
Nema søkir eftir KT samskipara
Vit leita eftir einum dugnaligum og tænastusinnaðum samskipara til KT deildina á Nema.
Talan er um eitt starv við umsitingarligum og samskipandi uppgávum. Sum samskipari verður tú kjarnin í okkara dagliga rakstri, har tú skalt tryggja eina munadygga samskipan av KT support, søluavgreiðslum og verkætlanum. Tú fært ein týðandi leiklut í at taka tær av øllum inngangandi fyrispurningum og skalt tryggja, at uppgávurnar fara til tey røttu starvsfólkini og fylgja hesum upp.
Í hesum starvi fært tú møguleika at arbeiða við nógvum spennandi uppgávum og fólkum við ymiskum KT førleikum. Tú fær somuleiðis eitt sera gott innlit í føroyskar fyritøkur og at menna teg innan KT skipanir, útgerð og tær tænastur, ið vit bjóða.
Tínar fremstu uppgávur vera at:
- Samskipan og raðfesting av dagligum support- og tænastuuppgávum
- At samskipa KT verkætlanir og tryggja góðan rakstur
- At vera bindiliður millum KT deildina og restina av fyritøkuni
- At menna og fremja mannagongdir til gagns fyri ymisku deildirnar
Vit vænta tí, at tú:
- Hevur royndir við samskipan av uppgávum
- Hevur góð samstarvsevni og dugir væl at samskifta
- Kann arbeiða sjálvstøðugt og tekur ábyrgd
- Er opin fyri at læra nýggjar skipanir og hevur tokkan til KT
- Hevur fatan fyri fíggjarligum viðurskiftinum og kostnaðarstýring
- Royndir og útbúgving innan KT er ein fyrimunur.
Afturfyri bjóða vit:
- Eitt spennandi og avbjóðandi starv
- Góðar møguleikar fyri fakligari menning
- Eitt gott arbeiðsumhvørvi við góðum starvsfólkum og fult av ágóðum
Um Nema:
Nema er ein føroysk fyritøka, ið skapar kapping og samstundis gongur á odda í menningini av føroyska samskiftis- og KT-marknaðinum. Nema er ein fyritøka í stórum vøkstri, og okkara úrslit seinastu árini hava verið framúr góð. Harumframt hava vit eitt gott og óformelt arbeiðsumhvørvi við á leið 70 starvsfólkum á okkara deildum í Tórshavn og Klaksvík.
Løn og setanartreytir:
Løn verður sambært avtalu millum partarnar. Arbeiðsstaðurin verður í Tórshavn og Klaksvík. Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Frankie Jensen á tlf. 502090.
Umsóknir og avrit av viðkomandi skjølum, skulu sendast inn á leinkjuna niðanfyri.
Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 20. februar 2025.

Tíðindabræv – Februar 2026
Tíðindabrøvini til vinnuna eru aftur úr dvala og hesaferð fevna vit nokkso breitt. Vit seta sjóneykuna á alt frá tryggari talgildari menning til álítandi prentloysnir og eitt hugnaligt tiltak á Hotel Brandan. Felagsnevnarin er haldgóðar loysnir og góðir karmar. Skúlanet Trygt talgilt grundarlag fyri føroysku skúlarnar Allir næmingar og lærarar í føroysku fólkaskúlunum hava nú atgongd til eitt felags og trygt KT-net. Skúlanet veitir net, KT-skipanir, trygd, teldur og brúkarahjálp til næmingar, lærarar og fyrisiting og er tí ein týðandi partur av heildarætlanini fyri undirvísingarstovnar. Nema hevur veitt og sett upp alla útgerð í samband við skúlanetið á øllum skúlum í Føroyum. Í septembur í fjør var endaliga komið á mál, eftir at verkætlanin hevði verið ávegis í gott og væl fýra ár. Við hesum hava allir skúlar í landinum fingið somu støðugu og vælskipaðu talgildu karmar. Vit fegnast um at