
Tillagingar á Mítt Nema
Vit hava gjørt broytingar í familjuhaldunum á Mítt Nema, bæði við prístillaginum men eisini við data pakkunum. Hesar broytingar koma at ávirka flestu av okkara kundum. Summi koma at gjalda upp til 40 kr. meir, men summi koma eisini at spara upp til 40 kr. hvønn mánaða. Umframt prístillagingar, hava vit broytt datapakkarnar soleiðis, at flestu av okkara kundum fáa fleiri GB pr. mánaða.
Nú við enn meira data

Broytingar eru gjørdar í data pakkunum soleiðis, at tey allar flestu av okkara kundum fáa fleiri GB pr. mánaða.
2GB haldið verður óbroytt
5GB verður til 12GB
15GB verður til 32GB
30GB verður til 52GB
50GB verður til 102GB.
Prístillagingar á Familjuhaldunum
Fyrrverandi prísir og hald:
Hald | 2GB | 5GB | 15GB | 30GB | 50GB |
1 | 149 kr. | 199 kr. | 249 kr. | 289 kr. | 369 kr. |
2 | 309 kr. | 359 kr. | 409 kr. | 449 kr. | 529 kr. |
3 | 369 kr. | 419 kr. | 469 kr. | 509 kr. | 589 kr. |
4 | 419 kr. | 469 kr. | 519 kr. | 559 kr. | 639 kr. |
5 | 469 kr. | 519 kr. | 569 kr. | 609 kr. | 689 kr. |
6 | 519 kr. | 569 kr. | 619 kr. | 659 kr. | 739 kr. |
Fylgjandi prísir eru nú galdandi fyri familjuhaldini á Mítt Nema:
Hald | 2GB | 12GB | 32GB | 52GB | 102GB |
1 | 149 kr. | 199 kr. | 249 kr. | 289 kr. | 369 kr. |
2 | 269 kr. | 339 kr. | 409 kr. | 449 kr. | 529 kr. |
3 | 339 kr. | 409 kr. | 479 kr. | 519 kr. | 599 kr. |
4 | 405 kr. | 475 kr. | 539 kr. | 579 kr. | 659 kr. |
5 | 471 kr. | 541 kr. | 599 kr. | 639 kr. | 719 kr. |
6 | 537 kr. | 607 kr. | 659 kr. | 699 kr. | 779 kr. |
Eru ivamál um tillagingarnar ella hava tit spurningar, eru tit vælkomin inn á gólvið í handlunum í Havn ella í Klaksvík.
Harafturat svara vit telefonini á 202020, allar gerandisdagar millum 9 og 16.
Tíðindi

Nýggjur nethandil til vinnuna
Vit eru sera fegin at kunna boða frá, at okkara nýggi nethandil er klárur. Nú verður tað lættari enn nakrantíð at bíleggja vørur, halda yvirlit og fáa góð tilboð. Áðrenn tú kanst nýta nethandilin, mugu vit upprætta ein brúka til tín og/ella tína fyritøku. Tí vilja vit heita á teg um at fylla út teigarnar, so vit kunnu skráseta teg/tína fyritøku og geva tykkum atgongd. Fyll út teigarnar niðanfyri Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum Onnur tíðindi

