Eitt farnet í Føroyum
FT Samskifti, dótturfelag í Føroya Tele-samtakinum, og Nema eru vorðin samd um at samstarva um sendistøðirnar í nýggja farnetinum, sum FT Samskifti hevur bygt saman við Ericsson. Endaliga avtalan var undirskrivað 22. desember 2023. Veitararnir bjóða sama dekning, meðan tað framvegis er kapping um hald, produktir og tænastur.
Samstarvið
Samstarvið fevnir um eins atgongd til sendistøðirnar, sum kallast RAN-netið. RAN-netið veitir dekning á landi og sjógvi, og skal dekka allar Føroyar og vera til gagns fyri allar brúkarar. Sostatt fáa kundarnir hjá báðum veitarum atgongd til sama dekning, somu ferð og sama kapasitet. FT Samskifti eigur og rekur RAN-netið vegna báðar veitararnar.
Kappingin
Samstarvið fevnir ikki um kjarnutøknina í farnetinum. Veitararnir hava hvør sína kjarnutøkni, sum stýrir teimum hentleikum, produktum og tænastum, ið veitararnir bjóða sínum kundum.
Hetta tryggjar framhaldandi kapping á marknaðinum, og brúkarin kann framvegis velja veitaran, sum gevur honum bestu haldini, bestu produktini og bestu tænasturnar.
Samstarvsbygnaðurin
RAN-deild er sett á stovn hjá FT Samskifti, og deildin hevur ábyrgdina av rakstri og framhaldandi menning av RAN-netinum. RAN-deildin samskiftir beinleiðis við avvarðandi deildir hjá FT Samskifti og Nema um RAN-netið.
Kundatænasta
Hava kundar spurningar til farnetið ella uppliva trupulleikar, skulu teir eins og áður venda sær egnan veitara.
Ofta spurdir spurningar
Samstarvið fevnir um sendistøðirnar, sum kallast RAN-netið. Samstarvið fevnir ikki um kjarnutøknina í farnetinum. Sostatt bjóða veitararnir sama dekning, meðan teir framvegis kappast um hald, produktir og tænastur.
Treytað av kjarnutøknini hjá einstaka veitaranum kunnu kundar fáa sama dekning, somu ferð og sama kapasitet í RAN-netinum. Kjarnutøknin stýrir haldum, produktum og tænastum, og sostatt kappast veitararnir um at bjóða bestu haldini, bestu produktini og bestu tænasturnar.
RAN-netið skal dekka alt bygt øki og almennar farleiðir, umframt meginpartin av óbygdum øki og áleið 70 fjórðingar til havs. Komandi árini verður RAN-netið áhaldandi ment og útbygt.
Har ið innanduraloysnir eru settar upp, fáa kundar innanduradekning, sama hvønn veitara teir hava. Vilja kundar hava betri innanduradekning í eitt nú skrivstovuhølum ella framleiðsluhølum, skulu teir seta seg í samband við sín veitara. Hetta er ikki galdandi fyri privat farnet, sum kundar keypa frá sínum veitara til avmarkaða nýtslu.
Avtalan gevur báðum pørtum somu atgongd til fylgjandi tøkni á RAN-netinum: 2G, 3G, 4G og 5G. Harumframt kunnu báðir veitarar nú eisini bjóða IoT-tøknirnar, NB-IoT og Cat M1-IoT.
Uppliva kundar órógv ella brek á farnetinum, skulu teir venda sær til egnan veitara. Um veitarin staðfestir, at møguligt brek er á RAN-netinum, sendir veitarin fráboðan til RAN-deildina, sum hevur ábyrgdina av rakstri og viðlíkahaldi av RAN-netinum.
Tøkniliga loysnin er sett upp eftir altjóða MOCN-standardinum, sum er mentur eftir 3GPP-standardi. MOCN er stytting fyri “Multi Operator Core Networks” og merkir tøkniliga, at veitararnir brúka sama RAN-net og somu frekvensir, men hava hvør sína kjarnutøkni til hald, produktir og tænastur.
FT Samskifti, dótturfelag í Føroya Tele-samtakinum, eigur RAN-netið.
Vegna báðar veitararnar er partleys RAN-deild sett á stovn hjá FT Samskifti. Deildin hevur ábyrgdina av rakstri og framhaldandi menning av RAN-netinum.
Frammanundan avtaluni høvdu báðir veitararnar fyri framman at gera íløgur í nýtt farnet við 5G. Við at samstarva um eitt RAN-net bera veitararnir hvør sín part av íløguni og rakstrinum av RAN-netinum. Nema rindar leypandi gjald, sum er kostnaðarbaserað og uppgjørt eftir ymiskum býtislyklum. Býtislyklarnir taka millum annað atlit til avtalutíðarskeiðið, íløgukostnaðin, rakstarkostnaðin og nýtsluna á RAN-netinum. Soleiðis eru báðir veitararnir við til at bera sín lut av íløguni og rakstrinum av RAN-netinum.
Ja, aðrir veitarar hava møguleika at bjóða seg fram á føroyska fjarskiftismarknaðinum. FT Samskifti og Nema hava bundið seg til hvør sær at bjóða fylgjandi:
- Eitt standard tilboð um Full MVNO-avtalu
- Eitt standard tilboð um Medium MVNO-avtalu
- Eitt standard tilboð um Light MVNO-avtalu
- Eitt standard tilboð um Brand Reseller-avtalu
Fleiri greinar