
Gjalding
Rokningar
Tín fyrsta rokning kann vera hægri enn vanliga mánaðargjaldið, tí tú rindar fyri tað, ið er eftir av verandi mánaða og fyri komandi mánaða. Tú rindar nevniliga frá tí degi, haldið byrjar, umframt ein mánaða. Hetta er heilt vanligt og merkir bara, at eitt sindur longri tíð gongur, áðrenn tú fært tína næstu rokning.
Hevur tú fingið eina eyka rokning, kann tað vera orsaka av møguligum eykatænastum og yvirnýtslu av haldinum. Eyka nýtsla kann til dømis vera, um tú ringir til lond, ið ikki eru partur av Nema Útlond, um tú stuðlar einum vælgerandi endamálið umvegis SMS boð, ella um tú atkvøður til eitthvørt umvegis SMS boð.
Um tú hevur stovnað tær ein brúkara á Mítt Nema, ber ikki til at hava yvirnýtlsu av tínum haldi og harvið ert tú eisini tryggjað/ur at tú ikki kanst fáa eyka rokningar.
Við Mítt Nema er tað púra ekkaleyst at brúka fartelefonina, tí tú fært ongar óvæntaðar eykarokningar. Goldið verður frammanundan fyri hvønn mánað, og ynskir tú at brúka meira enn íroknaðu nýtsluna, mást tú fylla meira pening á tína Nema saldo inni á sjálvgreiðsluni.
Stovna ein brúkara á mitt.nema.fo og um tær tørvar hjálp, ert tú altíð vælkomin at ringja á tlf. 202020.
Peningurin fyri tíni hald verður trektur síðst í hvørjum mánaða. Tó verður peningurin reserveraður á kontuni nakrar dagar frammanundan.
Tín fyrsta rokning verður tó goldin frá tí degi, ið tú stovnar haldið.
Skalt tú ferðast og ynskir at tendra Nema Útlond mitt í mánaðinum, er Nema Útlond galdandi tíðarskeiðið, ið eftir er av mánaðinum. Hvørjaferð tú aktiverar pakkan, er útlandshaldið galdandi mánaðin út. Eisini um tú sløkkir áðrenn. Ynskir tú ikki at halda fram við Nema Útlond mánaðin eftir, mást tú minnast til at sløkkja 10 dagar áðrenn mánaðarskiftið.
Sí hvørji prís og hvørji lond eru fevnd av bólki 1 her: https://www.nema.fo/telefon/uttanlandsprisir/
Ynskir tú at stuðla, mást tú fylla pening á tína saldo. Við Mítt Nema er tað púra ekkaleyst at brúka fartelefonina, tí tú fært ongar óvæntaðar eykarokningar. Goldið verður frammanundan fyri hvønn mánað, og ynskir tú at brúka meira enn íroknaðu nýtsluna, mást tú fylla meira pening á tína Nema saldo inni á sjálvgreiðsluni.
Skalt tú atkvøða til kappingar við SMS boðum ella stuðla við peningi til vælgerandi endamál, mást tú fyrst fylla pening á tína saldo.
Soleiðis gert tú:
- Innrita á Mítt Nema
- Skrulla niður til ‘Handlingar’ og vel ‘Fyll pengar á’
- Vel upphædd
- Vel brúkara
- Trýst á ‘Keyp talutíð’
Bert gjaldarin av haldinum, hevur rættindi at fylla pening á.
Prísurin fyri data uttanlands er treytaður av, hvar í heiminum tú ert. Við Nema Útlond, kanst tú SMSa frítt og tosa upp til 20 tímar og brúka upp til 5 GB data í londunum, sum eru umfatað av pakkanum. Hevur tú vinnuhald, kann allur datapakkin nýtast.
Minst til, at snildfonir kunnu dagføra sjálvvirkandi, um data roaming er tendrað. Hetta kann til dømis vera appir, sum koyra í bakgrundini. Tá telefonin verður tendrað og fær samband við eitt útlendskt net, kunnu hesar dagføringar brúka data.
Tá tú ert uttanlands, kanst tú rinda uttanlandsprís bæði fyri samrøður, tú sjálv/ur ringir, og samrøður, tú tekur ímóti.
Í londum, sum eru umfatað av Nema Útlond er tað tó altíð ókeypis at taka ímóti uppkøllum..
Hevur tú fingið nýtt gjaldskort, kanst tú leggja nýggja kortið inn á sjálvgreiðsluna, Mítt Nema.
Nýggju Nema haldini gera tað púra ekkaleyst at brúka fartelefonina, tí tú fært ongar óvæntaðar eykarokningar. Goldið verður frammanundan fyri hvønn mánað, og ynskir tú at brúka meira enn íroknaðu nýtsluna, mást tú fylla meira pening á tína Nema saldo inni á sjálvgreiðsluni.
