Onki úrslit
Undanfarna síða
Search by
Næsta síða

Tillagingar í Farnetinum til vinnuna

Fleiri og fleiri velja sær Farnet heldur enn breiðband, tí Farnetið er skjótt og lætt. Eingir káplar, ongan montør, einki kopargjald og eingin bíðitíð. Við okkara framkomna Farneti kunnu vit bjóða gott netsamband um alt landið og uttanlands. Við Evropa pakkanum til farnet kanst tú nýta títt íroknaða data upp til 10 GB í útlandinum.

Í samsvar við tann vaksandi áhugan fyri Farnetinum, hava vit valt at gera Farnet pakkarnar meira einfaldar. Tískil verða nakrir Farnetpakkar niðurlagdir og brúkarir av hesum farnetunum verða sjálvvirkandi fluttir yvir á ein samsvarandi pakka. Harafturat verða nakrar prístillagingar gjørdar. Sí haldini og prísirnir her

{{item.post_name}}

{{item.title}}

{{elm.text}}

Eykatænastur

Prísir eru uttan MVG

Data Fleks er eitt øðrvísi internet hald, har tú einans skal gjalda fyri hvønn dag, netið verður brúkt. Hetta haldið hóaskar seg serliga væl til summarhúsini, bátin ella campingvognin.


Mánaðargjald: 20 kr
Um nýtsla er: 20 kr pr. dag

Umframt hetta er leigugjald fyri farnet beinaran. Er ikki umfata av ‘Royn frítt í 30 dagar’.

Gevið gætur: Hevur tú ein av pakkunum, ið ikki síggjast omanfyri, verður tú sjálvvirkandi flutt/ur í annan pakka.

Tak netið við tær

Við Evropa pakkanum til farnet kanst tú nýta títt íroknaða data upp til 10 GB í útlandinum. Netið kann brúkast í fylgjandi londum.

Áland, Belgia, Bulgaria, Danmark, Estland, Eysturríki, Finnland, Frakland, Fronsku Guiana, Grikkaland, Grønland, Guadalupe, Guernsey, Holland, Írland, Ísland, Italia, Jersey, Kekkia, Kroatia, Kýpros (Grikski parturin), Lettland, Liktinstein, Litava, Luksemborg, Malta, Noreg, Póland, Portugal, Rumenia, Slovakia, Slovenia, Spania, Stóra Bretland, Sveis, Svøríki, Týskland, Ungarn.

Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum

Janus Johannesen

Sølulærlingur

Rói Heðinsson Olsen

Vinnukundaráðgevi

Jan á Líknargøtu

Vinnukundaleiðari

Nýggjur KT-trygdarleiðari hjá Nema

Nema hevur sett Ara Torkilsson Johannesen í starv sum leiðara fyri KT-trygd. Við hesum verður verandi arbeiðið við KT-trygd styrkt og ment enn meira, soleiðis at Nema framhaldandi kann tryggja kundum tryggar og álítandi loysnir. Krøvini til KT-trygd økjast støðugt, og Nema hevur í fleiri ár arbeitt miðvíst við at menna mannagongdir, politikkir og innanhýsis eftirlit. Nú verður hetta arbeiðið styrkt við einum serligum leiðara, ið skal hava heildar­ábyrgd á økinum og tryggja, at Nema altíð er á odda innan KT-trygd. Í nýggja leiklutinum fer Ari, saman við leiðsluni, at røkja bæði innanhýsis og uttanhýsis uppgávur. Tað fevnir m.a. um at tryggja, at arbeiðsgongdir og skipanir hjá Nema fylgja teimum krøvum, sum verða sett í vinnuni, og at kundarnir fáa bestu ráðgeving og vernd í einum alsamt meira talgildum heimi. Ari er 28 ára gamal. Umframt ymiskar arbeiðsroyndir í Føroyum og í Danmark, hevur Ari eina masterútbúgving frá DTU við serkunnleika í nettrygd. Hann kemur við drúgvum royndum, bæði úr Føroyum og uttanlands. Hetta gevur honum sterkan fakligan grundvøll at byggja víðari á tað týdningarmikla arbeiðið, ið longu verður gjørt hjá Nema. – “Eg gleði meg at byrja í Nema og leggja mítt íkast til at menna og styrkja KT-trygdina. Økið er í støðugari menning og hevur stóran týdning fyri bæði fyritøkur og samfelagið. Við mínum royndum vil eg arbeiða málrættað við at tryggja góðar innanhýsis mannagongdir og samstundis veita kundunum ráðgeving, sum kann gera teir tryggari og meira tilreiðar í einum alsamt meira talgildum umhvørvi”, sigur Ari Torkilsson Johannesen. Ari byrjar í starvinum 1. oktobur.

