Onki úrslit
Undanfarna síða
Search by
Næsta síða

Eitt farnet í Føroyum

FT Samskifti, dótturfelag í Føroya Tele-samtakinum, og Nema eru vorðin samd um at samstarva um sendistøðirnar í nýggja farnetinum, sum FT Samskifti hevur bygt saman við Ericsson. Endaliga avtalan var undirskrivað 22. desember 2023. Veitararnir bjóða sama dekning, meðan tað framvegis er kapping um hald, produktir og tænastur. Samstarvið Samstarvið fevnir um eins atgongd til sendistøðirnar, sum kallast RAN-netið. RAN-netið veitir dekning á landi og sjógvi, og skal dekka allar Føroyar og vera til gagns fyri allar brúkarar. Sostatt fáa kundarnir hjá báðum veitarum atgongd til sama dekning, somu ferð og sama kapasitet. FT Samskifti eigur og rekur RAN-netið vegna báðar veitararnar. Kappingin Samstarvið fevnir ikki um kjarnutøknina í farnetinum. Veitararnir hava hvør sína kjarnutøkni, sum stýrir teimum hentleikum, produktum og tænastum, ið veitararnir bjóða sínum kundum. Hetta tryggjar framhaldandi kapping á marknaðinum, og brúkarin kann framvegis velja veitaran, sum gevur honum bestu haldini, bestu produktini og bestu tænasturnar. Samstarvsbygnaðurin RAN-deild er sett á stovn hjá FT Samskifti, og deildin hevur ábyrgdina av rakstri og framhaldandi menning av RAN-netinum. RAN-deildin samskiftir beinleiðis við avvarðandi deildir hjá FT Samskifti og Nema um RAN-netið. Kundatænasta Hava kundar spurningar til farnetið ella uppliva trupulleikar, skulu teir eins og áður venda sær egnan veitara. Ofta spurdir spurningar

Nema kundar fáa nýtt farnet

Nú fáa allir føroyingar ágóðan av nýggja farnetinum. Í fyrstu atløgu er talan um dagførda 2G, 3G og 4G net. Farnetið er landsdekkandi og gevur øllum munandi betri og skjótari samband. Nema og Føroya Tele samstarva um eitt og sama farnet soleiðis, at samband og góðska verður eins fyri allar føroyingar. Í hesu vikuni, fara vit at flyta yvir á nýggja felags farnetið og orsaka av hesum, kunnu tit uppliva órógv á telefonsambandinum. Soleiðis verður arbeitt við at flyta á nýggja netið: Týsmorgunin: Norðuroyggjar Mikumorgunin: Eysturoy, Vágar, Sandoy og Suðuroy Hósmorgunin: Streymoy Um tit hava trupulleikar við telefonsambandinum hetta tíðarskeiðið, viðmæla vit, at tit seta telefonina á 'Flight mode' í 30 sekund og síðan royna aftur.  Tit eru eisini vælkomin at ringja á tel. 20 20 20 ella senda ein mail til nema@nema.fo

Vit halda jól árið út

Vit hava nógvar góðar vørur á lagur, ið vit ynskja at bjóða tykkum fyri serprís. Talan er m.a. um teldur, skermar og tilhoyr so sum hesar: Dell UltraSharp U2422HE Prísur:2799,20 - 1.847,47 kr. u/mvg 24”, 1920 x 1080p @60HzInnbygda USB-C dokk v. EthernetKann stillast í hædd, tilt, svivel og pivot. Les meira Dell Latitude 9430 Prísur:15.992,00 - 12.793,60 kr. u/mvg 14″ FHD+ (1920×1200)Intel Core i5-1245U (10 Core)16GB DDR5 5200Mhz Ram512GB SSD PCIe Harðdisk Les meira Set teg í samband við okkara sølutoymi og fá ein góðan prís uppá tað, ið tær tørvar. Nú við enn fleiri GB hvønn mðr. Jólini komu tiðliga í ár, serliga fyri okkara vinnukundar, ið hava fartelefonhald og farnet frá okkum. Vit hava nemliga hækkað GB í flest øllum haldum. Sí hvørjar broytingar vit hava gjørt við títt hald: Fartelefonhald 2GB vinnuhald -> 3GB 14GB Vinnuhald -> 16GB 26GB Vinnuhald -> 32GB 40GB Vinnuhald -> 45GB 60GB Vinnuhald -> 65GB Nýtt hald: 8GB - Kr. 149,- u/mvg pr. mðr. Farnet / datahald 50GB datahald -> 400GB Farnet hald 500GB datahald –> 600GB Farnet hald 750GB datahald –> 800GB Farnet hald Nýtt hald: 75GB - Kr. 249,- u/mvg pr. mðr. Nýtt hald: 300GB - Kr. 300,- u/mvg pr. mðr.

