Uncategorized @fo-fo
Einki ella seint internet á fartelefonini
Eftir, at vit fluttu yvir á nýggja felags farnetið, hava vit tíverri upplivað, at fleiri kundar missa sambandið við nýggju 4G mastrarnar og fella aftur á 2G (288-10 ella Edge) netið. Hetta hevur við sær, at kundar fáa sera seint, ella einki, internet á fartelefonina.Tíbetur er trupulleikin til at loysa, sí niðanfyri: 1. Broyt stillingar Trupulleikin burdi verið loystur við at fara inn á Indstillinger --> Mobilnetværk --> Valg af netværk (alt eftir hvat fyri telefon tú nýtir). Á yvirlitinum yvir tínar telefonveitarar sæst antin Nema, Hey ella Vodafone. Vel eitt av hesum og trupulleikin skuldi verið loystur. Um tú ikki finnur røttu valmyndina á tíni telefon, so er hjálp at heinta, á google, við at skriva: "Hvordan skifter jeg mobilnetværk på min iphone (Samsung ella líknandi)" 2. Skift simkort Riggar omanfyri nevnda vegleiðingin ikki, kanst tú koma inn í ein av okkara handlum, í Klaksvík ella Tórshavn, og fáa eitt nýtt simkort til tína telefon.Orsøkin til, at fyrra vegleiðingin ikki riggar er, at tíðin er komin til at skifta títt simkort, ið allarhelst er við at verða ov gamalt. Loysnin er tí at fáa eitt nýtt simkort. Møguleiki er eisini fyri at fáa eitt E-sim, ið kann sendast til tín umvegis teldupost. Hevur tú tørv á hjálp, kanst tú ringja á tlf. 20 20 20 ella senda ein teldupost til Nema@nema.fo. So eru vit klár at hjálpa tær.

Nema kundar fáa nýtt farnet
Nú fáa allir føroyingar ágóðan av nýggja farnetinum. Í fyrstu atløgu er talan um dagførda 2G, 3G og 4G net. Farnetið er landsdekkandi og gevur øllum munandi betri og skjótari samband. Nema og Føroya Tele samstarva um eitt og sama farnet soleiðis, at samband og góðska verður eins fyri allar føroyingar. Í hesu vikuni, fara vit at flyta yvir á nýggja felags farnetið og orsaka av hesum, kunnu tit uppliva órógv á telefonsambandinum. Soleiðis verður arbeitt við at flyta á nýggja netið: Týsmorgunin: Norðuroyggjar Mikumorgunin: Eysturoy, Vágar, Sandoy og Suðuroy Hósmorgunin: Streymoy Um tit hava trupulleikar við telefonsambandinum hetta tíðarskeiðið, viðmæla vit, at tit seta telefonina á 'Flight mode' í 30 sekund og síðan royna aftur. Tit eru eisini vælkomin at ringja á tel. 20 20 20 ella senda ein mail til nema@nema.fo

Nema ynskir Noto vælkomin
Nema er ein tele- og KT fyritøka, ið eisini selur skrivstovulutir. Fyri at lyfta skrivstovulutirnir á eitt hægri støði, hevur Nema avgjørt at leggja skrivstovulutir í egið felag. Tað merkir, at frá 1. januar vísa vit, øllum okkara viðskiftafólkum, ið ynskja skrivstovulutir, til Noto. Noto verður skipað við egnum samleika og leiðslu, og tað verður Jenny Næs, ið kemur at standa á odda fyri hesum. Jenny hevur starvast innan økið hjá Nema, tey seinastu 11 árini, og hon verður stjóri í nýggja felagnum. Frá 18. desember verður møguligt at keypa skrivstovulutir umvegis lagrið hjá Noto, ið framhaldandi verður á Smyrilsvegi 5. Harafturat er møguligt at bíleggja skrivsstovulutir umvegis teldupost, telefon og selt verður eisini í útgangandi sølu. Viðskiftafólk eru framvegis vælkomin inn á lagrið hjá Noto at bíleggja og heinta vøruna. Frá 1. januar verður eisini møguligt at keypa skrivstovulutir umvegis nýggjan nethandilin hjá Noto. Upplatingartíðin á lagrinum eru: mánadag - hósdag frá 11 - 15. Fríggjadagar og í vikuskiftinum er bert møguligt at bíleggja vøru umvegis mail, Jenny@noto.fo ella á telefon 755 000. Um tú hevur spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Gudny Langaard, stjóra á Nema, á tlf. 502050 ella Jenny Næs, stjóra á Noto, á tlf. 755 000. Noto deilir inngongd við Damfar, og liggur til høgru, tá tú kemur niðan ígjøgnum trappurnar. sí mynd. Ynskir tú at hoyra nærri um nýggju fyritøkuna og nethandilin, kanst tú skriva teg upp til tíðindabrævið her.
Jólatilboð Til Vitjandi
Fá 3 mðr. fyri einans 30 krónur! Takk fyri vitjanina í nýggja handli okkara, leygardagin 9. desember. Vit ynskja hervið at bjóða tær at stovna eitt hald frá Nema og fáa 3 mánaðir fyri einans 30 krónur. ✔ Einfalt og skjótt at skifta veitara ✔ Títt nummar fylgir við ✔ E-sim ella vanligt simkort ✔ Atgongd til 2 fyri 1 appina, Data rull & Gev data Meira enn bara eitt telefonhald - Fyll teigarnar út og vit seta okkum í samband við teg sum skjótast. Gev gætur, at fyrsti mánaðurin, tá ið haldið verður skrásett, er fult gjald. Avslátturin verður lagdur á eftirfylgjandi 3 mðr.

