Onki úrslit
Undanfarna síða
Search by
Næsta síða

Tíðindabræv – mai

Vekslaraloysnin frá Nema

Telavox er ein fjølbroytt vekslaraloysn, ið verður nýtt av fleiri enn 100 føroyskum fyritøkum. Hetta er ein smidlig loysn sum er egnað til bæði stórar fyritøkur við hundratals brúkarum og til smærri fyritøkur við alt frá tveimum brúkarum, ið deilast um eitt høvuðsnummar.

Við Telavox fáa tit møguleikan at umsita tykkara telefoniloysn á ein hátt, ið hóskar til júst tykkara fyritøku og tørv.

  • Ringiregla:
    • Tú kann stýra hvussu telefonsamrøður verða beindar – t.d. til einstøk fólk, deildir og tilber at stýra hvørjar tíðir á degnum telefonirnar eru tøkar.
  • Smidlig uppsetan:
    • Ber til at skræddaraseyma uppsetanina fyri at veita eina so góða tænastu sum gjørligt
  • Fjølbroytt nýtsla:
    • Kann brúkast sum app á fartelefonini, sum telduforit ella sum vanlig borðtelefon
  • Samvirkandi við aðrar Nema skipanir:
    • Virkar saman við t.d. Nema Tíð, har status á tínum starvsfelagum verður vístur beinleiðis í Telavox
  • Flytført millum tól:
    • Brúkarar kunnu óheft skifta millum ymisk tól (fartelefon, teldu, borðtelefon) og varðveita sama virkisføri
  • Løtt umsiting:
    • Eitt brúkaravinarligt umsitingarpanel, har tit kunnu broyta uppsetan, stovna brúkarar og tillaga ringireglar uttan tøkniligan kunnleika
  • Fjølbroytt samskiftismøguleikar:
    • Umframt vanligt telefonisamskifti, ber eisini til at senda boð, halda netfundir og samskifta á ymsan hátt
  • Bíðirøð við boðum:
    • Ger kundar varugir við bíðitíð og bjóða teimum at verða ringdir upp aftur
  • Hagtøl og frágreiðingar:
    • Fá yvirlit yvir samrøður, bíðitíð og aðra viðkomandi vitan til at betra um tænastuna

Við Nema Starv hevur tú øll starvsfólkaviðurskifti savnað á einum stað. Harvið slepst undan at leita eftir upplýsingum í ringbindum ella í mappum á telduni. Tað er skjótt og lætt at stovna nýggj starvsfólk og at leggja øll viðkomandi skjøl í skipanina m.a. umvegis teldupost.

Vit hava gjørt Nema starv enn smidligari við nýggjum hentleikum og betringum, sum gera umsitingina skjótari og lættari.

  • Tilber at stovna nýggjar valmøguleikar undir starvsfólk
  • Tilber at velja, um eitt starv skal telja starvsaldur
  • Tilber at áseta fleiri rættindi. T.d. kann ein KT Deild fáa rættindi einans til “Útgerð” undir starvsfólk og undir “Uppseting” í skipanini.
  • Tilber at síggja hvør brúkari hevur lagt skjøl inn undir starvsfólk, og nær tað er gjørt
  • Undir starvsdagar, sæst nú hvørja deild starvsfólkið hoyrir til.
  • Leiti teigar eru betraðir og hava fingið nýtt snið
  • Nýtt snið og litir
  • Nýggj byrjanarsíða við nýggjum grafum
  • Undir starvsdagar, ber nú til at sortera eftir starvsaldur
  • Starvsaldur teljari, er betraður

Fríði Magnussen

Handilsleiðari

Jan á Líknargøtu

Vinnukundaleiðari

Jakup Eydnugarð

Vinnukundaráðgevi

Fyll teigarnar út og vit seta okkum í samband við teg sum skjótast.

