Onki úrslit
Undanfarna síða
Search by
Næsta síða

Tíðindaskriv frá Nema til vinnukundar

Hjá Nema arbeiða vit støðugt við at gera tænasturnar betri og meira haldgóðar fyri okkara vinnukundar. Seinastu árini hava vit gjørt fleiri størri íløgur, sum bæði styrkja KT-trygdina og gera raksturin tryggari og støðugari. Umframt hetta varpa vit eisini ljós á teir ágóðar, ið tú fært sum vinnukundi hjá okkum. Við nýggjum íløgum og framgongd fylgja eisini nakrar prístillagingar. Tær eru ein natúrligur partur av arbeiðinum at tryggja dygd, menning og størst møguligt virði fyri tykkum sum kundar.

Fyrimunir til familjuna

Vistu tit av, at sum vinnukundi hjá Nema bjóða vit fleiri fyrimunir til tykkara starvsfólk, ið gagna bæði arbeiði og familjulívi? Millum annað kunnu starvsfólk, har fyritøkan rindar fyri fartelefonhaldið, stovna eitt telefon- og/ella internethald til familjuna við stórum avsláttri hvønn mánaða.

Vistu tit av, at øll tykkara starvsfólk, ið eru fjarskiftiskundar hjá okkum, eisini fáa ágóðan av 2 fyri 1 appini, har tú og tíni kunnu njóta gott av góðu tilboðunum og harvið spara pening í gerandisdegnum?

Við 2 fyri 1 appini fært tú meira fyri pengarnar, og uppaftur meira burtur úr tínum telefonhaldi. Í stuttum fært tú meira gleði burturúr tí, tú longu rindar fyri. Vit miðja altíð eftir at økja um úrvalið við fleiri tilboðum, bæði frá nýggjum og verandi veitarum.

Við 2 fyri 1 appini hava okkara kundar longu spart meira enn 900.000 krónur tilsamans við at njóta góðu tilboðini og upplivingarnar, ið appin bjóðar.

Tak 2 fyri 1 appina niður her:

KT-trygd hevur ongantíð verið týdningarmiklari enn nú. Krøvini til KT-trygd økjast støðugt, og Nema hevur í fleiri ár arbeitt miðvíst við at menna mannagongdir, politikkir og innanhýsis eftirlit. Tí hevur Nema styrkt arbeiðið á økinum og sett ein nýggjan trygdarleiðara í starv, sum skal tryggja, at vit altíð eru á odda innan KT-trygd. Við KT-trygdarkanningunum frá Nema fáa fyritøkur greiða mynd av støðuni hjá sær og kunnu taka stig til at verja seg móti álvarsligum álopum og dátulekum.

Ynskja tit at hoyra nærri um KT-trygdarkanningar?

Fyll teigarnar út, og tit frætta aftur frá okkum sum skjótast.

Vit hava lagt nógva orku í at gera Nema sterkari, og seinastu árini hevur Nema gjørt fleiri stórar íløgur, bæði í tøkni, menning og tænastur. Hetta við tí fyri eyga at tryggja, at tú sum kundi altíð hevur eina góða, støðuga og modernaða uppliving.

Nýggja netið

Tá Nema gjørdi íløgur í at styrkja farnetið, var tað ein stór og týðandi avgerð fyri okkum sum fyritøku. Endamálið var at tryggja kundunum eitt betri og meir álítandi samband. Hetta var ikki bara ein teknisk avgerð, men ein langtíðar íløga í dygd, trygd og betri tænastu – eitt stig á leiðini at geva kundunum meira enn bara eitt telefonhald.

Nýggi nethandilin

Ein av nýggjaru íløgunum er okkara spildurnýggi nethandil. Við nýggja nethandlinum bjóða vit kundum okkara túsundtals fleiri vørur – alt frá teldum og telefonum til tilhoyr og hentari tøkni. Alt hetta fyri enn hvassari prísir. Hetta er eitt týðandi stig í arbeiðinum at gera upplivingina hjá kundanum einfaldari, greiðari og meira gagnliga.