Jólatilboð Til Vitjandi

Fá 3 mðr. fyri einans 30 krónur! Takk fyri vitjanina í nýggja handli okkara, leygardagin 9. desember. Vit ynskja hervið at bjóða tær at stovna eitt hald frá Nema og fáa 3 mánaðir fyri einans 30 krónur. ✔ Einfalt og skjótt at skifta veitara ✔ Títt nummar fylgir við ✔ E-sim ella vanligt simkort ✔ Atgongd til 2 fyri 1 appina, Data rull & Gev data Meira enn bara eitt telefonhald - Fyll teigarnar út og vit seta okkum í samband við teg sum skjótast. Gev gætur, at fyrsti mánaðurin, tá ið haldið verður skrásett, er fult gjald. Avslátturin verður lagdur á eftirfylgjandi 3 mðr.

Soleiðis hava vit opið í desember

Í Tórshavn 19. – 23. desember kl. 10-20.24. – 26. desember – Stongt 27. desember kl. 14 – 17.3028. desember kl. 10 – 17.3029. desember til 1. januar – Stongt Í Klaksvík 19. – 23. desember kl. 10-20.24 – 26. desember - Stongt27. desembur kl. 14 – 17.3028 – 29. desember kl. 10-17.3030. og 31. desember - Stongt1. Januar - Stongt Jólagávunar finnur tú hjá okkum Allan desembermánaða selja vit eina rúgvu av góðum vørum við avsláttri. Sí eisini jólagávuhugskot á nethandli okkara. Vit vita, hvørjar jólagávur øll vilja Nema við. Vitja nethandilin Vit eru flutt! Nema handilin í Tórshavn er fluttur. Vit eru tó ikki farin so langt og eru enn í sama bygningi. Kom og vitja okkum í teimum flottu, nýggju hølunum.

Fipurnet til Toftir og Saltnes!

Fipurnet er nú tøkt at undanbíleggja í hesum adressum: Toftir Saltnes Undanbílegg áðrenn 17. november ... og slepp undan øllum roksinum. Tað eru sera nógvir fyrimunir við at undanbíleggja fipurnet, áðrenn freistin er farin. Tit fáa eina lidna loysn, sum riggar, so skjótt montørurin er liðugur. Fipurin verður lagdur inn í húsið Fipurbrúgv verður gjørd Routari/beinari verður settur til og uppsettur Internetið verður eftirkannað Tú sleppur sostatt eftirfylgjandi bílegging av beinaran, uppsetan, gjaldið fyri montør og annað. Hetta er tí eiin fullfíggjað loysn. Undanbílegg/skráset teg í dag: Hvat er fipur og hvørjir fyrimunir eru? Fipurnet fer at kollvelta tøknina, vit kenna í dag. Tøknin letur upp fyri, at telefeløgini kunnu bjóða ferðir heilt upp til 1000 Mbit og meira. Tað er óhoyrt fyri føroyingar og fólkið, ið her býr.  Fipur er ein nútímans tøkni, sum gevur ógvuliga skjótt og álítandi internetsamband gjøgnum ljósleiðaratægrar, ið eru til tjúkdar sum eitt hár. Sjálvur fipurkaðalin er nakrar fáar millimetrar til tjúkdar og liggur vardur í eini sterkari rørleiðing, sum er átta millimetrar til tjúkdar. Ein slík rørleiðing verður løgd inn til hvørt einstaka húsarhald.  At leggja fipur er tískil ein sera stór íløga, bæði fíggjarliga og í arbeiðsorku. Men eitt fipurnet er harafturímóti skynsamari í rakstri enn verandi koparnet. Tilfarið er bíligari, krøvini til kaðalveitingar eru minni, og fipurnetið verður neyvt kortlagt og skrásett við GPS-punktum. Harafturat er eitt fipurnet meira atkomuligt og lættari at umvæla. Her er fipurnet tøkt Ætlan fyri útbygging

Einstaklinga Ung og Familja Ung haldini fara í søguna

Mikudagin 15. novembur fara Einstaklingahald Ung og Familja Ung í søguna. Einfalda orsøkin er, at tøknin, ið umsitur hesi hald, fer úr gildi. Hetta hevur við sær, at vit eru noydd at fáa allar kundar í hesum haldum at flyta í eitt annað hald.Um tú ert ein av hesum kundum, so er møguligt at flyta haldini yvir til Mítt Nema (maks 6 hald), ella forseta á einum familjuhaldi: Fyrimunir við Mítt Nema Við nýggju sjálvgreiðsluni, Mítt Nema, er tað einfalt og skjótt at avgreiða skiftið umvegis Nema appina ella netið.Leinkið, at heinta sjálvgreiðsluna til appina er niðanfyri. Trýst her, um tú vilt gera tað umvegis telduna/netið.Fyrimunir við Mítt Nema eru m.a.: Ongar eykarokningar Betri roaming tænasta Gev data og bið data frá øðrum. Nýmótans sjálvgreiðsla, ið ger tað lætt at umsita tíni hald Datarull, ið flytir restina av data yvir til komandi mánað. Forseta sum vanligt familjuhald: Títt hald verður flutt yvir í eitt Familjuhald sjálvvirkandi tann 15. novembur. Tó kanst tú altíð flyta verandi hald yvir til Mítt Nema eftirfylgjandi.Gevið gætur, at eingin avmarking er á nýtsluni á hesum haldi, og harvið er møguleiki fyri eykarokningum við meirnýtslu. Ivast tú enn? Ring til okkum á tlf. 202020 og vit hjálpa tær fegin. Gev gætur, at tað einans er møguligt, at skráseta gjaldskort til tænasturnar frá Nema í løtuni. Heinta Mítt Nema appina her