Nema eru aftur tilnevnd Føroya Besta Vørumerki

27. februar 2026 verða Føroya Bestu Vørumerki kosin fyri aðru ferð, og aftur í ár eru vit tilnevnd. Vit eru sera takksom fyri, at okkara arbeiði verður viðurkent. Vit leggja stóran dent á at vera nýhugsandi og kreativ við øllum, ið vit gera og skipa fyri.Vit eru sera spent og errin av at vera tilnevnd í bólkinum “Einstaklingamarknaður – 25 ella fleiri starvsfólk” saman við sterku vørumerkunum Elding, Smyrilline, Atlantic Airways, Bónus, SMS og Hotel Føroyar. Brandr Føroyar er fyritøkan aftanfyri tiltakið og tey skriva soleiðis “Eitt sterkt vørumerki økir virðið hjá fyritøkuni og sæst beinleiðis aftur á botnlinjuni. Branding skapar álit og kundatrúfesti, sum kann geva størri inntøkur og lægri marknaðarkostnaðir. Eitt sterkt vørumerki ger eisini fyritøkuna meira spennandi hjá bæði starvsfólkum og íleggjarum. Í síðsta enda er branding ein strategisk íløga, sum styrkir fíggjarligu úrslitini og skapar ein varandi kappingarfyrimun.” Hvussu verða føroya bestu vørumerki funnin? Við at velja Føroya bestu vørumerki, ynskir brandr at varpa ljós á týdningin og virðið av eini væl grunaðari vørumerkjastrategi. Tilgongdin til at finna bestu vørumerkini byggir á bæði akademiskar og verkligar metingar umframt meiningina hjá almenninginum um føroysk vørumerki. Dómsnevndin fyri FBV 2025 Dómsnevndin til Føroya Besta Vørumerki er eitt úrval av 35 ymiskum persónum, ið øll arbeiða í vinnuni. Sí hini tilnevndu í teimum triðmum flokkunum og limirnir í dómsnevndini á heimasíðuni hjá Brandr Føroyar. Brandr.fo

Sølufólk til okkara vinnutoymi

Vit leita eftir einum røskum og forvitnum persóni at gerast partur av okkara dynamiska sølutoymi og sum kann hjálpa okkum at vaksa uttanfyri Føroyar. Talan er um eitt sera spennandi og fjølbroytt starv, har tú fert at selja okkara skipanir uttanfyri Føroyar og samstundis vera við til at selja og skapa spildurnýggjar loysnir til føroyska vinnulívið. Tín fremsta uppgáva verður Søla av skipanum uttanfyri Føroyar Men eisini Søla av samskiftis- og KT loysnum í Føroyum Røkt av kundum At hjálpa føroyska vinnulívinum at mennast Vit vænta tí, at tú Hevur skil fyri KT og fjarskifti Klárar teg væl á donskum og enskum Hevur høgt tempo og er fleksibul Dámar og hevur lætt við at skilja og seta teg inn í nýggja tøkni Arbeiðir væl sjálvstøðugt og dugir at hugsa nýtt Hevur umstøður at nýta ein part av tíðini uttanfyri Føroyar Hevur royndir við sølu og torir at vera uppsøkjandi Afturfyri bjóða vit Eitt fjølbroytt og persónliga mennandi starv Góðar umstøður, gott samanhald og fult av ágóðum Eitt arbeiðspláss við fullari ferð og sum er í rúkandi menning Møguleikan at flyta føroyska vinnulívið inn í framtíðina Møguleikan at vaksa uttan fyri landoddarnar Um Nema Nema er ein føroysk fyritøka, ið skapar kapping og samstundis gongur á odda í menningini av føroyska samskiftis- og KT-marknaðinum. Nema er ein fyritøka í stórum vøkstri, og okkara úrslit seinastu árini hava verið framúr góð. Harumframt hava vit eitt gott og óformelt arbeiðsumhvørvi við á leið 70 starvsfólkum á okkara deildum í Tórshavn og Klaksvík. Løn og setanartreytir Løn verður sambært avtalu millum partarnar. Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at ringja til Róa B. Poulsen, sølustjóra, á tlf. 50 20 80. Umsóknir við prógvskjølum skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 11. januar 2026 Søk starvið her Onnur leys størv á Nema