Prístillagingar

Við fleiri nýggjum og stórum íløgum og framgongd á fleiri økjum, fylgja eisini nakrar prístillagingar á telefoni og skipanum, ið eru galdandi frá 1. desembur 2025.

Ynskja tit at hoyra nærri um, hvussu hesar prístillagingar ávirka tykkum, so eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við tykkara vinnukundaráðgeva ella ringja á tlf. 20 20 20

Jan á Líknargøtu

Vinnukundaleiðari

Jakup Eydnugarð

Vinnukundaráðgevi

Ronni Poulsen

Vinnukundaráðgevi

Oilwind

Íløgan vit gjørdu í Nema Løn og Nema Tíð varð longu væl og virðiliga spard innaftur sama árið, tí vit hava spart munandi í bæði umsiting og tímum. Áðrenn skrivaðu menninir tímaseðlar, og alt mátti skrásetast manuelt. Nú stempla fólk og fáa løn fyri reellu tímarnar, tey arbeiða, og vit sleppa frá at skráseta nakað manuelt. Alt er tí nógv skjótari, lættari og rættari í dag. Er okkurt at spyrja um, ringja vit til Nema, sum hevur veitt eina sera góða tænastu. Marni F. Joensen, fyrisitingarleiðariOilwind

Nema søkir eftir fíggjarfrøðingi

Vilt tú vera við til at menna og sjálvvirka okkara fíggjargongdir, og samstundis gerast ein týðandi sparringsfelagi fyri alla fyritøkuna? So vilja vit fegin hoyra frá tær!  Hjá Nema leita vit eftir einum fíggjarfrøðingi (financial controller), ið dámar væl at arbeiða við sjálvvirkan av fíggjargongdum, er analytisk/ur og ikki bangin fyri at hjálpa til við vanligum bókhaldsuppgávum. Starvið er fulla tíð við byrjan 1. februar 2027. Um starvið Sum fíggjarfrøðingur hjá Nema fært tú ein týðandi leiklut í at menna og betra okkara roknskaparmannagongdir og tryggja, at roknskapurin byggir á rættar og álítandi dátur.Tú verður eisini ein týðandi samstarvspartnari hjá deildunum í Nema, har tú við KPI-frágreiðingum og dátugreiningum verður við til at skapa betri yvirlit og eitt gott grundarlag fyri avgerðum.Harumframt fært tú ein virknan leiklut í at nútímansgera fíggjardeildina, har nýggj tøkni og betri arbeiðsgongdir verða ein týðandi partur av menningini. Tínar fremstu uppgávur vera Eftirlit (controlling) og bókhaldsuppgávur Sjálvvirkjan og menning av fíggjargongdum Fíggjarfrágreiðingar At stuðla fíggjarætlanararbeiðinum At vera ein fakligur viðleikari fyri raksturin, við denti á innlit, samanhangir og lyklatøl Vit vænta tí, at tú Hevur eina hægri búskaparútbúgving, t.d. HD (1, 2), Cand.merc., ella hevur arbeitt við fíggjarstýring. Hevur góð analytisk evni Arbeiðir sjálvstøðugt og skipað Hevur royndir við PowerPoint, Excel og AI Dugir at byggja góð og álítandi sambond tvørtur um alla fyritøkuna Afturfyri bjóða vit Ein fakliga spennandi leiklut við stórari ávirkan á menningina av fíggjarfunktiónini Møguleika at seta tín dám á talgilding og sjálvvirkjan í Nema Eina deild við fakliga sterkum starvsfeløgum og breiðum samstarvi innanhýsis Eitt gott arbeiðsumhvørvi við góðum starvsfólkum og einari rúgvu av ágóðum  Góða kantinu og starvsfólkatiltøk árið runt  Um Nema Nema er ein føroysk KT- og samskiftisfyritøka, sum gongur á odda í tøkniligu menningini í Føroyum. Vit hava verið í støðugum vøkstri seinastu árini og telja í dag umleið 65 starvsfólk í Tórshavn og Klaksvík. Hjá okkum er arbeiðsumhvørvið opið og óhátíðarligt, har samstarv og trivnaður er í hásæti. Løn og setanartreytir Fasta arbeiðsplássið verður á deildini hjá Nema í Havn. Løn verður avtalað millum partarnar. Hevur tú spurningar, ert tú hjartaliga vælkomin at venda tær til Christian Svejdal, fíggjarleiðara, á teldupost csv@nema.fo ella á telefon 502056. Tá ið tú søkir, vinarliga send okkum eitt CV, saman við eini umsókn, har tú lýsir viðkomandi royndir og førleikar. Umsóknarfreistin er 1. novembur 2026. Søk starvið

