lidna loysn, sum riggar, so skjótt montørurin er liðugur. Fipurin verður lagdur inn í húsið Fipurbrúgv verður gjørd Routari/beinari verður settur til og uppsettur Internetið verður eftirkannað Tú sleppur sostatt undan at bíleggja, gjalda fyri montør og uppsetan av beinara. Net stendur fyri øllum, og tú fært fipurnetið so skjótt sum tilber. Undanbíleggingin er tí ein fullfíggjað loysn. Undanbílegg/skráset teg í dag: Hvat er fipur og hvørjir fyrimunir eru? Fipurnet fer at kollvelta tøknina, vit kenna í dag. Tøknin letur upp fyri, at telefeløgini kunnu bjóða ferðir heilt upp til 1000 Mbit og meira. Tað er óhoyrt fyri føroyingar og fólkið, ið her býr.  Fipur er ein nútímans tøkni, sum gevur ógvuliga skjótt og álítandi internetsamband gjøgnum ljósleiðaratægrar, ið eru til tjúkdar sum eitt hár. Sjálvur fipurkaðalin er nakrar fáar millimetrar til tjúkdar og liggur vardur í eini sterkari rørleiðing, sum er átta millimetrar til tjúkdar. Ein slík rørleiðing verður løgd inn til hvørt einstaka húsarhald.  At leggja fipur er tískil ein sera stór íløga, bæði fíggjarliga og í arbeiðsorku. Men eitt fipurnet er harafturímóti skynsamari í rakstri enn verandi koparnet. Tilfarið er bíligari, krøvini til kaðalveitingar eru minni, og fipurnetið verður neyvt kortlagt og skrásett við GPS-punktum. Harafturat er eitt fipurnet meira atkomuligt og lættari at umvæla. Sí hvar fipur er tøkt og ætlan fyri útbygging Tað er Net, ið leggur fipur kring allar føroyar. Sí teirra ætlan fyri útbygging við at trýsta á leinkjuna niðanfyri. Fipur og útbygging

Talgildur uppruddingardagur

Digital Cleanup day ella Talgildur ruddingardagur er ein dagur, har dentur verður lagdur á tað umhvørvisliga fótafarið, ið talgildi pallurin setur á heimin. Ætlanin við degnum er at vísa á, hvørja ávirkan tøknin hevur á umhvørvið og at gera fólk tilvitað um, at tað eisini er neyðugt at rudda talgildu pallarnar. Talgildi ruddingardagurin er 3. leygardag í mars, hvørt ár.   Tey flestu av okkum hava eina rúgvu av dátum í skýnum. Her er talan um myndir, teldupostar og trygdarrit av telefonum og teldum. Tað krevur eina rúgvu av orku at goyma og varðveita okkara dátur, og vit kunnu gera okkara fyri at vit ikki goyma óneyðuga stórar mongdir av dátum. Fyri at spara uppá Co2 útlátið kunnu vit rudda út í tí, ið vit goyma í skýnum.   Nøkur góð ráð til at rudda út í tínum talgilda tilfari.   Sortera og sletta í tínum myndum á t.d. Icloud og Google drive Rudda út í tínum teldupostum. Serliga teir teldupostarnar, ið hava myndir og stóra fílar fylla nógv Strika øll tíðindabrøvum, ið tú fær umvegis teldupost, men sum tú ikki lesur Sletta appirnar, ið tú ikki brúkar, bæði á telefonini og á telduni.  Sortera og sletta í tíni Downloads mappu Minst til at tøma ruskílatið á skriviborðinum á telduni og í myndamappuni á telefonini.   Nøkur góð ráð til at betra um Co2 útlátið frá tínum talgildu pallum Tá tú tekur myndir, er snilt at velja tær bestu myndirnar burturúr beinanvegin og sletta restina Tá tú tekur myndir, er snilt at velja tær bestu myndirnar burturúr beinanvegin og sletta restina Sletta teldupostar, ið eru avgreiddir, og sum ikki hava nakran týdning Sker allar óneyðugar teldupostar, við myndum og stórum fílum, burtur. Bæði teir, ið tú sendir og teir, ið tú móttekur. Er hetta fyrstu ferð, ið tú ruddar út á tínum talgildu pallum, er upptakið allarhelst stórt. Men gera vit hetta hvørt ár, er uppruddingararbeiði meira einfalt og hugaligt. Mann metur: at ein sendur teldupostur, ið fyllir 1 MB, útleiðir 20 gram av Co2 at KT-vinnan, í øllum heiminum, útleiðir eins nógv Co2 sum flogvinnan at dátumiðstøðir nýta áleið 10% av øllum streyminum í heiminum.

Nema er aftur fyrst

Nú kunnu føroyingar fáa FRÍTT DATA frá Nema. Vit eru sera errin av, at vit enn einaferð eru fyrst á marknaðin við einum nýggjum telefonhaldi, ið er slóðbrótandi fyri føroyskt fjarskifti. Í londunum rundan um okkum hevur tað, í eina tíð, borið til at fáa telefonhald við fríum data, og vit eru ovurfegin um, at vit nú kunnu bjóða føroyingum tað sama.   Tað er eingin loyna, at Nema er minni enn kappingarneytin, men hóast hetta eru vit kend fyri at bróta mørk og at flyta føroyska fjarskiftismarknaðin. Hjá Nema starvast nógv góð og ágrýtin fólk, sum vilja bjóða av og skapa nýggjar tænastur til kundarnar.  Nema var fyrsti veitari at bjóða bæði 3G og 4G í Føroyum. Í 2018 var Nema fyrst á marknaðin við familjuhaldunum, sum hava havt ógvuliga góða ávirkan á føroyska fjarskiftismarknaðin. Í 2015 var Nema eisini fyrst við ungdómshaldunum, ið vóru kallað Red Ung.  Fyrsti veitari at bjóða óavmarkað data til breiðband var eisini Nema, og nú er tíðin komin at bjóða telefonhald við fríum data. Vit vóna, at tað verður eins væl móttikið sum undanfarnu tænasturnar frá Nema. Vit gevast ikki her, men arbeiða altíð fram ímóti at gerast betri og at bøta um tænasturnar til okkara kundar.  Vit vilja, at øll kunnu royna Frítt data frá Nema, og tí bjóða vit Frítt data fyri serprís fram til 31. juli.  Les meir um Frítt Data frá Nema Frítt Data

1 2 3