Telavox
Vekslaraloysnin frá Nema
Telavox er ein fjølbroytt vekslaraloysn, ið verður nýtt av fleiri enn 100 føroyskum fyritøkum. Hetta er ein smidlig loysn sum er egnað til bæði stórar fyritøkur við hundratals brúkarum og til smærri fyritøkur við alt frá tveimum brúkarum, ið deilast um eitt høvuðsnummar.
Við Telavox fáa tit møguleikan at umsita tykkara telefoniloysn á ein hátt, ið hóskar til júst tykkara fyritøku og tørv.
Fyrimunir við Telavox
- Ringiregla:
- Tú kann stýra hvussu telefonsamrøður verða beindar – t.d. til einstøk fólk, deildir og tilber at stýra hvørjar tíðir á degnum telefonirnar eru tøkar.
- Tú kann stýra hvussu telefonsamrøður verða beindar – t.d. til einstøk fólk, deildir og tilber at stýra hvørjar tíðir á degnum telefonirnar eru tøkar.
- Smidlig uppsetan:
- Ber til at skræddaraseyma uppsetanina fyri at veita eina so góða tænastu sum gjørligt
- Ber til at skræddaraseyma uppsetanina fyri at veita eina so góða tænastu sum gjørligt
- Fjølbroytt nýtsla:
- Kann brúkast sum app á fartelefonini, sum telduforit ella sum vanlig borðtelefon
- Kann brúkast sum app á fartelefonini, sum telduforit ella sum vanlig borðtelefon
- Samvirkandi við aðrar Nema skipanir:
- Virkar saman við t.d. Nema Tíð, har status á tínum starvsfelagum verður vístur beinleiðis í Telavox
- Virkar saman við t.d. Nema Tíð, har status á tínum starvsfelagum verður vístur beinleiðis í Telavox
- Flytført millum tól:
- Brúkarar kunnu óheft skifta millum ymisk tól (fartelefon, teldu, borðtelefon) og varðveita sama virkisføri
- Løtt umsiting:
- Eitt brúkaravinarligt umsitingarpanel, har tit kunnu broyta uppsetan, stovna brúkarar og tillaga ringireglar uttan tøkniligan kunnleika
- Eitt brúkaravinarligt umsitingarpanel, har tit kunnu broyta uppsetan, stovna brúkarar og tillaga ringireglar uttan tøkniligan kunnleika
- Fjølbroytt samskiftismøguleikar:
- Umframt vanligt telefonisamskifti, ber eisini til at senda boð, halda netfundir og samskifta á ymsan hátt
- Umframt vanligt telefonisamskifti, ber eisini til at senda boð, halda netfundir og samskifta á ymsan hátt
- Bíðirøð við boðum:
- Ger kundar varugir við bíðitíð og bjóða teimum at verða ringdir upp aftur
- Ger kundar varugir við bíðitíð og bjóða teimum at verða ringdir upp aftur
- Hagtøl og frágreiðingar:
- Fá yvirlit yvir samrøður, bíðitíð og aðra viðkomandi vitan til at betra um tænastuna
Ynskir tú at hoyra meir um Telavox?
Telavox gevur tykkara fyritøku eina nútímans og smidliga loysn, ið kann vaksa saman við fyritøkuni og tillaga seg tykkara tørv.
Nema starv
Við Nema Starv hevur tú øll starvsfólkaviðurskifti savnað á einum stað. Harvið slepst undan at leita eftir upplýsingum í ringbindum ella í mappum á telduni. Tað er skjótt og lætt at stovna nýggj starvsfólk og at leggja øll viðkomandi skjøl í skipanina m.a. umvegis teldupost.

Dagføringar av Nema starv
Vit hava gjørt Nema starv enn smidligari við nýggjum hentleikum og betringum, sum gera umsitingina skjótari og lættari.
Nýtt í Nema Starv
- Tilber at stovna nýggjar valmøguleikar undir starvsfólk
- Tilber at velja, um eitt starv skal telja starvsaldur
- Tilber at áseta fleiri rættindi. T.d. kann ein KT Deild fáa rættindi einans til “Útgerð” undir starvsfólk og undir “Uppseting” í skipanini.
- Tilber at síggja hvør brúkari hevur lagt skjøl inn undir starvsfólk, og nær tað er gjørt
- Undir starvsdagar, sæst nú hvørja deild starvsfólkið hoyrir til.
