Onki úrslit
Undanfarna síða
Search by
Næsta síða

Skála Skúli vann Grøna gávubrævið 2023

“Virðið á Grøna Gávubrævinum í ár er 29.500 krónur, sum í ár verður latin til ein skúla, ið veruliga hevur sett fokus á burðardyggar loysnir í undirvísingini. Skúlin hevur á ein savnandi og eggjandi hátt givið næmingunum áhuga, virðing og lærdóm um okkara tilfeingið, og hvussu tey kunnu gagnnýta tað á skynsaman hátt. Í skúlanum hava tey m.a. eplaveltu, tey fletta, fiska, framleiða sápu, pappír og mangt annað. Og við Grøna Gávubrævinum frá Nema, er ætlanin at keypa sær eitt vakstrarhús, so tey kunnu virka enn meira grønmeti.” segði Súsanna Berg, vegna dómsnevndina. Hetta er triðja árið, at Grøna Gávubrævið verður handað.
Nema vil eisini gera sítt til at tálma nýtsluni av plastposum, og tað verður gjørt við dýrari plastposum. Ein plastposi hjá Nema kostar tí 2,50 kr. Tá ið viðskiftafólk vilja keypa ein plastposa, skulu pengarnar koma umhvørvisátøkum til góðar. Tí fer allur peningurin frá sølu av plastposum óskerdur til Endurkeyp Gávuna.

Á myndini er 7. flokkur í Skála Skúla. Tó skal sigast, at allir næmingar standa sama um Grøna Skúlan.


Fleiri greinar