
Søk um stuðul
Stuðulspolitikkur
Nema leggur dent á at stuðla verkætlanum, sum eru viðkomandi fyri okkara virksemi.
Úr okkara sjónarmiði er stuðulsskipanin ein íløga í verkætlanir, sum samsvara við okkara endamálsorðing, og harafturat ein møguleiki at fáa djúpari innlit í tað, sum rørir seg í samfelagnum – serliga á okkara øki.
Seráhugamálini hjá Nema eru verkætlanir, sum hava hesar eginleikar:
- At kunna um og kveikja áhuga fyri forriting.
- At upplýsa um og varpa ljós á atburð á netinum, bæði fyrimunir og vansar.
- Virksemi ella gransking, sum er viðkomandi fyri tøkni og trygd á netinum.
Um tú hevur eitt gott hugskot ella eina granskingarverkætlan, sum er í tráð við okkara endamálsorðing, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum. Vit vilja fegin frætta frá tær.
Gávukort, útgerð og annar stuðul:
Tó at Nema hevur ávís øki, ið eru serliga áhugaverd fyri okkum, taka vit gjarna móti øðrum fyrispurningum.
Her hugsa vit serliga um smærri upphæddir til t.d. lutaseðlar, vinningar av ymiskum slag og lýsingar.
Námsferðir og skúlaflokkar:
Vit stuðla tíverri ikki námsferðum og líknandi.
Viðger av umsóknum
Eftir 1. Januar 2025 verða umsóknir vv. verkætlanum og øllum stuðli viðgjørdar 6 ferðir um árið:
– 28. Februar
– 30. Apríl
– 30. Juni
– 31. August
– 31. Oktober
– 19. Desember
Vit miðja eftir, at svara øllum, ið hava sent umsókn um stuðul umvegis leinkjuna niðanfyri, seinast eina viku eftir farna freist.
Gev gætur; allar stuðulsumsóknur skulu gerast umvegis leinkjuna niðanfyri.
Nema, stuðul og tilvit
Sum fyritøka fevna vit breitt, og tað er okkara ábyrgd at vera tilvitað um, hvørja ávirkan vit hava á samfelagið og umhvørvið.
Vit fylgja forvitin við í tí, ið rørir seg í samfelagnum, og vilja fegin eggja einstaklingum, áhugabólkum og felagsskapum við stuðli, og skapa karmar fyri ungar spírar, har teirra hugskot og gransking verða stimbrað og ment.
Veitst tú um okkurt spennandi og viðkomandi, sum rørir seg?
Gev okkum eitt preið við at skriva til nema@nema.fo við heitinum ‘Stuðul’.
Stuðulstíðindi

Nema stuðlar – GameJam
GameJam – eitt íkast til føroysku spælivinnuna. Farna vikuskifti, dagarnar 5.-7. septembur, var árliga og afturvendandi tiltakið GameJam á skránni, og aftur í ár vóru vit hjá Nema ernir stuðlar til tiltakið. Endamálið við GameJam er at menna og styrkja føroysku spælivinnuna. Sum KT-fyritøka ynskja vit at eggja til nýhugsan og menning á økinum, og tí eru vit sera fegin um at kunna taka lut og leggja okkara íkast til hetta týdningarmikla tiltakið. Hvat er GameJam? GameJam er eitt altjóða kent konsept, har luttakararnir fáa stutta tíð – vanliga 48 tímar – til at menna eitt nýtt spæl. Tá tiltakið byrjar, verður eitt evni avdúkað, og tað verður brúkt sum grundarlag í menningararbeiðinum. Hetta merkir, at hugskot, spæl, og prototypa skulu skapast og latast inn innan ásettu freistina. Evnini eru ymisk frá ári til ár, men verða ofta hildin einføld og breið. Í ár var evnið Fløkja. Aftur í ár var luttakaratalið stórt og nógv áhugaverd og ymisk spøl spurdust burturúr, bæði telduspøl og borðspøl. Á myndini omanfyri síggjast vinnararnir, ið vunnu kappingina av telduspølum.

Nema stuðlar – GameJam
GameJam hevur sum endamál at menna og stuðla tí føroysku spælivinnuni, og hesum taka vit sjálvandi fult undir við. Vit eru tí sera fegin um at stuðla teimum! Hvat er GameJam? Høvuðsendamálið við einum GameJam er at menna eitt spæl innan fyri eitt ávíst tíðarskeið; sum oftast 48 tímar. Vanliga fært tú eitt evni avdúkað, tá ið tiltakið byrjar. Tað vil siga, at tú skalt finna uppá, menna og lata inn eina prototypu innanfyri ásettu tíðarfreistina. Evnið kann broytast nógv, alt eftir hvør finnur uppá tað. Tó er evnið vanliga ógvuliga einfalt og breitt, so sum “Vøkstur”, “Framleiðsla” ella “Viðlíkahald”. Tú skalt so brúka evnið sum grundarlag í spælinum. Les meira

Nema stuðlar – Tryggari internetdagur
Tryggari internetdagurin er eitt afturvendandi átak, sum SSP skipar fyri á hvørjum ári. Internetið er ein sers stórur partur av okkara gerandisdegi, og hava vit øll tí eina samábyrgd av at gera internetið so gott og trygt, sum til ber. Tí stuðlar Nema eisini árliga hesum átakinum. Les meira

Nema stuðlar – Renn fyri lívi
Renn fyri lívi er ein skipan og app, sum knýtir neyðhjálparar og nærmasta hjartastartara saman við vaktsentralinum á Landssjúkrahúsinum. Hetta kann veita skjóta hjálp, ið kann vera á staðnum innan 5 minuttir, og harvið skapa tryggleika og vera við til at bjarga mannalívum. Hesum stuðla vit sjálvandi! Vilt tú gerast neyðhjálpari, so kanst tú melda teg til her