Internet / breiðband
Fipur
Fipur er ein nútímans tøkni, sum gevur ógvuliga skjótt og álítandi internetsamband gjøgnum ljósleiðaratægrar, ið eru til tjúkdar sum eitt hár. Sjálvur fipurkaðalin er nakrar fáar millimetrar til tjúkdar og liggur vardur í eini sterkari rørleiðing, sum er átta millimetrar til tjúkdar. Ein slík rørleiðing verður løgd inn til hvørt einstaka húsarhald.
At leggja fipur er tískil ein sera stór íløga, bæði fíggjarliga og í arbeiðsorku. Men eitt fipurnet er harafturímóti skynsamari í rakstri enn verandi koparnet. Tilfarið er bíligari, krøvini til kaðalveitingar eru minni, og fipurnetið verður neyvt kortlagt og skrásett við GPS-punktum. Harafturat er eitt fipurnet meira atkomuligt og lættari at umvæla.
Flestu húsarhaldini hava internet í dag. Tó eru fáa tey flestu internet ígjøgnum gamla koparnetið / telefonneti. Hendan tøknin er og verður í dag skift út við Fipur, ið veitir skjótari og støðugari telefon og internet samband.
Gev tískil gætur, at um tit longu hava internet og skulu flyta yvir á nýggja fipurneti, so er neyðugt at strika gamla internethaldið.
Sí hvar fipur er tøkt og ætlan fyri útbygging. Tað er Net, ið leggur fipur kring allar føroyar. Sí teirra ætlan fyri útbygging við at trýsta á leinkjuna niðanfyri. https://www.net.fo/fipur-til-heimid/
Í summum førum. Fyri at Fibur skal rigga, tørvar tær ein beinara (routara), ið hóskar seg til Fibur. Hesar kanst tú keypa frá okkum, tá tú leggur um til Fibur.
Kopar breiðband
Ja, tað er tað sama. Kopar verður í nógvum førum eisini kallað breiðband.
Tað velst um hvar tú býr. Inni á okkara breiðbandsroknara, ber til at síggja hvussu skjóta ferð, tað ber til at fáa heima hjá tær. Skriva tín bústað í teigin her: https://www.nema.fo/breidband/
Koparbreiðband er internet, sum verður veitt gjøgnum koparlinjuna, ið longu er løgd inn í nógv føroysk heim. Tað merkir, at tú kanst fáa internet uttan at hava fipur lagt inn.
Ferðin á koparbreiðbandinum er millum annað treytað av frástøðuni til nærmasta koparskáp og góðskuni á linjuni. Tí kann ferðin vera ymisk frá bústaði til bústað
Flestu húsarhaldini hava internet í dag. Tey flestu hava internet ígjøgnum gamla koparnetið / telefonnetið.
Hendan tøknin er og verður í dag skift út við Fipur, ið veitir skjótari og støðugari telefon og internet samband. Tískil hava nýggjari útstykkingar aloftast Fipur linju lagda inn í heimið frá byrjan.
Tá koparbreiðbandið er virkið á tínum bústaðið, er tað lætt at seta til. Tú setur beinaran til koparstikkið í vegginum við tí leidninginum, ið fylgir við beinaranum, og síðani setur tú beinaran til streym.
Tá routarin hevur fingið samband, kanst tú knýta telefon, teldu, sjónvarp og aðrar eindir á Wi-Fi, og so ert tú á netinum.
Farnet
Í flestu førum er nógv at spara hvønn mánað. Farnet er bíligari enn øll Fipurhald og flest øll Koparhald (tað sum vanliga verður kallað breiðband).
Sum Farnet brúkari, sparir tú linjugjaldið, ið verður lagt á øll kopar og fipurhald.
Gev gætur, at leigugjald er á Farnet útgerðini.
4G Farnetbeinari kostar 25 kr/mðn. og 5G beinarin kostar 55 kr/mðn.
Serliga eru tað tey, ið ikki hava møguleikan at fáa sær fipurnet, ið kunnu fáa fleirfalda sína fer. Tað er tó ymiskt frá stað til stað, umframt nær á degnum tú brúkar tað. Í verandi støðu kunnu vit ikki siga við vissu, hvussu skjótt tað er á hvøjum einstøkum bústaðið. Tí bjóða vit okkara kundum, at royna farnet, í upp til 30 dagar.