Betrað og endurskoðað
- Leiti teigar eru betraðir og hava fingið nýtt snið
- Nýtt snið og litir
- Nýggj byrjanarsíða við nýggjum grafum
- Undir starvsdagar, ber nú til at sortera eftir starvsaldur
- Starvsaldur teljari, er betraður
Sertilboð
Tilboðini eru galdandi so leingi vøran er á lagur.
Set teg í samband við okkum
Jan á Líknargøtu
Vinnukundaleiðari
Jakup Eydnugarð
Vinnukundaráðgevi
Fyll teigarnar út og vit seta okkum í samband við teg sum skjótast.
Annað nýtt frá Nema
Gjaldstovan og Nema hava gjørt avtalu um Nema Tíð
Gjaldstovan og Nema hava gjørt avtalu um føroysku tíðarskrásetingarskipanina Nema Tíð. Hetta er fyrstu ferð, at Nema ger eina avtalu við tað almenna um eina av sínum egnu KT-loysnum. Avtalan er ein týðandi varði fyri Nema, og gevur samstundis almennum stovnum ein nýggjan møguleika at velja eina føroyskt menta loysn til tíðarskráseting og umsiting av arbeiðstíð. Nema Tíð er ment í Føroyum og tekur støði í føroyskum arbeiðsviðurskiftum. Skipanin savnar skráseting av arbeiðstíð, uppmøting, feriu, avspáking og yvirtíð á einum stað. Tað gevur betri yvirlit, ger umsitingina munandi lættari og minkar um manuelt arbeiði, so tíðarskrásetingin verður einfaldari og meira samanhangandi. – Vit eru sera fegin um avtaluna við Gjaldstovuna. Vit hava arbeitt miðvíst við at menna og nútímansgera Nema Tíð, og nú fáa vit møguleikan at bjóða loysnina til almennu umsitingina. Hetta er ein stórur varði fyri okkum og ein viðurkenning av tí orku og arbeiði, vit hava lagt í at menna skipanina, sigur Gudny Langgaard, stjóri í Nema. Frá eldri tøkni til nútímans skýloysn (cloud-based)Nema Tíð hevur verið ígjøgnum eina umfatandi tøkniliga menning. Skipanin er nú skýgrundað og kann brúkast á teldu, teldli og fartelefon. Tað merkir, at starvsfólk kunnu skráseta sína arbeiðstíð og fáa yvirlit yvir feriu og fráveru, uttan mun til hvar tey arbeiða. Í menningini hevur dentur verið lagdur á brúkaravinsemi, trygd og smidligar arbeiðsgongdir. Loysnin kann tillagast ymiskum tørvi og er tí egnað til bæði smærri arbeiðspláss og stórar fyritøkur og stovnar við fløktari arbeiðstíðarskipan. Trygd er samstundis ein týðandi partur av virkseminum hjá Nema. Ein grundleggjandi fortreyt fyri, at talgildar skipanir og KT-umhvørvi virka sum ætlað, er, at trygdin er í lagi. Tí arbeiðir Nema miðvíst við KT-trygd og veitir millum annað trygdarloysnir og trygdarkanningar, sum hjálpa fyritøkum og stovnum at verja sínar skipanir og dátur. Tá skipanir arbeiða samanEin serligur fyrimunur við Nema Tíð er møguleikin at knýta skipanina saman við øðrum tænastum hjá Nema. Millum annað kann hon samvirka við vekslaraloysnina Telavox, so upplýsingar um feriu og fráveru kunnu nýtast í telefoniskiftinum. Tað ger tað lættari at samskipa arbeiðsgongdir og tryggja, at uppringingar verða handfarnar rætt, eisini tá starvsfólk ikki eru til arbeiðis. Nýtt stig fyri NemaAvtalan við Gjaldstovuna er fyribils galdandi í trý ár. Fyri Nema er avtalan samstundis eitt týðandi stig í arbeiðinum at fáa føroyskt mentar KT-loysnir út á almenna marknaðin. Nema gleðir seg at koma runt til stovnarnar við nýggju loysnini.
