Onki úrslit
Undanfarna síða
Search by
Næsta síða

Viðskiftateytir – Nema/Elding

Binding í 6 mánaðar  

Tá tú stovnar eitt hald hjá Nema umvegis Elding, góðkennir tú samstundis treytirnar niðanfyri: 

Bindingartíð 

Haldið ella haldini, ið eru stovnað í Elding, eru bundin í 6 mánaðir frá stovningardegnum. 

Tú kanst lækka haldið (t.d. til færri GB), men tú ert framvegis bundin at rinda samlaða virðið av upprunaliga haldinum í 6 mánaðir.

At hækka haldið 

Tú kanst altíð hækka títt hald við fleiri GB ella leggja fleiri familjulimir afturat tínum familjuhaldi. Prísurin veksur samsvarandi. 

Skifti av veitara ella uppsøgn av avtalu 

Ynskir tú at skifta veitara ella niðurleggja haldið, áðrenn bindingartíðin er av, verður tú mótroknað/ur ta fullu upphæddina fyri tey eftirverandi mánaðargjøldini í bindingartíðini. 

Útlond og aðrar tænastur 

Avmarking í nýtslu av tænastu