- Frítt Farnet – Um tit eru fleiri í húskinum, har øll stroyma sjónvarp, youtube, netflix, tónleik og annað. Eingin avmarking.
- 500 GB – Til minni húski ella einstakling, har ið avmarkað nýtsla er til dagligt.
- 75 GB – Til tín, ið hevur sera avmarkaða nýtslu so sum at lesa tíðindi, hyggja eftir styttri filmsbrotum og ringir/skrivar til familju og kenningar.
Hvat brúka ymisku tænasturnar á netinum pr. mánaða?
Stroyma filmar (2 tímar um dagin) – 150 til 200 GB/mðn.
Gaming (1 tíma um dagin) – 3 til 12 GB/mðn.
Stroyma tónleik, ljóðbøkur vm. (2 tímar um dagin) – 6 til 10 GB/mðn.
Vitja heimasíður, teldupost vm. (1 tíma um dagin) – 1 til 2 GB/mðn.
Nýtslan er ógvuliga ymisk í ymiskum húsarhaldum og eru omanfyri metingar einans ein meting, ið er sera tengd at hvørjar tænastur tú nýtir og hvussu góðskan á filmi og tónleiki er.
Tískil skal fyrivarni takast við hesum metingum.
Fyri at tryggja okkum, at tú fær eina góða uppliving av farnetinum, loyva vit okkara kundum at royna farnet í upp til 30 dagar. Á tann hátt hevur tú møguleikan at royna Farnetið áðrenn tú avgerð, um hetta hóaskar til tín/tykkara tørv.
Gev gætur! at tað er kundin, ið hevur ábyrgd av at strika farnetið ella boða frá, um tey ikki ynskja at halda fram eftir 30 dagar. Eftir hesar 30 dagarnar, verður fult gjald trekt fyri farnet-haldið.
Í samband við bíleggingina av Farnetinum, seta vit okkum í samband við teg og avtala nærri, nær farneti er klárt at heinta, ella senda út.
Farnet er ein einfaldur máti at fáa netsamband í bátinum, í summarhúsunum ella í húsvogninum. Tú kanst taka beinaran við tær. So kunnu tit sita fjálgt, spæla Gekk, hyggja eftir Kringvarpinum ella Netflix, tá tað regnar.
Fleiri velja sær Farnet til heimið, tí tað er skjótt og lætt. Eingir káplar, ongan montør, einki linjugjald, eingin bíðitíð. Farnetið er sera lætt at seta upp. Alt er klárt, tá tú fært beinaran. Tað einasta, tú skalt gera, er at seta beinaran til eina stikkkontakt.
Av tí, at 4G og 5G netið er vorðið so gott, ber til at fáa internet beinleiðis frá 5G mastrunum og inn til tín. Í nógvum støðum er Farnet ferðin væl hægri enn breiðbandsferðin, og tí kanst tú royna Farnet heilt ókeypis í ein mánaða.
Data Fleks er eitt øðrvísi internet hald, har tú einans skal gjalda fyri hvønn dag, netið verður brúkt.
Mánaðargjald: 27 kr
Um nýtsla er: 20 kr pr./dag
Umframt hetta er leigugjald fyri farnet beinaran. Er ikki umfata av ‘Royn frítt í 30 dagar’.
Fekk tú ikki svarið, ið tær tørvar?
So ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við okkum.
Kundarøktin
Gerandisdagar frá kl. 09.00 – 16.00
+298202020
Vakttelefon
Tørvar tær bráðhjálp eftir kl. 16
+298202020
Fjarsupport
Trýst á knappin niðanfyri fyri at fáa fjarsupport. Gev gætur, at TeamViewer verður heinta niður á telduna.
Okkara fólk nýta TeamViewer til at hjálpa tær við trupuleikanum.
Handlar
Havn
Smyrilsvegur 5
Mánadag – Fríggjadag: 10.00 – 17.30
Leygardag: 10.00 – 14.00
Klakvík
Biskupstorg 21
Mánadag – Fríggjadag: 10.00 – 17.30
Leygardag: 10.00 – 14.00



