
JA! Stovna eitt hald frá Nema
Og fá fleiri hundrað krónur í avsláttri av øllum vørum í Elding
Elsa byrjar í Elding
Nema og Elding hava gjørt eitt samstarv. Nú kanst tú stovna tær eitt hald, frá Nema, í Elding handlunum og fáa avsláttur av øllum vørum í Elding. Tú kann stovna haldið samstundis sum, at tú skalt keypa tína vøru, og harvið verður avslátturin beinleiðis trektur av tínum keypi.
Treytir: Við at stovna hald, og fáa avslátturin, bindir tú títt hald hjá Nema í 6. mðr. Títt hald skal verða stovnað í einum Elding handli. Tænastan er bert galdandi fyri nýstovnað hald. Sí allar viðskiftatreytirnar longur niðri á síðuni.

Einstaklingahald
Stovna Einstaklingahald og fá 500kr. í avsláttri av øllum vørum í Elding, fyri hvønn familjulim, ið stovnar eitt einstaklingahald
Við einstaklingahaldunum kanst tú snikka telefonhaldini saman, júst sum tær lystir.
Familjulimir kunnu fáa ta mongdina av data, ið teimum tørvar. T.d kann tannáringurin í familjuni hava eitt telefonhald við fríum data, meðan foreldur hava 5GB ella 30GB í teirra telefonhaldi. Sami persónur hevur enn møguleika at samskipa og standa fyri øllum telefonhaldunum í familjuni.
Tað er eisini møguligt at seta einstaklingahaldini saman við einum familjuhaldi.

Treytir – Avslátturin er bert galdandi við einum nýstovnaðum haldi frá Nema og um stovningin er gjørd í einum Elding handli.
Binditíð: 6 mðr.
Einstaklingahald
Fá 500 kr. í avsláttur, í Elding, fyri hvønn persón, ið stovnar eitt einstaklingahald
og minst til, haldið skal stovnast í einum Elding handli fyri at fáa avslátturin

Familjuhald
Stovna Familjuhald og fá 1200kr. í avsláttri av øllum vørum í Elding
Nema byrjaði Familjuhaldini í Føroyum fyri at gera tað lættari og bíligari hjá familjum at umsita teirra telefonhald. Familjuhaldini hóska seg væl til familjur, har allir familjulimir ynskja sama datapakka. Tú kann stovna upp til seks persónar í hvørjum familjuhaldi.
Familjuhaldini eru tengd at, at limirnir í familjuhaldunum búgva í sama húsarhaldi.
Tú fært 1200kr í avsláttur av øllum vørum í Elding, um tú stovnar eitt familjuhald – við alt frá tveimum til seks familjulimum.

Treytir – Tænastan er ikki galdandi fyri familjulimir, ið leggjast afturat einum verandi familjuhaldi. Avslátturin er bert galdandi við nýstovnaðum haldi frá Nema, og um stovningin er gjørd í einum Elding handli. Binditíð: 6 mðr.
Familjuhald
Fá 1200 kr. í avsláttur, í Elding, tá tú stovnar eitt familjuhald við alt frá tveimum til seks familjulimum
og minst til, haldið skal stovnast í einum Elding handli fyri at fáa avslátturin

Frítt Farnet
Stovna Frítt Farnet og fá 1200kr. í avsláttri av øllum vørum í Elding.
Farnet er skjótt og lætt. Eingir káplar, ongan montør, einki kopargjald og eingin bíðitíð. Tað einasta, ið krevst er ein stikkkontakt.
Við okkara framkomna farneti kunnu vit bjóða gott netsamband um alt landið.
Frítt Farnet kostar 539 kr./mðn. og er íroknað leigu av beinara.

Treytir – Talan er bert um haldið “Frítt Farnet”, og bara við stovnan av einum nýggjum haldi. Tænastan er ikki galdandi, um kundin frammanundan hevur annað breiðband frá Nema. Binditíð: 6 mðr.
Fyrimunir við telefonhaldi frá Nema
Elsa svarar spurningum
- Kom inn í ein Elding handil og stovna tær nýtt hald.
- Upplýs títt núverandi ICC ID nummar* fyri Elding starvsfólkinum
- Elding starvsfólkið upprættar teg sum kunda.
- Tú fært eitt fysiskt sim-kort, sum skal setast í telefonina ella
eitt E-sim, ið er ein strikukota, ið skal skannast á telefonini. - Tú ringir 20 20 20 fyri at aktivera títt simkort/E-Sim.
- Hurrá! Tú ert telefonkundi hjá Nema.
- Tú fært avsláttur í Elding.
Á iPhone finnur tú títt ICC ID undir (Indstillinger – Generelt – Om – ICCID).
Tilber at síggja títt ICC inni á Mítt Ver, og annars kanst tú ringja til Føroya Tele og fáa títt ICC upplýst.
Fyri at fáa avslátturin skal títt hald verða stovnað í einum Elding handli. Tænastan er galdandi fyri tey, ið ikki hava telefonnummar og breiðband frá Nema frammanundan. Hevur tú verið kundi hjá Nema seinastu 45 dagarnar, er tænastan ikki galdandi fyri teg.
Tað kanst tú beinanvegin. Skalt tú skifta veitara, sí fyrra spurningin ‘Hvussu gerist eg telefonkundi hjá Nema’ fyri eina vegleiðing.
Tú kann sjálvandi varðveita títt telefonummar, hóast tú skiftir telefonhald til Nema.
Við at stovna hald, og fáa avslátturin, bindir tú teg í 6. mðr. Haldið er bundið í 6 mánaðir frá stovningardegnum. Tú kanst lækka haldið (t.d. til færri GB), men tú ert framvegis bundin at rinda samlaða virðið av upprunaliga haldinum í 6 mánaðir.
- Dømi: Um tú stovnar eitt 30GB hald, ið kostar 209 kr/mðn. og velur at lækka haldið til eitt 5GB hald, ið kostar 149 kr/mðn, skalt tú framvegis rinda 209 kr/mðn ella somu upphædd samanlagt yvir 6 mánaðir.
Nema útlond er ikki partur av bindingsavtaluni og tú kann tendra/sløkkja, sum tær lystir. Prísurin fylgir við.
Fyri at fáa avslátturin skal títt hald verða stovnað í einum Elding handli.
Nema útlond er ikki partur av bindingsavtaluni, og tú kann tendra/sløkkja Nema útlond, sum tær lystir.
Tænastan er ikki galdandi fyri Kundar hjá Nema ella fyri tey, ið hava verið kundar hjá Nema seinastu 45 dagarnar.
Ert tú Nema kundi og hevur spurningar, kanst tú ringja á tlf. 202020
Ja, tað kanst tú. Tú kann geva upp til 10 GB hvønn mánaða.
Allir Nema telefonkundar hava atgongd til 2 fyri 1 appina og harvið eina rúgvu av tilboðum.
Tú kanst altíð hækka títt hald við fleiri GB ella leggja fleiri familjulimir afturat tínum familjuhaldi. Prísurin veksur samsvarandi.
Tú kanst lækka haldið (t.d. til færri GB), men tú ert framvegis bundin at rinda samlaða virðið av upprunaliga haldinum í 6 mánaðir.
- Dømi: Um tú stovnar eitt 30GB hald, ið kostar 209 kr/mðn. og velur at lækka haldið til eitt 5GB hald, ið kostar 149 kr/mðn, skalt tú framvegis rinda 209 kr/mðn ella somu upphædd samanlagt yvir 6 mánaðir.