
Nema søkir eftir DevOps mennara
Ert tú klár/ur til at byggja álítandi, trygt og skalerbart infrakervi, sum kann lyfta vøksturin hjá okkum? So vilja vit fegin hoyra frá tær! Um starvið Sum DevOps mennari hjá Nema fert tú at hava ein lyklaleiklut í at tryggja, at hýsingarumhvørvi okkara er álítandi, trygt og kann skalerast. Tú fert at samstarva tætt við toymið innan infrakervið, forritan og produktmenning fyri at levera automatión, tekniskan stuðul og infrakervis-serkunnleika. Tín uppgáva er at menna, stýra og optimera Azure umhvørvið hjá Nema og egin hýstu Kubernetes klustrini, samstundis sum tú tryggjar sporføri (logging) og eftirlit (monitoring), sum stuðla krøvum til compliance og trygd. Við at varðveita høg tryggleikakrøv og optimera arbeiðsgongdir, verður tú við at menna eitt sterkt undirstøði, bæði fyri trygdardrivnan rakstur og nýhugsandi vørumenning. Tínar fremstu uppgávur vera Infrakervi og rakstur Menna og viðlíkahalda Azure-grundarlagið hjá Nema Menna og viðlíkahalda Kubernetes klustrini Automatisera deployment arbeiðsgongdirnar fyri at økja um effektivitet og álítandi rakstur Tryggja høgan tøkleika (high availability) og góða veiting í øllum produktiónsumhvørvum Kanna og innføra nýggjar mannagongdir til hýsingar umhvørvið fyri at tryggja framtíðar viðlíkahald og møguleika at skalera Logging, monitoring og compliance Innføra, viðlíkahalda og betra um logging- og monitoring-loysnir, so fult gjøgnumskygni er í skipanunum Trygd og álítandi rakstur Áhaldandi menna trygdarkarmarnar fyri infrakervi, deploy-mannagongdir og dagligan rakstur Fylgja við, finna og loysa veikleikar (vulnerabilities) í umhvørvum okkara Tvørfakligt samstarv Samstarva tætt við menningar-, infrakervis-, og produkt toymið fyri at tryggja ómaksleysar sleppingar og samsvar við infrakervið Geva vegleiðing um best practice innan infrakervi og arkitekturval Luttaka í planlegging og samskipan sum infrakervis- og DevOps-serfrøðingur. Vit vænta tí, at tú Hevur próvførdar royndir sum DevOps-mennari, við kunnleika til Azure og Kubernetes Hevur roydnir innan CI/CD-pipelines Er kendur við logging-, monitoring- og observability-plattformum Hevur framúr samstarvsevni tvørfakligt – bæði við teknisk og ikki-teknisk toymi Hevur konstruktivan, analytiskan og trupulleikaloysandi hugsunarhátt við denti á álítandi rakstur og compliance. Afturfyri bjóða vit Eitt fjølbroytt og sjálvstøðugt starv við stórari ábyrgd Samstarv við eitt sterkt mennaratoymi í einum fleksiblum arbeiðsumhvørvi Góðar møguleikar fyri fakligari menning Eitt gott arbeiðsumhvørvi við góðum starvsfólkum og einari rúgvu av ágóðum Góða kantinu og starvsfólka tiltøk árið runt At leggja afturat Hóast vit hava lýst nakrar kjarnufortreytir til leiklutin, so er tað ikki eitt krav, at tú lúkar øll. Vit leggja dent á at rúma ymiskar royndir og førleikar. Hevur tú bara ein part av nevndu førleikum og brennur fyri at læra og mennast, eggja vit tær til at søkja – her eru nógvir møguleikar fyri fakligari menning og vøkstri. Um Nema Nema er ein føroysk fyritøka, ið skapar kapping og samstundis gongur á odda í menningini av føroyska samskiftis- og KT-marknaðinum. Nema er ein fyritøka í stórum vøkstri, og okkara úrslit seinastu árini hava verið framúr góð. Harumframt hava vit eitt gott og óformelt arbeiðsumhvørvi við á leið 70 starvsfólkum á okkara deildum í Tórshavn og Klaksvík. Løn og setanartreytir Fasta arbeiðsplássið verður í Nema deildini í Klaksvík. Vit bjóða góðan fleksibilitet í mun til, hvar tú arbeiðir frá og eisini er møguleiki at arbeiða á deildini í Tórshavn, tá tørvur er á tí. Løn verður sambært avtalu. Hevur tú spurningar, ert tú hjartaliga vælkomin at venda tær til menningarstjóra, Jákup Toftum Luid, á teldupost jtl@nema.fo. Tá tú søkir vinarliga send okkum eitt CV saman við eini umsókn, har tú lýsir viðkomandi royndir og førleikar. Umsóknarfreistin er 4. januar 2026. Søk starvið