Sølulærlingur til privatkundatoymið

Vilt tú hava avbjóðingar og persónliga menning, og ynskir tú at gerast stinnari í sølu og kundarøkt?Nema søkir eftir sølulærlingi. Kom við og ver partur av rúkandi menningini innan kunningar- og samskiftistøkni í Føroyum. Starvið Tú verður partur av einum toymi, sum veitir serliga ráðgeving og sølu av telefon og internethaldum. Umframt sølu og ráðgeving umvegis telefon- og teldupostavgreiðslu, fert tú at arbeiða nógv við at fyrireika søluátøk, útgangandi sølu og nógvum øðrum spennandi uppgávum.Talan er um eitt fulltíðarstarv, har tú fert at húsast hjá Nema í Tórshavn, men uppgávur uttan fyri kunnu eisini væntast. Tú Tú ert hugaður at læra, tænastusinnað/ur, opin og forvitin. Tú ert eisini fyrikomandi og málsøkin og kanst arbeiða sjálvstøðugt eins væl sum í toymi. Tú dugir at samskifta bæði skrivliga og munnliga, og tær dámar at skapa varandi sambond, ið gagna bæði kundanum og handlinum. Vit bjóða Eitt gott, fjølbroytt og spennandi starv í einum professionellum umhvørvi, har tú fært møguleikar at menna teg persónliga og fakliga og sleppur at seta tín dám á arbeiðsdagin. Tú fært uppgávur og ábyrgd í samsvari við tínar vaksandi førleikar. Løn og setanartreytir sambært sáttmála. Um Nema Er ein av størstu heildarveitarum innan kunningar- og samskiftistøkni. Her starvast umleið 75 fólk í Havn og Klaksvík, og virksemið er nógv vaksandi á fleiri økjum. Forvitin? Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Sigurð J. Simonsen á tel. 502047 ella á sjs@nema.fo. Umsóknir Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 24. novembur 2023 Søk her

Sølulærlingur til marknaðardeildina 

Vilt tú hava avbjóðingar og persónliga menning, og ynskir tú at gerast stinnari innan marknaðarføring og sølu? Nema søkir eftir sølulærlingi, við serligum tokka til marknaðarføring. Kom við og ver partur av rúkandi menningini innan kunningar- og samskiftistøkni í Føroyum.  Um starvið Tú verður fyrst og fremst knýtt/ur at marknaðardeildini, ið røkir hópin av uppgávum, ið snúgva seg um beinleiðis marknaðarføring, produktmenning og ymisk átøk á netinum, innan- og uttanhýsis.  Umframt marknaðardeildina verður tú eisini knýtt/ur at vinnudeildini, har ið tú kemur at menna tínar førleikar í sølu- og læruvinnuni. Arbeiðsstaðurin er hjá Nema í Tórshavn.  Um teg Tú ert hugað/ur at læra, opin og forvitin. Tú ert eisini fyrikomandi og málsøkin og kanst arbeiða sjálvstøðugt, eins væl sum í toymi. Tú dugir at samskifta bæði skrivliga og munnliga, og tær dámar at skapa varandi sambond, ið gagna bæði tær og kundanum.  Vit bjóða Eitt gott, fjølbroytt og spennandi starv í einum professionellum umhvørvi, har tú sleppur at menna teg persónliga og fakliga og kanst seta tín dám á arbeiðsdagin. Tú fært uppgávur og ábyrgd í samsvari við tínar vaksandi førleikar. Løn og setanartreytir sambært sáttmála.  Um Nema Er ein av størstu heildarveitarum innan kunningar- og samskiftistøkni. Her starvast umleið 75 fólk í Havn og Klaksvík, og virksemið er nógv vaksandi á fleiri økjum, ið ger, at dagurin ongantíð er eins.  Forvitin? Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Boga Jørgensen á tlf. 502081 ella á bojo@nema.fo.  Umsóknir Umsókn skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 13. novembur 2023  Søk her

Einki starv er leyst at søkja í løtuni

Tit skulu tó altíð vera vælkomin at ringja til viðkomandi leiðarar, ella senda teimum ein teldupost.

1 2 3 4 5