hava verið partur av arbeiðinum at leggja hesa felags loysnina til rættis. Við henni eru KT-trygd, dátuvernd og støðugur rakstur samantvinnað um alt landið, so undirvísingin kann fara fram í einum álítandi og tryggum talgildum umhvørvi. Printarar frá Koycera Skal prentloysnin endurnýggjast? Kyocera er eitt álítandi og skilagott val – kent fyri framúr góðsku, drúgva livitíð og lágan rakstrarkostnað. Við Kyocera fáa tit ein slitsterkan og haldgóðan printara, sum hóskar til bæði smærri og størri arbeiðspláss. Hjá Nema ber til at langtíðarleiga ein Kyocera printara, so tit sleppa undan stórari byrjunaríløgu og fáa eina greiða og álítandi loysn. Tænastuavtala og support kunnu leggjast afturat loysnini, so gerandisdagurin verður smidligari og raksturin tryggari. Vilt tú hoyra meira um at langleiða ein Kyocera printara til starvsplássið? Fyll teigarnar út niðanfyri, so hoyrir tú aftur frá okkum skjótast tilber. Faroese Music Awards 2026 6. mars verður árliga Faroese Music Awards aftur á skránni. Saman við Hotel Brandan skipa vit fyri einum hugnaligum upphitingartiltaki áðrenn FMA byrjar, og vit vilja fegin bjóða tær við! Tiltakið er ókeypis, og øll eru vælkomin – bæði tey, ið hava atgongumerki til FMA í Norðurlandahúsinum, og tey, ið ikki hava. Bussur koyrir tey, ið hava atgongumerki, yvir í Norðurlandahúsið, og til tey, ið ikki hava, so vísir Hotel Brandan FMA á stórskíggja í Landmark. Lagt er upp til eitt hugnaligt kvøld, har tit fáa boblur og ábit, umframt at góð 2 fyri 1 tilboð vera í kokkteylbarrini og Bao fæst eisini til keyps fyri ein góðan prís. Sum prikkin (aftanfyri Nema) yvir i’ið hava vit fingið Jónas Gaard, allanvegin heim úr Danmark, at spæla nøkur løg fyri okkum. Beint nú er Jónas m.a. virkin í bólkinum Tøgn, ið útgav lagið Kamarið í 2025, og sum eisini er tilnevnt ársins lag til FMA. Tiltakið byrjar kl. 18 og verður í nýggju, innilokaðu terassuni hjá Hotel Brandan, ið liggur út frá matstovuni ímóti Gundadali. Eiga ella leiga? Set teg í samband við okkum Annað nýtt frá Nema

Nema og Brandan bjóða til hugnaløtu
Í samband við Faroese Music Awards, bjóða Nema og Hotel Brandan til eina hugnaliga løtu á Hotel Brandan. Tiltakið er ókeypis og fyri øll, bæði tey, ið hava atgongumerki til FMA og tey, ið ikki hava. Hotel Brandan vísir FMA á stórskíggja. Vit bjóða ókeypis bobblir og brellbitar, og Jónas Gaard kemur allanvegin úr Danmark at spæla nøkur løg fyri okkum. Kokkteylbarrin verður opin við góðum 2 fyri 1 tilboðum. Harafturat verður møguleiki fyri at keypa Bao fyri ein góðan prís. Tiltakið verður í nýggju innilokaðu terassuni hjá Hotel Brandan, ið liggur út frá matstovuni ímóti Gundadali. Bussur koyrir tey, ið hava atgongumerki til FMA, yvir í Norðurlandahúsið. Skráin fyri kvøldið Kl. 18.00 Dyrnar á Hotel Brandan lata upp, og vit bjóða bobblir og brellbitar Kl. 19.00 Jónas Gaard framførir Kl. 19.30 Bussur koyrir tey, ið hava atgongumerki til FMA í Norðurlandahúsið kl. 20.00 Hotel Brandan vísir FMA á stórskíggja í Landmark Kokkteylbarrin er opin og tilber at keypa nógv góð 2 fyri 1 tilboð. Melda teg til her Fylg við á sosialum miðlum So sært tú altíð tey nýggjastu 2 fyri 1 tilboðini, fær kunning um kundatiltøk, og møguleikan at luttaka í eina rúgvu av kappingum. Sí fleiri 2 fyri 1 tilboð

