Marcus & Martinus á 2 fyri 1 appini
Stóra konsertin við Marcus & Martinus verður 28. septembur í Høllini á Hálsi, og nú kanst tú sum telefonkundi hjá Nema, ogna tær atgongumerki til konsertina fyri serprís. Við at nýta 2 fyri 1 appina hjá Nema, fært tú 2 atgongumerki fyri 1 prís. Atgongumerkini kosta 450 kr. og fyri hendan prísin, kanst tú ogna tær tvey atgongumerki.
Ynskir tú at ogna tær 2 atgongumerki fyri 1 prís, skalt tú koma inn í Nema handilin í Havn ella í Klaksvík.
Sølan av atgongumerkjum fyri hendan prísin er sera avmarkað, so tað ræður um at skunda sær. Vit hava eisini eina avmarking á 2 atgongumerki pr. Nema kunda.
Um Markus og Martinus
Tvillingabeiggjarnir eru millum teir størstu, innan popp tónleik, í Skandinavnia. Teir 21 ára gomlu beiggarnir, úr Norra, hava fingið sera góða móttøku í tey 10 árini, teir hava verið á tónleikapallinum. Nú fara teir á tónleikaferð, og vit eru so heppin, at Marcus og Martinus eisini leggja leiðina framvið føroysku oyggjarnar.
Í hesi 10 árini hava teir m.a. hitað upp fyri Jason Derulo og havt nógvar konserir, ið hava verið útseldar innan fáar minuttir. Ein av sangunum hjá teimum, Elektrisk, hevur norskt met og er tann mest spældi norski sangurin nakrantíð. Somuleiðis hava teir hundrað milliónir av stroymingum á tænastum sum Youtube og Spotify.
í ár umboðaðu teir Svøríki til Eurovision og endaðu á einum 9. plássi.
Heinta 2 fyri 1 appina her
Øll kunna taka 2 fyri 1 appina niður á telefonina. Fyri at nýta 2 fyri 1 tilboðini,
mást tú verða Nema telefonkundi og rita inn við tínum fartelefonnummari.
Fleiri greinar