Onki úrslit
Undanfarna síða
Search by
Næsta síða

KT-Trygd

Krøv og ásetingar um KT-trygd eru munandi herd seinastu árini. Serliga tá talan er um skyldurnar hjá føroyskum fyritøkum í sambandi við dátuverndarlógina, men eisini viðvíkjandi KT-grannskoðan og veitaratrygd uttan fyri føroyska marknaðin.

Í dag verður alt virksemi skrásett og goymt á teldum, og tí er tað av alstórum týdningi at tryggja sær, at upplýsingar ikki enda á skeivum hondum. Hetta kann til dømis vera teldusníkar, sum stjala dátu og krevja loysigjald fyri hana. Myndugleikarnir seta tí nøkur krøv, ið eru við til at tryggja bæði fyritøkur og viðskiftafólk.

Kennir tú tína trygdarstøðu?
Flestu fyritøkur nýta nú Office365 sum samskiftis- og arbeiðspall, og flest øll starvsfólk kenna helst til ivasamar teldupostar (phishing), sum vilja hava tey at rita inn á Outlook, Teams ella aðrar skipanir í dagliga rakstrinum. Hesir teldupostar kunnu gera álvarsaman skaða og kunnu gerast sera kostnaðarmiklir, um trygdin og mannagongdir ikki eru í lagi.

Tað eru serliga fyrrnevndu Office365 skipanirnar, ið eru útsettar, og Nema tilmælir tí fyritøkum og stovnum at kenna sína trygdarstøðu:

  • Nýta tit tveyvegis góðkenning á Office365 brúkarum?
  • Gera tit trygdaravrit av dátum?
  • Verja tit tykkum móti teldupostum, sum phisha?

Aðrir tilmælandi spurningar frá KT-grannskoðarum og okkum á Nema eru:

  • Er harddiskurin krypteraður?
  • Nýta tit antivirus?
  • Er tráðleysa netið á arbeiðsplássinum tryggjað? Hvør hevur atgongd, og eru gestanet tøk?
  • Broyta tit regluliga loyniorð?

Trygdarveitingar frá Nema
Nema veitir hópin av trygdartænastum bæði til brúkara, servara og hardware, umframt neyðstreyms- og myndatólstrygd. Set teg í samband við okkum fyri at vita, hvussu vit kunnu hjálpa tær at varðveita trygdina á útgerð og dátu.


Fleiri greinar