Marknaðarfólk til Nema
Ert tú kreativ/ur og brennir fyri marknaðarføring? Vit leita eftir einum kreativum og ágrýtnum starvsfelaga til okkara marknaðartoymi. Okkum tørvar ein, ið ynskir at brúka sínar kreativu førleikar og sum vil gerast partur av einum toymi, har tað hendir nógv í senn. Starvið Talan er um eitt fulltíðarstarv við sæti á kontórinum hjá Nema í Havn. Tú verður partur av marknaðardeildini, har nýskapan er lyklaorðið. Marknaðardeildin røkir hópin av uppgávum, ið snúgva seg um beinleiðis marknaðarføring, produktmenning og ymisk átøk á netinum, sosialum miðlum o.s.fr. Tínar uppgávur fara m.a. at fevna um at: Framleiða lýsingar til sosialar miðlar. Framleiða tekstir til heimasíðu, tíðindabrøv o.s.fr. Hugskotsmenning og átøk At hjálpa til við at skipa fyri tiltøkum og átøkum. Um teg Tú hevur áhuga fyri og/ella royndir við sosialum miðlum Tú dugir væl at skriva og samskifta Tú ert kreativ/ur og dámar at hugskotsmenna Tú ert jalig/ur og sjálvstøðug/ur Tú hevur hug at læra Viðkomandi útbúgving er ein fyrimunur men ikki eitt krav. Vit bjóða Eitt gott, fjølbroytt og spennandi starv í einum professionellum umhvørvi Møguleika fyri persónligari menning, har tú kanst seta tín dám á arbeiðsdagin Eitt spennandi og læruríkt starv við fjølbroyttum uppgávum Eina rúgvu av starvsfólkafyrimunum Løn eftir avtalu. Nema Nema er ein av størstu heildarveitarum innan kunningar- og samskiftistøkni í Føroyum. Her starvast á leið 75 fólk í Havn og Klaksvík, og virksemið er nógv vaksandi á fleiri økjum. Á Nema er eingin dagur eins. Forvitin? Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Tóka Ellefsen á Brúgv, privatkundastjóra, á tlf. 502017 ella senda ein teldupost til teb@nema.fo Umsóknir Umsókn við viðkomandi skjølum skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 11. Juli. 2025. Samrøður verða hildnar leypandi. Søk starvið her

Kvøldartilboð frá Effo á 2 fyri 1
Effo hevur fleiri góð tilboð á 2 fyri 1 appini. Her kunnu vit nevna Effo kaffi, Effo kakao og ikki minst Effo bilvask. Nú víðkar Effo um úrvalið við tveimum tilboðum, og nú ber til at fáa 2 fyri 1 Franskan Hotdog og 2 fyri 1 stóran Kramarís frá Effo. Franskur Hotdog Hvørt kvøld frá kl 21.00 kanst tú keypa ein Franskan Hotdog í Effo og fáa ein ókeypis. Summarfrítíðin nærkast, og tað merkir fyri fleiri, at vit eru longri uppi um kvøldarnar og tá kann svongdin gera um seg. Vit kenna tað øll – tú ert troytt/ur, blóðsukrið er lágt og tað eru longu nakrir tímar síðan, at tú sat við døgurðaborðið. Men tú hevur enn hug til okkurt lekkurt og hetta kann 2 fyri 1 appin hjálpa tær við. Nú kanst tú bjóða einum, ið tú ert góð/ur við ein Franskan Hotdog. Ella tú kann eta báðar sjálv/ur. GG! í Effo í Gundadali er tilboðið galdandi til kl 06.00, og á hinum støðunum til Effo støðin letur aftur. Tilboðið er ikki galdandi í Effo í Leirvík og Effo á Strondum, tí hesar eru sjálvstøðugar støðir. Stórur Kramarísur Hvørt kvøld frá kl 21.00 kanst tú keypa ein stóran Kramarís í Effo og fáa ein ókeypis. Spyrt tú “Skulu vit ikki fáa okkum ein ís?” So sigur eingin nei. Og nú verður tað dupult so bíligt fyri tann, ið spyr. Við 2 fyri 1 appini fært tú nemliga tveir stórar kramarísar fyri prísin av einum. GG! í Effo í Gundadali er tilboðið galdandi til kl 06.00, og á hinum støðunum til Effo støðin letur aftur. Tilboðið er ikki galdandi í Effo í Leirvík og Effo á Strondum, tí hesar eru sjálvstøðugar støðir. Afturlatingartíðir hjá Effo Støðunum Nýggju tilboðini eru galdandi hvørt kvøld frá kl 21.00 og til støðin letur aftur. Gundadalur – Opið alt samdøgnið. (tilboðið galdandi til kl 06.00) Argir – Kl. 23.00 Kollafjørður – Kl. 23.00 Klaksvík – Kl. 23.00 Skálafjørður – Kl. 22.00 Saltangará – Kl. 23.00 Vágur – Kl. 23.00 Effo støðirnar í Leirvík og á Strondum eru ikki umfataðar av tilboðnum. Fylg við á sosialum miðlum So sært tú altíð tey nýggjastu 2 fyri 1 tilboðini, fær kunning um kundatiltøk, og møguleikan at luttaka í eina rúgvu av kappingum. Heinta 2 fyri 1 appina her Øll kunna taka 2 fyri 1 appina niður á telefonina. Fyri at nýta 2 fyri 1 tilboðini,mást tú verða Nema telefonkundi og rita inn við tínum fartelefonnummari.

