
Gisting á Hotel Hafnia á 2 fyri 1
Allan januar og februar mánaða kanst tú gista í tvær nætur á Hotel Hafnia og bert gjalda fyri ta einu náttina. Fyri at fáa ágóðan av 2 fyri 1 tilboðnum, skalt tú bóka kamarið við at ringja á tlf. 313233 (og trýsta 2, fyri at verða umstillað/ur til móttøkuna). Ella tú kann koma inn í móttøkuna á Hotel Hafnia og bóka kamarið beinleiðis.
Um Hotel Hafnia
Hotel Hafnia hevur 79 kømur íalt og 4 smáttur. Øll kømur eru roykfrí. Møguleiki er at fáa kamar til fólk við ovurviðkvæmi. Børn yngri enn tólv ár gista ókeypis, um tey sova hjá foreldrunum. Koma er eftir kl. 14:00, og fráferð er áðrenn kl. 12:00.

Gevið gætur: Er prísurin fyri valdu næturnar ikki tann sami, fært tú ta bíligaru náttina ókeypis. Tað ber bert til at bóka tvær samanhangandi nætur, fyri hendan prísin.


Sí fleiri 2 fyri 1 tilboð her
Fleiri greinar