Hetta verður galdandi frá 1. desembur 2026
Frá 1. desember 2026 fáa fleiri av okkara familjuhaldum munandi meira data, uttan at tú skalt gera nakað: Familjuhald 2 GB verður til 5 GB, Familjuhald 52 GB verður til 72 GB, og Familjuhald 102 GB verður til frítt data. Samstundis tillaga vit prísirnar á summum av haldum okkara, so vit framvegis kunnu bjóða tær trygt samband og góða tænastu. Sí prís- og haldsbroytingar í yvirlitinum niðanfyri. Tú kanst síggja og umsita tíni hald á Mítt Nema, sum tú finnur her á heimasíðuni, ella sum app. Har kanst tú eisini kunna teg nærri um okkara viðskiftatreytir. Familjuhald við 4, 5 og 6 haldum + leiga av beinara
Kom við í okkara KT-trygdartoymi
KT-trygd er ein fastur og raðfestur partur av okkara virksemi. Uppgávurnar á økinum økjast, og tí søkja vit eftir einum starvsfólki afturat, sum saman við okkara verandi toymi skal vera við til at menna og styrkja trygdararbeiðið enn meira. Vit leita eftir tær, sum bæði trívist við at skriva greiðar mannagongdir og at arbeiða við praktiskari KT-trygd. Tú verður partur av KT-deildini, har tú í tøttum samstarvi við starvsfelagar fert at viðlíkahalda og menna okkara skipaða arbeiði við KT-trygd. Um starvið Starvið fevnir um bæði skjalfesting, samskipan og praktiskar uppgávur. Tú verður við til at tryggja, at okkara trygdarkrøv og mannagongdir verða sett í verk, fylgd upp og ment í takt við tørvin. Tínar høvuðsuppgávur verða at: Taka lut í og fylgja upp uppá okkara áhaldandi arbeiði við ISO 27001, eitt nú við at tryggja framdrift og skjalfesting. Gera, dagføra og seta í verk mannagongdir og leiðbeiningar innan kunningartrygd. Gera stikkroyndir og hava eftirlit við eitt nú atgongdum, brúkararættindum og at mannagongdir verða fylgdar. Taka lut í váðametingum og fylgja upp uppá avtalaði trygdartiltøk. Fyrireika skjalfesting til grannskoðan og taka lut í uppfylging og ábótum. Fyrireika og fremja praktisk trygdarátøk saman við restini av deildini. Vegleiða starvsfólk og stuðla undir góðum trygdarvanum í gerandisdegnum. Um teg Vit ímynda okkum, at tú hevur viðkomandi útbúgving ella royndir innan KT, kunningartrygd ella líknandi arbeiði. Tú hevur áhuga fyri bæði tí skipaða og verkliga partinum av KT-trygd, arbeiðir miðvíst og trívist í, at fylgja uppgávum heilt á mál. Vit leggja dent á, at tú: Arbeiðir skipað, varðveitir yvirlitið og fylgir upp. Dugir at skriva greitt og gera mannagongdir, sum eru lættar at skilja og brúka. Hevur tekniskt innlit og hug at arbeiða við praktiskum KT-trygdaruppgávum. Dugir at samstarva og finna loysnir saman við øðrum. Ert nærløgd ella nærlagdur og hevur hug at menna teg fakliga. Kunnleiki til ISO 27001 og royndir við trygdareftirliti, váðametingum ella grannskoðan eru ein fyrimunur. Vit leggja eisini stóran dent á arbeiðshug, ábyrgdarkenslu og evnini at virka sum partur av einum toymi. Vit bjóða Vit bjóða eitt fjølbroytt fulltíðarstarv í einum toymi, har KT-trygd longu er ein týðandi partur av arbeiðinum. Tú fært møguleika at brúka og menna tínar førleikar, umframt at seta tín dám á okkara framhaldandi arbeiði við kunningartrygd. Starvsstaðurin er í Tórshavn, og starvið verður sett skjótast gjørligt. Umsókn og nærri upplýsingar Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Róa B. Poulsen, tekniskan stjóra, á telefon 502080. Umsókn og lívsrensl skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 14. desembur 2026. Søk starvið her
Oilwind
Íløgan vit gjørdu í Nema Løn og Nema Tíð varð longu væl og virðiliga spard innaftur sama árið, tí vit hava spart munandi í bæði umsiting og tímum. Áðrenn skrivaðu menninir tímaseðlar, og alt mátti skrásetast manuelt. Nú stempla fólk og fáa løn fyri reellu tímarnar, tey arbeiða, og vit sleppa frá at skráseta nakað manuelt. Alt er tí nógv skjótari, lættari og rættari í dag. Er okkurt at spyrja um, ringja vit til Nema, sum hevur veitt eina sera góða tænastu. Marni F. Joensen, fyrisitingarleiðariOilwind