Nema søkir eftir forritarum
Vit leita eftir forritarum at gerast partur av mennara toyminum á Nema og eftir einum/einari, ið vil geva sítt íkast til menningina av vinnuloysnunum hjá Nema. Sum partur av okkara menningartoymi, fert tú at hava ein avgerandi leiklut í at sniðgeva, innføra og viðlíkahalda okkara loysnir til føroysku vinnuna og kundar okkara. Tínar fremstu uppgávur vera Software menning: At sniðgeva og menna skalerbarar bakend-tænastur við .NET Core, C# og ASP.NET. Harafturat frontend-menning við Angular Samstarv: At arbeiða tætt saman við tvørfakligum toymum fyri at levera dygdargóðar softwareloysnir Optimering og góðsking: At Áhaldandi optimera skipanaravrik(performance), skalerbarleika og rakstur. Vit vænta tí, at tú Trygd & compliance: Kann tryggja, at dátur verða handfarnar trygt, í tráð við galdandi reglur og bestu praksis innan ritbúnaðarmenning. Dátugrunnskunnleiki: Hevur eina sterka fatan av MS SQL Server og Entity Framework til at sniðgeva og stýra torgreiddum dátumodellum. Skýggj & DevOps: Hevur hands-on royndir við Azure DevOps, CI/CD-pipelinum og containerization (Docker), sum tryggja effektivar og automatiseraðar dagføringar. Afturfyri bjóða vit Eitt fjølbroytt og sjálvstøðugt starv við stórari ábyrgd Samstarv við eitt sterkt mennaratoymi í einum fleksiblum arbeiðsumhvørvi Góðar møguleikar fyri fakligari menning Eitt gott arbeiðsumhvørvi við góðum starvsfólkum og einari rúgvu av ágóðum Góða kantinu og starvsfólka tiltøk árið runt At leggja afturat Hóast vit hava lýst nakrar kjarnufortreytir til leiklutin, so er tað ikki eitt krav, at tú lúkar øll. Vit leggja dent á at rúma ymiskar royndir og førleikar. Hevur tú bara ein part av nevndu førleikum og brennur fyri at læra og mennast, eggja vit tær til at søkja – her eru nógvir møguleikar fyri fakligari menning og vøkstri. Um Nema Nema er ein føroysk fyritøka, ið skapar kapping og samstundis gongur á odda í menningini av føroyska samskiftis- og KT-marknaðinum. Nema er ein fyritøka í stórum vøkstri, og okkara úrslit seinastu árini hava verið framúr góð. Harumframt hava vit eitt gott og óformelt arbeiðsumhvørvi við á leið 70 starvsfólkum á okkara deildum í Tórshavn og Klaksvík. Løn og setanartreytir Vit hava tørv á forritarum bæði í Tórshavn og Klaksvík. Vit bjóða góðan fleksibilitet í mun til, hvar tú arbeiðir frá. Løn verður sambært avtalt. Hevur tú spurningar, ert tú hjartaliga vælkomin at venda tær til menningarstjóra, Jákup Toftum Luid á teldupost jtl@nema.fo. Tá tú søkir vinarliga senda okkum eitt CV saman við eini umsókn, har tú lýsir viðkomandi royndir og førleikar. Umsóknarfreistin er 4. januar 2026. Søk starvið