Skalt tú atkvøða til kappingar við SMS boðum ella stuðla við peningi til vælgerandi endamál, mást tú fyrst fylla pening á tína saldo.
Soleiðis gert tú:
- Innrita á Mítt Nema
- Skrulla niður til ‘Handlingar’ og vel ‘Fyll pengar á’
- Vel upphædd
- Vel brúkara
- Trýst á ‘Keyp talutíð’
Bert gjaldarin av haldinum, hevur rættindi at fylla pening á.
Hjá Nema eigur tú tað data, tú hevur goldið fyri. Um tú ikki megnar at brúka øll tíni GB í einum mánaði, kanst tú brúka restina mánaðin eftir, uttan meirkostnað. Vit kalla tað datarull.
Upplivir tú trupulleikar
Áðrenn tú fert uttanlands mást tú minnast til at tendra Nema Útlond. Tað gert tú inni á Mítt Nema.
Við Nema Útlond til telefonhaldið hjá tær, kanst tú brúka fartelefonina sum heima í øllum londum í bólki 1. Tað merkir, at tú kanst tosa upp til 20 tímar, SMSa frítt og brúka upp til 5GB av tínum datapakka, tá tú ferðast.
Nema Útlond kann stovnast til fartelefonhaldið fyri ein fastan mánaðarkostnað. Tú kanst tendra, tá tú vilt og sløkkja, tá tú vilt – alt á Mítt Nema.
Skalt tú ferðast og ynskir at tendra Nema Útlond mitt í mánaðinum, er Nema Útlond galdandi tíðarskeiðið, ið eftir er av mánaðinum. Ynskir tú ikki at halda fram við Nema Útlond mánaðin eftir, mást tú minnast til at sløkkja 10 dagar áðrenn mánaðarskiftið.
Sí hvørji prís og hvørji lond eru fevnd av bólki 1 her: https://www.nema.fo/telefon/uttanlandsprisir/
Ferðin, tú fært, kann vera ymisk frá einum staði til annað. Nakrar av orsøkunum kunnu vera:
- Talið á brúkarum, sum eru á netinum samstundis kann hava ávirkan á tína ferð. o
- Ert tú nær við eina mastur er ferðin hægri. Jú longur burtur tú ert, jú verri verður sambandið.
- Tú fært altíð betri dekning úti enn inni. Fjøll, bygningar og annað kann tó ávirka sambandið.
- Hevur tú eitt gamalt SIM-kort kann hetta eisini vera avgerðandi. Ert tú í iva, kanst tú ringja til okkum á tlf. 202020, og vit hjálpa tær við einum nýggjum SIM kortið.
- Tú kann royna at koyra telefonina á flogstøðu í minimum 30 sekund og royna aftur.
Tað ber altíð til at ringja til okkum á tlf. +298 202020, eisini um títt telefonnummar er óvirkið. Hetta er galdandi óansæð um tú ert í Føroyum ella uttanlands.
Fekk tú ikki svarið, ið tær tørvar?
So ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum.
Kundarøktin
Gerandisdagar frá kl. 09.00 – 16.00
+298202020
Vakttelefon
Tørvar tær bráðhjálp eftir kl. 16
+298202020
Handlar
í Havn og Klaksvík
Mánadag – Fríggjadag: 10.00 – 17.30
Leygardag: 10.00 – 14.00
Fyrimunir til kundar hjá Nema
Við 2 fyri 1 kunnu allir Nema telefonkundar, bjóða einum vini ella familjulimi við ókeypis.
Vit vita øll, hvussu skundmikil og krevjandi gerandisdagurin kann vera. Flest øll eru onkursvegna bundin at skíggjum av ymiskum slag stóran part av degnum og hava alsamt minni tíð til veruliga samveru saman við vinum, familju og teimum kæru.
Tí vil Nema saman við sínum samstarvsfeløgum bjóða tykkum hesi frálíku tilboð, sum vit kalla 2 fyri 1. So kunnu tit steðga á eina løtu, leggja telefonina frá tykkum, sløkkja telduna og bjóða onkrum, sum tit eru góð við, við til ein súkklutúr, biograf-vitjan, kaffimunn ella ein bita, har tit bara kunnu njóta samveruna og løða upp aftur.
Hjá Nema eitur tú tað data, tú hevur goldið fyri. Um tú ikki megnar at brúka øll tíni GB í einum mánaði, kanst tú brúka restina komandi mánaða, uttan meirkostnað. Vit kalla tað Datarull.
Um tú hevur nokk av data ella bara ynskir at vera gávumildur, kanst tú á Mítt Nema, geva av tínum data til vinir og familju. Tú kanst geva upp til 10GB av tínum íroknaða datapakka hvønn mánaða.
Visti tú, at vit bjóða serprís til tey, ið hava fleiri hald frá Nema? Um tú longu hevur eitt telefonhald, kanst tú seta tað saman við einum internethaldi og spara 50 kr. um mánaðin.



