Onki úrslit
Undanfarna síða
Search by
Næsta síða

Tíðindi

  • Tillagingar av Farnetinum

    Fleiri og fleiri velja sær Farnet heldur enn breiðband, tí Farnetið er skjótt og lætt. Eingir káplar, ongan montør, einki kopargjald og eingin bíðitíð. Við okkara framkomna Farneti kunnu vit bjóða gott netsamband um alt landið. Farnet er eisini upplagt at brúka í summarhúsinum, húsvogninum, bátinum v.m. Í samsvar við tann vaksandi áhugan fyri Farnetinum…

  • Nema bjóðar til hugna í Kafé Fríðu

    Í samband við Faroese Music Awards, bjóða Nema og Kafe Fríða til eina hugnaliga løtu í Kafé Fríða á Biskupstorginum í Klaksvík. Tiltakið er ókeypis og fyri øll, bæði tey, ið hava atgongumerki til FMA og tey, ið ikki hava. Kafé Fríða vísir FMA á stórskíggja.  Vit bjóða bobblir og brellbitar. Guðrið Hansdóttir kemur at spæla…

  • Milkshake frá Activ á 2 fyri 1

    Tann vælkendi Milkshake’urin frá Activ í Hornabø er nú vorðin ein partur av 2 fyri 1 appini. Mánadag til hósdag kanst tú fáa ein stóran Milkshake við í prísinum, tá tú keypir ein. Teir fáast í teimum vælkendu smakkunum jarðber, vanilja, banan, sjokuláta og pistasiu. Tú hevur eisini møguleikan at blanda fleiri smakkir og at…

  • Fipurnet í Sandavági

    Fipurnet er nú tøkt at bíleggja í Sandavági. Flestu húsarhaldini hava internet í dag. Tó eru fáa tey flestu internet ígjøgnum gamla koparnetið / telefonneti.Hendan tøknin er og verður í dag skift út við Fipur, ið veitir skjótari og støðugari telefon og internet samband.Gev tískil gætur, at um tit longu hava internet og skulu flyta…

  • Hotel Runavík á 2 fyri 1

    Nú er Hotel Runavík vorðin ein partur av 2 fyri 1 appini. Hvønn mánadag til mikudag kanst tú bjóða onkrum, ið tú ert góð/ur við í hugnaligu matstovuna á hotellinum. Tú kanst keypa ein lekkran morgunmatarplatt og fáa ein ókeypis. Tú fært bæði kaffi og djús við í prísinum. Tilboðið er galdandi millum kl. 10.00-13.00,…

  • Tíðindabræv – Mars 2025

    Eftir góða undirtøku og afturboðanir, ynskja vit aftur at seta hol á tíðindabrøvini, ið serliga eru ætlað vinnuni. Vit byrja við trygdini á netinum, við serligum atliti til ein tann størsta vandan, ið vit eru útsett fyri, her í Føroyum. Í tráð við rúkandi menningina av AI (vitlíki), verður tað alsamt verri at gjøgnumskoða Phishing…

  • Nema eru tilnevnd Føroya Besta vørumerki

    28. februar 2025 verða Føroya bestu vørumerki kosin fyri fyrstu ferð. Vit eru sera spent og errin av at vera tilnevnd í bólkinum “Einstaklingamarknaður – 25 ella fleiri starvsfólk”. Brandr Føroyar er fyritøkan aftanfyri tiltakið og tey skriva soleiðis “Eitt sterkt vørumerki økir virðið hjá fyritøkuni og sæst beinleiðis aftur á botnlinjuni. Branding skapar álit og…

  • Vinn eitt uppihald á Hotel Brandan

    Vit eru í gávuhýri og ynskja at forkela okkara kundar við einum uppihaldi í svituni á Hotel Brandan. Uppihaldið er fyri tveir persónar við morgunmati, 3-rættar matskrá á Húsagarði, einum tíma í hitapotti og eini brúsandi gávu á kamarinum.  Vit trekkja lut millum øll tey, ið nýta 2 fyri 1 appina í februar og marts…

  • Nema søkir eftir KT samskipara

    Vit leita eftir einum dugnaligum og tænastusinnaðum samskipara til KT deildina á Nema.  Talan er um eitt starv við umsitingarligum og samskipandi uppgávum. Sum samskipari verður tú kjarnin í okkara dagliga rakstri, har tú skalt tryggja eina munadygga samskipan av KT support, søluavgreiðslum og verkætlanum. Tú fært ein týðandi leiklut í at taka tær av…

  • Hotel Brandan á 2 fyri 1

    Miðmálatilboð Nú kanst tú við 2 fyri 1 appini eta miðmála fyri hálvan prís. Fá 2 fyri 1 Cesarsalat í hugnaligu lobby kaféini, Landmark, á Hotel Brandan. Tú kann velja millum Cesarsalat við høsnarunda ella falaffel. Tilboðið er galdandi allar gerandisdagar frá 11.30-14.00. Morgunmatarborð á Húsagarði Nú kanst tú bjóða onkrum, ið tú ert góð/ur…