Vaflur á Katrinu og Mandlurís í Kaspar á 2 fyri 1
Jólagleðin er longu byrjað á 2 fyri 1 appini, og aftur í ár hava Katrina Christiansen og Kafé Kaspar góð jólatilboð til tykkum. Nú kanst tú seta dám á jólini við góðum løtum saman við teimum, tú ert góður við og sjálvandi spara eina rúgvu. Vaflur við rabarbusúltutoy og róma Jólakaféin hjá Katrinu Christiansen er latin upp, og nú kanst tú bjóða onkrum, tær dámar, oman í hugnaligu matstovuna í hjartanum í Havn. Við 2 fyri 1 appini, fært tú fáa dupult so nógvar vaflur við heimagjørdum rabarbusúltutoy og róma fyri sama prís. Tilboðið er galdandi mánadag til fríggjadag frá kl. 14.00 - 16.30. Mandlurís frá Kafe Kaspar Jólini nærkast og longu nú kanst tú fáa 2 fyri 1 Mandlurís í Kafé Kaspar. Mandlurís er reinur jólahugni í eini skál. Bjóða onkrum, ið tú ert góð/ur við í Kaspar til eina skál av Mandlurís og kom í jólahýr longu nú. Tilboðið er galdandi allar dagar í vikuni frá kl. 11 - 21. Fylg við á sosialum miðlum So sært tú altíð tey nýggjastu 2 fyri 1 tilboðini, fær kunning um kundatiltøk, og møguleikan at luttaka í eina rúgvu av kappingum. Heinta 2 fyri 1 appina her Øll kunna taka 2 fyri 1 appina niður á telefonina. Fyri at nýta 2 fyri 1 tilboðini,mást tú verða Nema telefonkundi og rita inn við tínum fartelefonnummari. Sí fleiri 2 fyri 1 tilboð

Nema søkir eftir netumsitara
Ert tú áhugaður í KT og dámar at arbeiða við netverk og trygd? Vit leita eftir einum eldhugaðum netverksteknikara, sum vil vera við til at tryggja, at netverk og sambond hjá okkara kundum virka trygt, og støðugt. Tú verður partur av einum sterkum netverks-toymi, har tú bæði fært ábyrgd og møguleikan at læra nýggjastu tøknina. Her arbeiða vit við at seta upp, stýra og viðlíkahalda KT- og netverksloysnir hjá kundum kring alt landið. Í okkara fyritøku, verður tú partur av einum samstarvssinnaðum serfrøðingatoymi við møguleikanum at menna eina lønandi yrkisleið á tøkniliga økinum. Tínar fremstu uppgávur vera Uppseting og feilrætting av netútgerð – serliga Fortinet og aðrari netverksútgerð Umsiting av switchum, beinarum og firewalls At tryggja trygd og góðsku í netverksloysnum At geva ráðgeving og tænastu til kundar og starvsfelagar At luttaka í KT-verkætlanum og betra um netverksumhvørvið hjá kundum. Vit vænta tí, at tú Hevur áhuga fyri KT og netverkstøkni og dámar at læra nýtt Arbeiðir skipað, sjálvstøðugt og tekur ábyrgd Dugir at samskifta og samstarva bæði við kundar og toymið Hevur royndir við Fortinet, firewalls ella netinstallatiónum ella ynskir at læra tað Útbúgving innan KT/netverk er ein fyrimunur, men ikki krav. Afturfyri bjóða vit Eitt fjølbroytt og spennandi starv við nógvari ábyrgd og menningarmøguleikum Arbeiði við nýggjastu net- og trygdartøkni og KT-loysnum Góðan arbeiðsanda og eitt sterkt toymi, har vit hjálpast at Góðar møguleikar fyri fakligari menning Eitt gott arbeiðsumhvørvi við góðum starvsfólkum og fult av ágóðum Um Nema Nema er ein føroysk fyritøka, ið skapar kapping og samstundis gongur á odda í menningini av føroyska samskiftis- og KT-marknaðinum. Nema er ein fyritøka í stórum vøkstri, og okkara úrslit seinastu árini hava verið framúr góð. Harumframt hava vit eitt gott og óformelt arbeiðsumhvørvi við á leið 70 starvsfólkum á okkara deildum í Tórshavn og Klaksvík. Løn og setanartreytir Løn verður sambært avtalu millum partarnar. Arbeiðsstaðurin verður í Tórshavn. Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við KT stjóra, Frankie Jensen á tlf: 50 20 90 ella við at senda ein teldupost til fje@nema.fo. Umsóknarfreistin er 4. januar 2025. Søk starvið

