Onki úrslit
Undanfarna síða
Search by
Næsta síða

Einki ella seint internet á fartelefonini

Eftir, at vit fluttu yvir á nýggja felags farnetið, hava vit tíverri upplivað, at fleiri kundar missa sambandið við nýggju 4G mastrarnar og fella aftur á 2G (288-10 ella Edge) netið. Hetta hevur við sær, at kundar fáa sera seint, ella einki, internet á fartelefonina.

Tíbetur er trupulleikin til at loysa, sí niðanfyri:

1. Broyt stillingar

Trupulleikin burdi verið loystur við at fara inn á Indstillinger –> Mobilnetværk –> Valg af netværk (alt eftir hvat fyri telefon tú nýtir).

Á yvirlitinum yvir tínar telefonveitarar sæst antin Nema, Hey ella Vodafone. Vel eitt av hesum og trupulleikin skuldi verið loystur.

Um tú ikki finnur røttu valmyndina á tíni telefon, so er hjálp at heinta, á google, við at skriva: “Hvordan skifter jeg mobilnetværk på min iphone (Samsung ella líknandi)”

2. Skift simkort

Riggar omanfyri nevnda vegleiðingin ikki, kanst tú koma inn í ein av okkara handlum, í Klaksvík ella Tórshavn, og fáa eitt nýtt simkort til tína telefon.
Orsøkin til, at fyrra vegleiðingin ikki riggar er, at tíðin er komin til at skifta títt simkort, ið allarhelst er við at verða ov gamalt.

Loysnin er tí at fáa eitt nýtt simkort. Møguleiki er eisini fyri at fáa eitt E-sim, ið kann sendast til tín umvegis teldupost.

Hevur tú tørv á hjálp, kanst tú ringja á tlf. 20 20 20 ella senda ein teldupost til Nema@nema.fo. So eru vit klár at hjálpa tær.


Fleiri greinar