Umhvørvisvika í Vestmanna
Í samband við Umhvørvisvikuna í Vestmanna kommunu ynskja vit í Nema at leggja dent á burturbeining av elektronikki. Røtt burturbeining av elektronikki er ein týdningarmikil liður í at verja bæði umhvørvið og náttúrutilfeingið – og stuðlar einum burðardyggum samfelagi. Tí fara vit at opna ein bás til elektroniskt burturkast á ruskplássinum, Skilagátt í Vestmanna, leygardagin 14. juni. Við okkum hava vit ein knúsara (shredder) til harðdiskar, ið tryggjar, at tínar dátur verða burturbeindar rætt, soleiðis at tú ikki skalt stúra fyri at onkur fær atgongd til tínar gomlu dátur. Hvat er ein shreddari / Harðdisk-knúsari? Ein harðdisk-knúsari brýtur harðdiskin í smáar bitar, soleiðis at tað ikki er møguligt at endurvinna ella lesa nakað frá honum aftur. Skal tín telda, teldil ella telefon burturbeinast, er hetta tryggasti mátin at tryggja sær, at dáturnar ikki kunnu endurgerast. Fyrimunir við at knúsa tín harðdisk At burturbeina ein harðdisk við einum harðdisk-knúsara hevur fleiri týdningarmiklar fyrimunir, serliga tá tað snýr seg um dátuvernd, trygd og ábyrgdarfulla handfaring av tilfari. Tínar dátur verða endaliga burturbeindar Dátuvernd Umhvørvisvinarlig burturbeining Eingin fær atgongd til tínar gomlu dátur Møguleiki fyri endurnýtslu av metallum og øðrum tilfeingi í harddiskinum. Hvar finna tit okkum? Vit vera at finna á ruskplássinum, Skilagátt í Vestmanna, leygardagin 14. juni frá 14.00 – 17.00. Vit skrúva tína teldu sundur á staðnum og knúsa harðdiskin meðan tit bíða, soleiðis at tit kunnu vera vís í, at tykkara dátur verða endaliga burturbeindar. GG! Vit burturbeina ikki køliskáp, ovnar, lampur o.s.fr. Í hesum døgum verður dentur lagdur á burturbeining av elektronikki, ið inniheldur dátur, ið skulu burturbeinast. Her kann talan vera um teldur, teldlar, telefonir, geymar, eksternar harddiskar og onnur smærri tól sum t.d. oyramikrofonir, routarar, hátalarar o.s.fr. Hvat kanst tú gera fyri at verja umhvørvið? Koma framvið Ruskplássinum, Skilagátt, í Vestmanna leygardagin 14. juni í vanligu upplatingartíðunum 14.00-17.00 og burturbeina tín elektronikk. Nýt tín elektronikk aftur ella gev víðari, um eindin enn riggar. Rudda tínar dátur í skýnum, tí tað eisini krevur Co2 at goyma óneyðugar dátur í skýnum. Kapping Vit fara eisini at hava eina kapping, har møguleiki er at vinna eitt Space Q45 headset við noise cancelling, virði 1499 kr. Øll tey, ið burturbeina teirra elektronikk hjá okkum, kunnu útfylla ein lepa og vera við í lutakastinum. Vit finna vinnaran leygardagin 14. juni kl 17.00.
Fleiri greinar