Nema søkir eftir net teknikkara
Vit leita eftir einum praktiskum og nærlagdum netteknikara til okkara net toymi. Tú verður partur av eini deild, sum arbeiðir bæði úti hjá kundum og á skrivstovuni, við at tryggja at netverk og sambond hjá okkara kundum virka optimalt – bæði hjá vinnu- og privatkundum. Arbeiðið fevnir um uppseting, konfigurering og feilrætting av netútgerð, serliga Fortigate og Cisco, og tú kemur at spæla ein lyklaleiklut í at tryggja eina væleydnaða levering og góða kunduuppliving. Tínar fremstu uppgávur vera Konfigurering, test og levering av beinarum til vinnukundar Uppseting og innlegging av netútgerð hjá kundum Kunda- og toymissamskifti við aðrar deildir og veita tekniskan stuðul Kunda vitjanir hjá privat- og vinnukundum við net- og Wi-Fi trupulleikum Eftirkanning og optimering av netuppseting (beinarar, Wi-Fi og kábling) Dokumentering av arbeiði og uppseting Vit vænta tí, at tú Hevur royndir við samskipan av uppgávum Hevur góð samstarvsevni og dugir væl at samskifta Kann arbeiða sjálvstøðugt og tekur ábyrgd Er opin fyri at læra nýggjar skipanir og hevur tokkan til KT Hevur fatan fyri fíggjarligum viðurskiftinum og kostnaðarstýring Royndir og útbúgving innan KT er ein fyrimunur. Ynskiligt, at tú hevur Royndir við Fortinet FortiGate og/ella Cisco geva fyrimun Kunnleika um fipur og netinstallatión Útbúgving sum IT-supportari, elektrikkari ella líknandi tekniska útbúgving Afturfyri bjóða vit Eitt fjølbroytt og sjálvstøðugt starv við stórari ábyrgd Møguleika at arbeiða við nýggjastu net- og trygdartøkni Góðar arbeiðsumstøður og eitt sterkt toymi Góðar møguleikar fyri fakligari menning Eitt gott arbeiðsumhvørvi við góðum starvsfólkum og fult av ágóðum Um Nema Nema er ein føroysk fyritøka, ið skapar kapping og samstundis gongur á odda í menningini av føroyska samskiftis- og KT-marknaðinum. Nema er ein fyritøka í stórum vøkstri, og okkara úrslit seinastu árini hava verið framúr góð. Harumframt hava vit eitt gott og óformelt arbeiðsumhvørvi við á leið 70 starvsfólkum á okkara deildum í Tórshavn og Klaksvík. Løn og setanartreytir Løn verður sambært avtalu millum partarnar. Arbeiðsstaðurin verður í Tórshavn. Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Jóannes Hestoy á telefon 794273 ella við at senda teldupost til jhe@nema.fo. Umsóknarfreistin er 4. januar 2025. Søk starvið

Heimsins besta kotilett í Føroyum á 2 fyri 1
Vit kunnu nú reypa av, at Nema og Irish pub hava gjørt eitt samstarv, og tí eru fleiri góð 2 fyri 1 tilboð nú at fáa í Irish pub. Nú kanst tú nemliga fáa 2 fyri 1 av bæði Fiskaflak & kips og Svínakotilett í Irish pub. Tilboðini eru galdandi fleiri dagar um vikuna og breiða yvir fleiri tíðarskeið á degnum. Svínakotilettin frá Irish Pub Tann vælkenda kotilettin frá Irish pub er nú partur av 2 fyri 1 tilboðunum á appini. Allir dagar í vikuni, uttan fríggjadag, frá kl. 18.00 - 20.00 kanst tú keypa eina Svínakotilett við kips, sóvs og reyttkál frá Irish pub og fáa eina ókeypis. Fiskaflak og kips frá Irish Pub Fisk og kips er vælumtókt millum føroyingar og tað kann hugsast at koma av, at rætturin sameinar okkara egnu fiski mentan við bretsku matsiðvenjuna. Fiskaflak við kips er sjálvsagt at fáa hjá Irish Pub í Havn. Allir dagar í vikuni, uttan fríggjadag, frá kl. 15.00 - 17.00, kanst tú keypa Fiskaflak við kips og remulátu frá Irish pub og fáa eina ókeypis. Fylg við á sosialum miðlum So sært tú altíð tey nýggjastu 2 fyri 1 tilboðini, fær kunning um kundatiltøk, og møguleikan at luttaka í eina rúgvu av kappingum. Heinta 2 fyri 1 appina her Øll kunna taka 2 fyri 1 appina niður á telefonina. Fyri at nýta 2 fyri 1 tilboðini,mást tú verða Nema telefonkundi og rita inn við tínum fartelefonnummari. Sí fleiri 2 fyri 1 tilboð