Frumsýning av Wuthering Heights í Havnar Bio
Nú hava Nema telefonkundar aftur møguleika at bjóða onkrum við til eina frumsýning í biografinum – hesuferð til filmin Wuthering Heights. Sýningin verður týskvøldið 10. februar kl. 20, og atgongumerkini eru longu komin til sølu. Nýggi filmurin Wuthering Heights er dramatiska endurgávan av kendu skaldsøguni hjá Emily Brontë, sum fyrstu ferð kom út í 1847. Søgan fer fram í Yorkshire og snýr seg um tað djúpa og oyðandi kærleiksbandið millum Catherine Earnshaw og Heathcliff. Hetta er ein søga um ást, hevnd og menniskjaligar veikleikar, har kenslurnar ganga høgt, og avleiðingarnar eru lagnutungar. Filmurin er leikstjórnaður av Emerald Fennell, sum er kend fyri sítt sermerkta filmsmál og sterku persónslýsingar. Í høvuðsleiklutunum síggja vit Margot Robbie og Jacob Elordi, sum saman bera fram eina myrka og kensluliga frásøgn, har bæði romantikkur og harðskapur gera um seg. Wuthering Heights er ein filmur, ið vendir aftur til rótina í klassisku søguni, men samstundis gevur henni eina nútímans og sjónliga sterka frásøgn, sum er ætlað bæði nýggjum áskoðarum og teimum, ið longu kenna verkið. Ynskja tit at keypa 2 fyri 1 atgongumerki til sýningina, so er bara at koma á gátt í Nema handlunum í Havn ella í Klaksvík, og ogna tykkum atgongumerki. Sølan av atgongumerkjum til sýningina er avmarkað til eina sýning, so tað ræður um at skunda sær. Við í prísinum er ein miðal menu við popkorn og sodavatn, umframt at vit eisini bjóða boblur og okkurt søtt. Vit gleða okkum til eitt hugnaligt kvøld!

Nema eru aftur tilnevnd Føroya Besta Vørumerki
27. februar 2026 verða Føroya Bestu Vørumerki kosin fyri aðru ferð, og aftur í ár eru vit tilnevnd. Vit eru sera takksom fyri, at okkara arbeiði verður viðurkent. Vit leggja stóran dent á at vera nýhugsandi og kreativ við øllum, ið vit gera og skipa fyri.Vit eru sera spent og errin av at vera tilnevnd í bólkinum “Einstaklingamarknaður – 25 ella fleiri starvsfólk” saman við sterku vørumerkunum Elding, Smyrilline, Atlantic Airways, Bónus, SMS og Hotel Føroyar. Brandr Føroyar er fyritøkan aftanfyri tiltakið og tey skriva soleiðis “Eitt sterkt vørumerki økir virðið hjá fyritøkuni og sæst beinleiðis aftur á botnlinjuni. Branding skapar álit og kundatrúfesti, sum kann geva størri inntøkur og lægri marknaðarkostnaðir. Eitt sterkt vørumerki ger eisini fyritøkuna meira spennandi hjá bæði starvsfólkum og íleggjarum. Í síðsta enda er branding ein strategisk íløga, sum styrkir fíggjarligu úrslitini og skapar ein varandi kappingarfyrimun.” Hvussu verða føroya bestu vørumerki funnin? Við at velja Føroya bestu vørumerki, ynskir brandr at varpa ljós á týdningin og virðið av eini væl grunaðari vørumerkjastrategi. Tilgongdin til at finna bestu vørumerkini byggir á bæði akademiskar og verkligar metingar umframt meiningina hjá almenninginum um føroysk vørumerki. Dómsnevndin fyri FBV 2025 Dómsnevndin til Føroya Besta Vørumerki er eitt úrval av 35 ymiskum persónum, ið øll arbeiða í vinnuni. Sí hini tilnevndu í teimum triðmum flokkunum og limirnir í dómsnevndini á heimasíðuni hjá Brandr Føroyar. Brandr.fo
Fleiri greinar