Nema tendrar nú 5G reiking
Eftir at hava roynt nýggju tøknina í nakrar mánaðir bjóðar Nema nú 5G-reiking kring næstan allan knøttin. Hetta merkir, at føroyingar, ið ferðast uttanlands, nú kunnu njóta ágóðan av skjótum 5G-sambandi á heimsstigi .
Føroyingar, ið ferðast uttanlands, t.d. í páskafrí, fara at uppliva nýggju 5G-tøknina við fullari ferð, nú Nema bjóðar 5G-reiking kring allan heimin.
5G er framtíðarnet á heimsstigi, og samanborið við gamla 4G-netið verður ferðin nú fleirfaldað, og tænastumøguleikarnar eru eisini uppaftur betri.
5G Í FØROYUM Í SUMMAR
Í summar fer Nema eisini at tendra 5G-netið í Føroyum, sum í løtuni verið útbygt saman við Føroya Tele og Ericsson. Nema og FT-Samskifti samstarva um sendistøðirnar í nýggja føroyska 5G-farnetinum. Samstarvið fevnir um atgongd til allar 5G-sendistøðirnar, og 5G-netið fer at fevna um allar Føroyar og vera til gagns fyri allar brúkarar. Sostatt fáa kundarnir hjá báðum veitarum atgongd til sama net, somu ferð og sama kapasitet.
Dagføring 16/8-23: 5G í Føroyum er útsett til síðst í 3 kvartal av 2023.
Les meira á https://nema.fo/5g/
Fleiri greinar