Vinn eina hondbóltsferð fyri tvey til Oslo
Vit eru í gávuhýri, og nú kanst tú vinna eina hondbóltsferð, fyri tvey, til Oslo. Talan er um eina pakkaferð frá 62 norð, ið hevur virði á 23.000 kr. Tann hepni vinnarin fær bæði Flogferðaseðlar beinleiðis úr Føroyum til Oslo og heim aftur, hotel uppihald í dupultkamari á 4 stjørnaða Radison Blu Plaza og atgongumerkir til dystirnar hjá Føroyum. Hvørjaferð tú gagnnýtir eitt tilboð á 2 fyri 1 appini, fært tú ein seðil við í lutakastið. Jú oftari tú nýtir tilboðini á 2 fyri 1, jú størri gerst kjansurin at vinna. Øll tey, ið nýta 2 fyri 1 appina frá 15. oktober til og við 30. november 2025 eru við í lutakastinum. Treytir - Ferðin er beinleiðis úr føroyum til Oslo 14. januar 2026 kl. 07, og heimferðin úr Oslo 22. januar 2026 kl. 07. Talan er um gisting í dupultkamari. Tað ber ikki til at býta vinnningin um við reiðan pening. Nú kunnu øll royna2 fyri 1 appina Nú hava øll, ið hava eitt føroyskt telefon nummar møguleika at stovna ein brúkara á 2 fyri 1 appini. Nema telefonkundar hava óavmarkaða atgongd til tilboðini á 2 fyri 1, men nú kunnu onnur eisini royna appina. Hevur tú annan telefonveitara enn Nema, kanst tú royna appina í 30 dagar, og í hesar 30 dagarnar fáa ágóðan av tveimum 2 fyri 1 tilboðum. Tak 2 fyri 1 appina niður í dag 2 fyri 1 tilboð

Brandan burgarin á 2 fyri 1
Nú er vælumtókti Brandan burgarin vorðin ein partur av 2 fyri 1 appini. Eitt gott miðmála tilboð í hugnaligu lobbykaféini, Landmark, á Hotel Brandan. Tú fært ein saftigan burgara við knasandi góðum kipsi og dippi, og tá tú nýtir 2 fyri 1 appina, fært tú tveir burgarar fyri prísin av einum. Tað merkir, at tú kanst bjóða onkrum við, einum vini, familjulimi ella einum starvsfelaga og fáa eina hugnaliga løtu mitt á degnum. Tí tilboðið er galdandi allar gerandisdagar frá 12.00 - 14.00. Brandan Burgarin Ein góður burgari smakkar enn betri, tá hann verður etin saman við øðrum. Bjóða einum, ið tú ert góð/ur við, til miðmála á Hotel Brandan. Tilboðið er galdandi mánadag til fríggjadag millum kl. 12 - 14. Fylg við á sosialum miðlum So sært tú altíð tey nýggjastu 2 fyri 1 tilboðini, fær kunning um kundatiltøk, og møguleikan at luttaka í einari rúgvu av kappingum. Heinta 2 fyri 1 appina her Øll kunna taka 2 fyri 1 appina niður á telefonina. Fyri at nýta 2 fyri 1 tilboðini,mást tú verða Nema telefonkundi og rita inn við tínum fartelefonnummari. Sí onnur 2 fyri 1 tilboð

Katrin á Fløtti Jacobsen 20 ára starvsdag
Í heili 20 ár hevur Katrin verið partur av fyritøkuni, sum vit í dag kenna sum Nema. Katrin er forritari og hevur í nógv ár arbeitt við skipanunum Nema løn og Lundanum. Katrin er vælgerðin, dugnalig, fitt og álítandi. Hjá Katrin koyrir alt eftir bókini og hon gevst ikki fyrr enn málið er loyst. Vit takka Katrini fyri hennara ískoytið tey seinastu 20 árini. Vit eru heppin og takksom fyri, at Katrin er í starvi hjá okkum og vit vóna, at hon verður verandi í nógv ár afturat.

Stovukonsert við Beinir
STOVUKONSERTIN ER ÚTSELD Nú hava teir fyrstu 25 Nema kundarnir møguleika at bjóða onkrum við til eina inniliga stovukonsert við Beinir. Konsertin verður tann 11. september kl. 19.30 í einari hugnaligari stovu í Hoyvík. Møtt verður á parkeringsplássinum uttanfyri hoyvíkshøllina kl 19.30, og síðan fylgjast vit til stovuna, har Beinir fer at framføra. Tað einasta tú skalt gera er at møta upp, so syrgja vit fyri góðum tónum, hugna og onkrum leskiligum afturvið. Keyp eitt atgongumerki fyri 150 kr. krónur og fá tvey. Minst til, at tað ræður um at skunda sær, tí tað eru bert 25 tey fyrstu, ið hava møguleika at bjóða onkrum við. Avmarking er á tvey atgongumerki pr. Nema kunda. Sí fleiri góð 2 fyri 1 tilboð her