Lærlingur til KT-supportina hjá Nema

Hevur tú áhuga fyri KT, dámar tær at loysa avbjóðingar og at hjálpa øðrum? So er tað kanska tær, vit leita eftir. Nema leitar eftir einum forvitnum og ágrýtnum lærlingi, sum hevur hug at læra meira um KT, og gerast partur av einum spennandi og fjølbroyttum arbeiðsumhvørvi. Sum lærlingur innan KT-support hjá Nema, fært tú møguleika at arbeiða við nýggjastu tøknini, læra av royndum starvsfeløgum og menna tínar førleikar innan KT. Tú verður partur av einum toymi, har vit hjálpa hvør øðrum, deila vitan og saman finna góðar loysnir til okkara kundar. Um starvið Sum lærlingur verður tú partur av dagliga arbeiðinum hjá okkara KT-fólkum. Arbeiðið er fjølbroytt, og tú fert millum annað at arbeiða við: KT-support og kundatænastu: Tú lærir at vegleiða og hjálpa kundum við KT-avbjóðingum Feilfinning: Tú lærir at finna og rætta feilir á teldum, neti og í KT-skipanum KT-trygd: Tú fært innlit í KT-trygd, mannagongdir og týdningin av tryggum KT-loysnum Uppseting og installatión: Tú lærir at seta upp teldur, forrit og aðra KT-útgerð Neti og servarum: Tú fært innlit í, hvussu vit umsita og reka bæði netverk og servarar. Vit leggja dent á, at tú fært eina góða og fjølbroytta lærutíð, har tú bæði sleppur at royna teg í verki og at menna tína fakligu vitan. Vit leita eftir tær sum: Ert forvitin og tænastusinnað/ur Hevur lokið fráfaringarroynd fólkaskúlans Hevur áhuga fyri KT og hug at læra Dámar at loysa trupulleikar og finna góðar loysnir Ert fyrikomandi, tænastusinnað/ur og dugir væl at samstarva Dugir at arbeiða sjálvstøðugt og taka ábyrgd Tú skalt ikki duga alt frammanundan. Tað týdningarmesta er, at tú hevur áhuga, áræði og hug at læra. Vit bjóða tær: Eina spennandi og fjølbroytta lærutíð Møguleika at arbeiða við ymiskum KT-loysnum og nýggjari tøkni Dugnaligar starvsfelagar, sum eru klárir at hjálpa og deila sína vitan Eitt óformligt arbeiðsumhvørvi við góðum samanhaldi Góðar møguleikar at menna teg bæði fakliga og persónliga. Um útbúgvingina Nýggja føroyska KT-supportaraútbúgvingin er skipað við støði í donsku útbúgvingini til IT-supporter. Dentur er lagdur á, at innihald og førleikar skulu samsvara við danska supportarin. Útbúgvingin sum KT-supportari tekur 2½ ár, og er sett saman av verkligari læru, sum í hesum førum verður hjá Nema, meðan skúlagongdin er á Miðnámi á Kambsdali. Fyrsta skúlaskeiðið byrjar 2. november 2026. Les meir um útbúgvingina her Um Nema Nema er ein føroysk fyritøka, ið skapar kapping og samstundis gongur á odda í menningini av føroyska KT- og samskiftismarknaðinum. Nema er í stórum vøkstri, og okkara úrslit seinastu árini hava verið framúr góð. Harumframt hava vit eitt gott og óformelt arbeiðsumhvørvi við á leið 70 starvsfólkum á okkara deildum í Tórshavn og Klaksvík. Setanarviðurskifti Talan er um eitt lærupláss við einari lærutíð á 2½ ár. Løn og setanarviðurskifti verða sambært galdandi sáttmála fyri lærlingar. Starvsbyrjan verður eftir avtalu. Umsókn og freist Hevur tú spurningar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Frankie Jensen, KT stjóra, á tlf 502090 ella umvegis teldupost fje@nema.fo. Umsókn og viðkomandi skjøl skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 25. oktober 2026. Søk starvið her

