Onki úrslit
Undanfarna síða
Search by
Næsta síða

Talgildur uppruddingardagur

Digital Cleanup day ella Talgildur ruddingardagur er ein dagur, har dentur verður lagdur á tað umhvørvisliga fótafarið, ið talgildi pallurin setur á heimin. Ætlanin við degnum er at vísa á, hvørja ávirkan tøknin hevur á umhvørvið og at gera fólk tilvitað um, at tað eisini er neyðugt at rudda talgildu pallarnar. Talgildi ruddingardagurin er 3. leygardag í mars, hvørt ár.  

Tey flestu av okkum hava eina rúgvu av dátum í skýnum. Her er talan um myndir, teldupostar og trygdarrit av telefonum og teldum. Tað krevur eina rúgvu av orku at goyma og varðveita okkara dátur, og vit kunnu gera okkara fyri at vit ikki goyma óneyðuga stórar mongdir av dátum. Fyri at spara uppá Co2 útlátið kunnu vit rudda út í tí, ið vit goyma í skýnum.  

Nøkur góð ráð til at rudda út í tínum talgilda tilfari.  

  1. Sortera og sletta í tínum myndum á t.d. Icloud og Google drive
  2. Rudda út í tínum teldupostum. Serliga teir teldupostarnar, ið hava myndir og stóra fílar fylla nógv
  3. Strika øll tíðindabrøvum, ið tú fær umvegis teldupost, men sum tú ikki lesur
  4. Sletta appirnar, ið tú ikki brúkar, bæði á telefonini og á telduni. 
  5. Sortera og sletta í tíni Downloads mappu
  6. Minst til at tøma ruskílatið á skriviborðinum á telduni og í myndamappuni á telefonini.  
  1. Tá tú tekur myndir, er snilt at velja tær bestu myndirnar burturúr beinanvegin og sletta restina
  2. Tá tú tekur myndir, er snilt at velja tær bestu myndirnar burturúr beinanvegin og sletta restina
  3. Sletta teldupostar, ið eru avgreiddir, og sum ikki hava nakran týdning
  4. Sker allar óneyðugar teldupostar, við myndum og stórum fílum, burtur. Bæði teir, ið tú sendir og teir, ið tú móttekur.

Er hetta fyrstu ferð, ið tú ruddar út á tínum talgildu pallum, er upptakið allarhelst stórt. Men gera vit hetta hvørt ár, er uppruddingararbeiði meira einfalt og hugaligt.

Mann metur:

  • at ein sendur teldupostur, ið fyllir 1 MB, útleiðir 20 gram av Co2
  • at KT-vinnan, í øllum heiminum, útleiðir eins nógv Co2 sum flogvinnan
  • at dátumiðstøðir nýta áleið 10% av øllum streyminum í heiminum.

Fleiri greinar