Soleiðis hava vit opið í desember
Í Tórshavn 19. – 23. desember kl. 10-20.24. – 26. desember – Stongt 27. desember kl. 14 – 17.3028. desember kl. 10 – 17.3029. desember til 1. januar – Stongt Í Klaksvík 19. – 23. desember kl. 10-20.24 – 26. desember - Stongt27. desembur kl. 14 – 17.3028 – 29. desember kl. 10-17.3030. og 31. desember - Stongt1. Januar - Stongt Jólagávunar finnur tú hjá okkum Allan desembermánaða selja vit eina rúgvu av góðum vørum við avsláttri. Sí eisini jólagávuhugskot á nethandli okkara. Vit vita, hvørjar jólagávur øll vilja Nema við. Vitja nethandilin Vit eru flutt! Nema handilin í Tórshavn er fluttur. Vit eru tó ikki farin so langt og eru enn í sama bygningi. Kom og vitja okkum í teimum flottu, nýggju hølunum.

Sølulærlingur til privatkundatoymið
Vilt tú hava avbjóðingar og persónliga menning, og ynskir tú at gerast stinnari í sølu og kundarøkt?Nema søkir eftir sølulærlingi. Kom við og ver partur av rúkandi menningini innan kunningar- og samskiftistøkni í Føroyum. Starvið Tú verður partur av einum toymi, sum veitir serliga ráðgeving og sølu av telefon og internethaldum. Umframt sølu og ráðgeving umvegis telefon- og teldupostavgreiðslu, fert tú at arbeiða nógv við at fyrireika søluátøk, útgangandi sølu og nógvum øðrum spennandi uppgávum.Talan er um eitt fulltíðarstarv, har tú fert at húsast hjá Nema í Tórshavn, men uppgávur uttan fyri kunnu eisini væntast. Tú Tú ert hugaður at læra, tænastusinnað/ur, opin og forvitin. Tú ert eisini fyrikomandi og málsøkin og kanst arbeiða sjálvstøðugt eins væl sum í toymi. Tú dugir at samskifta bæði skrivliga og munnliga, og tær dámar at skapa varandi sambond, ið gagna bæði kundanum og handlinum. Vit bjóða Eitt gott, fjølbroytt og spennandi starv í einum professionellum umhvørvi, har tú fært møguleikar at menna teg persónliga og fakliga og sleppur at seta tín dám á arbeiðsdagin. Tú fært uppgávur og ábyrgd í samsvari við tínar vaksandi førleikar. Løn og setanartreytir sambært sáttmála. Um Nema Er ein av størstu heildarveitarum innan kunningar- og samskiftistøkni. Her starvast umleið 75 fólk í Havn og Klaksvík, og virksemið er nógv vaksandi á fleiri økjum. Forvitin? Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Sigurð J. Simonsen á tel. 502047 ella á sjs@nema.fo. Umsóknir Umsóknir skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 24. novembur 2023 Søk her

Sølulærlingur til marknaðardeildina
Vilt tú hava avbjóðingar og persónliga menning, og ynskir tú at gerast stinnari innan marknaðarføring og sølu? Nema søkir eftir sølulærlingi, við serligum tokka til marknaðarføring. Kom við og ver partur av rúkandi menningini innan kunningar- og samskiftistøkni í Føroyum. Um starvið Tú verður fyrst og fremst knýtt/ur at marknaðardeildini, ið røkir hópin av uppgávum, ið snúgva seg um beinleiðis marknaðarføring, produktmenning og ymisk átøk á netinum, innan- og uttanhýsis. Umframt marknaðardeildina verður tú eisini knýtt/ur at vinnudeildini, har ið tú kemur at menna tínar førleikar í sølu- og læruvinnuni. Arbeiðsstaðurin er hjá Nema í Tórshavn. Um teg Tú ert hugað/ur at læra, opin og forvitin. Tú ert eisini fyrikomandi og málsøkin og kanst arbeiða sjálvstøðugt, eins væl sum í toymi. Tú dugir at samskifta bæði skrivliga og munnliga, og tær dámar at skapa varandi sambond, ið gagna bæði tær og kundanum. Vit bjóða Eitt gott, fjølbroytt og spennandi starv í einum professionellum umhvørvi, har tú sleppur at menna teg persónliga og fakliga og kanst seta tín dám á arbeiðsdagin. Tú fært uppgávur og ábyrgd í samsvari við tínar vaksandi førleikar. Løn og setanartreytir sambært sáttmála. Um Nema Er ein av størstu heildarveitarum innan kunningar- og samskiftistøkni. Her starvast umleið 75 fólk í Havn og Klaksvík, og virksemið er nógv vaksandi á fleiri økjum, ið ger, at dagurin ongantíð er eins. Forvitin? Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Boga Jørgensen á tlf. 502081 ella á bojo@nema.fo. Umsóknir Umsókn skal vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 13. novembur 2023 Søk her