Fíggjarfrøðingur til Nema

Vilt tú vera við til at menna og automatisera okkara fíggjargongdir, og samstundis gerast ein týðandi sparringsfelagi fyri alla fyritøkuna? So vilja vit fegin hoyra frá tær!  Nema leitar eftir einum sterkum fíggjarfrøðingi (financial controller) við serligum denti á rakstur, dátugreining og roknskaparligar arbeiðsgongdir. Starvið er fulla tíð við byrjan 1. mars ella skjótast hareftir. Um starvið Sum fíggjarfrøðingur hjá Nema verður tú ein lyklapersónur í at optimera okkara roknskaparmannagongdir og tryggja góðsku og álítandi grundarlag í okkara roknskapar­dátum, samstundis sum tú røkir og umsitur vanligar roknskaparuppgávur. Tú fert eisini at hava ein týðandi leiklut sum sparringsfelagi fyri fyritøkuna, við serligum denti á fíggjar­dátugreining og KPI-frágreiðingar. Tín uppgáva verður at tryggja, at roknskaparmannagongdirnar virka væl, og at dáturnar í roknskapinum eru rættar og álítandi. Hetta er grundarlagið fyri at kunna leggja fram eitt haldgott roknskaparyvirlit, men er eisini avgerandi fyri arbeiðið við fíggjarætlan, eftirmeting og frágreiðing av KPI-lyklatølum. Við denti á góðsku í roknskaparmannagongdunum, sjálvvirkjan og KPI-eftirfylging, fert tú at verða við til at flyta fíggjar­deildina á eina meira nútímans kós. Tínar fremstu uppgávur vera Eftirlit (controlling) og bókhaldsuppgávur Sjálvvirkjan og menning av fíggjargongdum Dátugreining og fíggjarfrágreiðingar At stuðla fíggjarætlanararbeiðinum At vera ein fakligur viðleikari fyri raksturin, við denti á innlit, samanhangir og lyklatøl Vit vænta tí, at tú Hevur eina hægri búskaparútbúgving, t.d. HD (1, 2), Cand.merc. ella Cand.oecon. Ert sterk/ur analytiskt Arbeiðir sjálvstøðugt og skipað Hevur royndir við PowerPoint, Excel og Power BI Dugir at byggja góð og álítandi sambond tvørtur um alla fyritøkuna Afturfyri bjóða vit Ein fakliga spennandi leiklut við stórari ávirkan á menningina av fíggjarfunktiónini Møguleika at seta tín dám á talgilding og sjálvvirkjan í Nema Eina deild við fakliga sterkum starvsfeløgum og breiðum samstarvi innanhýsis Eitt gott arbeiðsumhvørvi við góðum starvsfólkum og einari rúgvu av ágóðum  Góða kantinu og starvsfólkatiltøk árið runt  Um Nema Nema er ein føroysk fyritøka, ið skapar kapping og samstundis gongur á odda í menningini av føroyska samskiftis- og KT-marknaðinum. Nema er ein fyritøka í stórum vøkstri, og okkara úrslit seinastu árini hava verið framúr góð. Harumframt hava vit eitt gott og óformelt arbeiðsumhvørvi við á leið 70 starvsfólkum á okkara deildum í Tórshavn og Klaksvík. Løn og setanartreytir Fasta arbeiðsplássið verður á deildini hjá Nema í Havn. Løn verður sambært førleikum. Hevur tú spurningar, ert tú hjartaliga vælkomin at venda tær til fíggjarleiðara, Christian Svejdal, á teldupost csv@nema.fo ella á telefon 502056. Tá tú søkir, vinarliga send okkum eitt CV saman við eini umsókn, har tú lýsir viðkomandi royndir og førleikar. Umsóknarfreistin er 16. januar 2026. Søk starvið Aðrir starvsmøguleikar á Nema

Upplatingartíðir á jólum

Soleiðis hava handlarnir hjá Nema opið á jólum 1. – 16. desember: Opið sum vanligt 17. – 20. desember: Opið frá kl. 10 – 20 21. desember: Opið frá kl. 14 – 20 22. desember: Opið frá kl. 10 – 20 23. desember: Opið frá kl. 10 – 20 24.- 26. desember: Stongt 27. desember: Opið frá kl. 12 – 16 28. – 30. desember: Opið sum vanligt 31. desember & 1 januar: Stongt Tíðindi frá Nema


Fleiri greinar