Nema kundar fáa nýtt farnet
Nú fáa allir føroyingar ágóðan av nýggja farnetinum. Í fyrstu atløgu er talan um dagførda 2G, 3G og 4G net. Farnetið er landsdekkandi og gevur øllum munandi betri og skjótari samband.
Nema og Føroya Tele samstarva um eitt og sama farnet soleiðis, at samband og góðska verður eins fyri allar føroyingar.
Í hesu vikuni, fara vit at flyta yvir á nýggja felags farnetið og orsaka av hesum, kunnu tit uppliva órógv á telefonsambandinum.
Soleiðis verður arbeitt við at flyta á nýggja netið:
Týsmorgunin: Norðuroyggjar
Mikumorgunin: Eysturoy, Vágar, Sandoy og Suðuroy
Hósmorgunin: Streymoy
Um tit hava trupulleikar við telefonsambandinum hetta tíðarskeiðið, viðmæla vit, at tit seta telefonina á ‘Flight mode’ í 30 sekund og síðan royna aftur.
Tit eru eisini vælkomin at ringja á tel. 20 20 20 ella senda ein mail til nema@nema.fo
Fleiri greinar