Nema stuðlar – GameJam

GameJam – eitt íkast til føroysku spælivinnuna. Farna vikuskifti, dagarnar 5.-7. septembur, var árliga og afturvendandi tiltakið GameJam á skránni, og aftur í ár vóru vit hjá Nema ernir stuðlar til tiltakið. Endamálið við GameJam er at menna og styrkja føroysku spælivinnuna. Sum KT-fyritøka ynskja vit at eggja til nýhugsan og menning á økinum, og tí eru vit sera fegin um at kunna taka lut og leggja okkara íkast til hetta týdningarmikla tiltakið. Hvat er GameJam? GameJam er eitt altjóða kent konsept, har luttakararnir fáa stutta tíð – vanliga 48 tímar – til at menna eitt nýtt spæl. Tá tiltakið byrjar, verður eitt evni avdúkað, og tað verður brúkt sum grundarlag í menningararbeiðinum. Hetta merkir, at hugskot, spæl, og prototypa skulu skapast og latast inn innan ásettu freistina. Evnini eru ymisk frá ári til ár, men verða ofta hildin einføld og breið. Í ár var evnið Fløkja. Aftur í ár var luttakaratalið stórt og nógv áhugaverd og ymisk spøl spurdust burturúr, bæði telduspøl og borðspøl. Á myndini omanfyri síggjast vinnararnir, ið vunnu kappingina av telduspølum.

Cesar salat frá Hotel Brandan er aftur

Nú kanst tú aftur eta 2 fyri 1 Cesar salat í hugnaligu lobbykaféini Landmark á Hotel Brandan. Tú kann velja millum Cesar salat við høsnarunga ella falaffel. Tilboðið er galdandi allar gerandisdagar frá 12.00 – 14.00. Cesar salat Ein góð salat smakkar bara enn betri, tá ið hon verður etin saman við øðrum.  Bjóða einum, ið tú ert góð/ur við, eina Cesar salat á miðmála frá Hotel Brandan. Tilboðið er galdandi mánadag til fríggjadag millum kl. 12 – 14. Fylg við á sosialum miðlum So sært tú altíð tey nýggjastu 2 fyri 1 tilboðini, fær kunning um kundatiltøk, og møguleikan at luttaka í einari rúgvu av kappingum. Heinta 2 fyri 1 appina her Øll kunna taka 2 fyri 1 appina niður á telefonina. Fyri at nýta 2 fyri 1 tilboðini,mást tú verða Nema telefonkundi og rita inn við tínum fartelefonnummari.

Kom í biograf hvønn dag í septembur

Sum nakað nýtt kunnu allir 2 fyri 1 kundar nú njóta gott av biografinum hvønn dag í septembur. Tú keypur eitt atgongumerki og vit rinda fyri hitt. Tú avgreiðir keypið sum vant inni á heimasíðuni www.bio.fo og tøppar inn avsláttarkotuna, ið liggur á 2 fyri 1 appini. Minst til! Tilboðið er galdandi fyri allar sýningar, tó undantikið filmar frá Filmsfelagnum. Eitt úrval av septemburskránni Ternet Ninja 3 Set teg afturá og njót triðja og seinasta filmin um puntutu ninjadukkuna, ið altíð er til reiðar at berjast fyri rættvísi og sleppa sær undan trupulleikunum – á sín heilt serliga hátt. The Roses Handan leiktjøldini av friðsælu og kærleika fjalir hjúnarbandið seg, ið stendur á eggini til ruðuleika. The Roses er søgan um, tá ið kærleiki verður til kríggj. Hjem kære hjem Ein innilig og ektað frásøgn um, hvat hendir, tá ið ein ikki megnar at veita umsorgan fyri teimum menniskjunum, man elskar. Fylg við á sosialum miðlum So sært tú altíð tey nýggjastu 2 fyri 1 tilboðini, fær kunning um kundatiltøk, og møguleikan at luttaka í eina rúgvu av kappingum. Sí fleiri 2 fyri 1 tilboð


Fleiri greinar