Tíðindi
-
Vit styrkja okkara toymi innan KT-trygd
KT-trygd er ein fastur og raðfestur partur av okkara virksemi. Uppgávurnar á økinum økjast, og tí søkja vit eftir einum starvsfólki afturat, sum saman við okkara verandi toymi skal vera við til at menna og styrkja trygdararbeiðið enn meira. Vit leita eftir tær, sum bæði trívist við at skriva greiðar mannagongdir og at arbeiða við…
-
Nema søkir eftir fíggjarfrøðingi
Vilt tú vera við til at menna og sjálvvirka okkara fíggjargongdir, og samstundis gerast ein týðandi sparringsfelagi fyri alla fyritøkuna? So vilja vit fegin hoyra frá tær! Hjá Nema leita vit eftir einum fíggjarfrøðingi (financial controller), ið dámar væl at arbeiða við sjálvvirkan av fíggjargongdum, er analytisk/ur og ikki bangin fyri at hjálpa til við…
-
Lærlingur til KT-supportina hjá Nema
Hevur tú áhuga fyri KT, dámar tær at loysa avbjóðingar og at hjálpa øðrum? So er tað kanska tær, vit leita eftir. Nema leitar eftir einum forvitnum og ágrýtnum lærlingi, sum hevur hug at læra meira um KT, og gerast partur av einum spennandi og fjølbroyttum arbeiðsumhvørvi. Sum lærlingur innan KT-support hjá Nema, fært tú…
-
Tíðindaskriv til vinnuna
Hjá Nema leggja vit dent á at menna loysnir og tænastur, sum gera mun í gerandisdegnum hjá okkara vinnukundum. Við støði í tørvinum hjá kundunum arbeiða vit støðugt við at betra um okkara skipanir, styrkja okkara tænastur og skapa nýggjar møguleikar. Hesa ferð seta vit sjóneykuna á KT-trygd og tær avbjóðingar, sum fyritøkur standa í,…
-
Nema á Biskupstorginum
Bæði handil og skrivstova hjá okkum í Klaksvík eru nú flutt í nýggj høli á Biskupstorginum. Her hava vit fingið betri karmar til bæði handil, ráðgeving og tænastu til vinnuna. Týsdagin 18. august lótu vit dyrnar upp í nýggju hølunum í reyða bygninginum á Biskupstorgi 21 í Klaksvík. Bæði handil og skrivstova eru nú savnað…
-
Nú er lættari at koma í gongd við Nema-skipanunum
Vit hava broytt prísbygnaðin á Nema Tíð, Nema Løn og Nema Starv. Tað merkir ein lægri byrjunarprís og eina smidligari loysn, har tit nú gjalda eftir talinum á starvsfólkum. Tað skal vera einfalt at velja røttu skipanina, eisini hjá smærri fyritøkum. Tí hava vit broytt prísbygnaðin á Nema Tíð, Nema Løn og Nema Starv, so…
-
Nema søkir eftir handilssamskipara
Ert tú ein eldsál við áhuga fyri sølu, kundatænastu og einum vælvirkandi handli? Dámar tær at hava nógvar bóltar í luftini, hava yvirlit og tryggja, at tingini hanga saman? Vit leita eftir einum handilssamskipara, sum fær ein týðandi leiklut í dagliga rakstrinum og menningini av Nema handlunum í Havn og í Klaksvík. Tín leiklutur Sum handilssamskipari hjá…
-
Politi, peningastovnar og Talgildu Føroyar ávara um víðfevnd sms-svikálop
Seinastu mánaðirnar hava alsamt fleiri føroyingar fingið følsk sms-boð, har svikarar royna at fáa móttakaran at trýsta á eitt leinki og lata frá sær persónligar upplýsingar. Fleiri hava longu latið upplýsingar í teirri trúgv, at boðini komu frá einum peningastovni, Posta, Nets, Samleikanum ella øðrum myndugleika. Politiið, Talgildu Føroyar og peningastovnarnir ávara nú í felag…
-
Livandi Varmakelda á 2 fyri 1
Nema eru stuðlar til tónleikatiltakið, Livandi Varmakelda, ið verður tann 4. juli í Mentanarhúsunum í Fuglafirði. Nú hevur tú møguleikan at ogna tær atgongumerki til konsertina fyri serprís. Við 2 fyri 1 appini hjá Nema, fært tú 2 atgongumerki fyri 1 prís. Atgongumerkini kosta 395 kr. og fyri hendan prísin, kanst tú ogna tær tvey…
-
Umhvørvisvika í Vestmanna
Aftur í ár fer Nema at vera partur av Umhvørvisvikuni hjá Vestmanna kommuni. Í hesum samband leggja vit dent á burturbeining av elektronikki. Røtt burturbeining av elektronikki er ein týdningarmikil liður í at verja bæði umhvørvið og náttúrutilfeingið. Tí fara vit, aftur í ár, at opna ein bás til elektroniskt burturkast á ruskplássinum, Skilagátt í…