Protected: Tíðindaskriv til vinnuna

Hjá Nema leggja vit dent á at menna loysnir og tænastur, sum gera mun í gerandisdegnum hjá okkara vinnukundum. Við støði í tørvinum hjá kundunum arbeiða vit støðugt við at betra um okkara skipanir, styrkja okkara tænastur og skapa nýggjar møguleikar. Hesa ferð hava vit fleiri tíðindi at bera tykkum. Vit hava víðkað virksemið til Grønlands og styrkt okkara støðu á grønlendska marknaðinum. Samstundis hevur Nema Tíð fingið eina umfatandi dagføring við nýggjum sniði og betri hentleikum, sum gera tíðarskráseting og umsiting einfaldari. Og sum siður er við vinnutíðindaskrivunum, so hava vit nøkur góð tilboð upp á KT-útgerð til tykkara. Les meira um nýggjastu tíðindini, dagføringarnar og tilboðini niðanfyri. Nema í Grønlandi Vit hava styrkt okkara virksemi í Grønlandi og eru farin undir eitt nýtt kapittul í samstarvi við Arctic Print Solutions. Í hesum samstarvi bjóða vit grønlendskum fyritøkum og stovnum okkara føroyskt mentu skipanir innan bókhald, løn, tíðarskráseting, starvsfólkaumsiting, journaliseting og workflow. Við royndum frá bæði føroyska og grønlendska marknaðinum vilja vit gera tað lættari hjá fyritøkum at savna sínar umsitingarligu uppgávur í skipanum, sum arbeiða saman. Sum liður í víðkaða virkseminum verður Heini Hansen vinnukundaráðgevi við ábyrgd av grønlendska marknaðinum. Heini hevur í fleiri ár arbeitt við okkara skipanum og veitt kundum sum Royal Greenland og Nuuk Transport hjálp og ráðgeving. Hann kennir tí væl bæði kundarnar og teirra tørv og fær nú ein týðandi leiklut í at menna samstarvið við verandi og nýggjar kundar í Grønlandi. Nema Tíð í nýggjum hami Nema Tíð hevur fingið eina umfatandi dagføring við nýggjum sniði, betri hentleikum og einari nýggjari app til fartelefonir og teldlar. Skipanin er eisini flutt á netið, so nú ber til at skráseta arbeiðstíð og umsita skrásetingar beinleiðis í kaganum. Nýggja útgávan verður latin kundunum stigvíst, og vit seta okkum í samband við tykkum, tá ið túrurin kemur til tykkara. Tit skulu sostatt ikki gera nakað sjálvi í løtuni. Ynskja tit at hoyra nærri um Nema Tíð? Útfyll teigarnar niðanfyri, so seta vit okkum í samband við tykkum skjótast tilber. Alt tað nýggja og dagførda í Nema Tíð hesaferð Umframt nýggja sniðið eru fleiri hentleikar mentir og dagførdir: GeofencingÁsetið, hvar starvsfólk kunnu skráseta arbeiðstíð, t.d. á ávísum arbeiðsstøðum. Dagførdar lønarkoyringarFleiri møguleikar og betri amboð til lønarumsiting. Betri stýring av framtíðarstemplingumStørri tamarhald og fleiri møguleikar at stýra skrásetingunum. Meira upplýsandi toymisyvirlitBetri yvirlit yvir skrásettar tímar, broytingar og hvør hevur gjørt tær. Nýtt yvirlit yvir teljarastøðurDagført snið og betri handfaring av feriutímum. Trygd og tøkni eru dagførdUmfatandi trygdar- og tøkniligar dagføringar styrkja grundvøllin undir skipanini og eru ein týðandi partur av nýggju útgávuni av Nema Tíð. Sertilboð til tykkara Tilboðini eru galdandi so leingi vørurnar eru á goymslu. Onnur tíðindi frá Nema