2 fyri 1 – brúkara skráseting
Vinaliga skráseti fólk her, ið ikki fáa gjørt tað umvegis appina. Hetta verður sent til Boga, ið sendir tað víðari til Lunnar. Tá ið hetta er sent inn, so boða vit kundanum frá, tá ið hann er skrásettur.

KT-support lærlingur
Søkt verður eftir einum KT support lærlingini til Kt-deildina hjá Nema. Ynskir tú avbjóðingar og persónliga menning, og brennir tú fyri at kunningar tøkni og at hjálpa øðrum, so ert tú kanska rætta fólkið til starvið. Um starvið Tú verður partur av einum toymi, sum veitir Kt-tænastur til fyritøkur og stovnar. Tú sleppur at taka ábyrgd eftir áhuga og førleika, og tú verður við í alskyns uppgávum so sum kt-support, netumsiting, levering av kt útgerð og nógvum øðrum spennandi uppgávum. Arbeiðstíðin er 40 tímar um vikuna. Skúlagongdin í lærutíðini er í Danmark. Um teg Tú hevur góðan læruhug og vísir opinleika og forvitni. Tú ert eisini fyrikomandi og málsøkin og kanst arbeiða sjálvstøðugt líka væl sum í toymi. Tú dugir at samskifta bæði skrivliga og munnliga, og tær dámar at skapa varandi sambond, ið gagna bæði kundanum og Nema. Vit bjóða Eitt gott, fjølbroytt og spennandi starv í einum professionellum umhvørvi, har tú fært møguleikar at menna teg persónliga og fakliga og sleppur at seta tíni fingramerki á arbeiðsdagin. Tú fært eina skipaða lærutíð, og tú fært uppgávur og ábyrgd í samsvari við tínar vaksandi førleikar. Løn og setanartreytir sambært sáttmála. Vil tú vita meira Set teg í samband við Frankie Jensen, KT stjóri, á tlf: 502090 ella fje@nema.fo. Allar umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Søk starvið Umsóknirnar vera viðgjørdar so hvørt, so tað er bara at skunda sær!

Privatkundastjóri til Nema
Kundi tú hugsað tær at gingið á odda? At brúkt og ment tínar leiðsluroyndir? Hjá eini tí mest framkomnu fyritøkuni á føroyska KT- og fjarskiftismarknaðinum?So hava vit starvið til tín! UM STARVIÐ Nema er eitt spennandi arbeiðspláss við fullari ferð, har persónlig og faklig menning ganga hond í hond. Vit hava starvsfólk í heimsflokki, framúr samanhald og hópin av starvsfólkaágóðum. Sum privatkundastjóri hjá okkum ert tú ein partur av leiðsluni, og verður tí við at seta dagskránna og leiðina út í kortið fyri Nema. Við einum alsamt vaksandi KT- og fjarskiftismarknaði er málið at vaksa um okkara kundaskara, og at veita teimum bestu tænastuna. Tí hevur tú eisini ein týdningarmiklan leiklut í samskifti, sølu og marknaðarføring til privatkundar. Tú hevur millum annað ábyrgd av: Sølu av haldum til privatkundar Kundarøkt og verkstaði Goymslu og samskipan Handlum og nethandli UM TEG Vit sóknast tí eftir einum framsøknum og jaligum persóni, ið ynskir at geva kundunum eina góða tænastu og uppliving. Sum harumframt hevur skil fyri handilsskapi og brennur fyri sølu. Vit vænta eisini, at tú: Hevur leiðsluroyndir Torir at taka ábyrgd og avgerðir Hugsar kreativt og dugir at finna loysnir Ert álitisvekjandi og hevur góðar sosialar eginleikar UMSÓKN OG FREIST Freistin at søkja starvið er mikudagin 27. september, og starvið verður sett skjótast gjørligt. Talan er um fulltíðarstarv, sum verður lønt sambært avtalu. Søk starvið UM TÚ VILT MEIRA Set teg í samband við Gudny Langgaard, stjóra, á tel. 502050 ella gla@nema.fo Umsóknir og fyrispurningar verða viðgjørd í trúnaði.