Onki úrslit
Undanfarna síða
Search by
Næsta síða

Telefonhald til øll

Heinta okkara appir

Mítt Nema

2 fyri 1

Við sjálvgreiðsluni kanst tú seta eitt hald saman, sum passar til tín tørv. Um tú ynskir eitt hald til alla familjuna, so velur tú bara, hvussu nógv hald tit skulu hava.

Fyrimunir við telefonhaldi frá Nema

Set saman og spar

Visti tú, at vit bjóða serprís til tey, ið hava fleiri hald frá Nema? Um tú longu hevur eitt telefonhald, kanst tú seta tað saman við einum internethaldi og spara 50 kr. um mánaðin.

Við einum haldi til heimatelefon, er ikki neyðugt at hugsa um, hvussu nógv tú tosar – øll haldini hava fría talu. Tosa óavmarkað í Føroyum, Norðurlondum ella út í heim. 

Við talutíð á telefonini hevur tú fult tamarhald á tínum telefonútreiðslum. Tað kann loysa seg at hava talutíð, um tú ikki tosar nógv í telefon, men bert hevur tørv á, at onnur
kunnu fáa fatur á tær.

Við Nema Útlond kanst tú tosa upp til 20 tímar, SMSa frítt og brúka upp til 50 GB av tínum datapakka í fleiri enn 50 londum.
Hetta er galdandi fyri bæði Familju- og Einstaklingahald.

Gjaldstovan og Nema hava gjørt avtalu um Nema Tíð

Gjaldstovan og Nema hava gjørt avtalu um føroysku tíðarskrásetingarskipanina Nema Tíð. Hetta er fyrstu ferð, at Nema ger eina avtalu við tað almenna um eina av sínum egnu KT-loysnum. Avtalan er ein týðandi varði fyri Nema, og gevur samstundis almennum stovnum ein nýggjan møguleika at velja eina føroyskt menta loysn til tíðarskráseting og umsiting av arbeiðstíð. Nema Tíð er ment í Føroyum og tekur støði í føroyskum arbeiðsviðurskiftum. Skipanin savnar skráseting av arbeiðstíð, uppmøting, feriu, avspáking og yvirtíð á einum stað. Tað gevur betri yvirlit, ger umsitingina munandi lættari og minkar um manuelt arbeiði, so tíðarskrásetingin verður einfaldari og meira samanhangandi. – Vit eru sera fegin um avtaluna við Gjaldstovuna. Vit hava arbeitt miðvíst við at menna og nútímansgera Nema Tíð, og nú fáa vit møguleikan at bjóða loysnina til almennu umsitingina. Hetta er ein stórur varði fyri okkum og ein viðurkenning av tí orku og arbeiði, vit hava lagt í at menna skipanina, sigur Gudny Langgaard, stjóri í Nema. Frá eldri tøkni til nútímans skýloysn (cloud-based)Nema Tíð hevur verið ígjøgnum eina umfatandi tøkniliga menning. Skipanin er nú skýgrundað og kann brúkast á teldu, teldli og fartelefon. Tað merkir, at starvsfólk kunnu skráseta sína arbeiðstíð og fáa yvirlit yvir feriu og fráveru, uttan mun til hvar tey arbeiða. Í menningini hevur dentur verið lagdur á brúkaravinsemi, trygd og smidligar arbeiðsgongdir. Loysnin kann tillagast ymiskum tørvi og er tí egnað til bæði smærri arbeiðspláss og stórar fyritøkur og stovnar við fløktari arbeiðstíðarskipan. Trygd er samstundis ein týðandi partur av virkseminum hjá Nema. Ein grundleggjandi fortreyt fyri, at talgildar skipanir og KT-umhvørvi virka sum ætlað, er, at trygdin er í lagi. Tí arbeiðir Nema miðvíst við KT-trygd og veitir millum annað trygdarloysnir og trygdarkanningar, sum hjálpa fyritøkum og stovnum at verja sínar skipanir og dátur. Tá skipanir arbeiða samanEin serligur fyrimunur við Nema Tíð er møguleikin at knýta skipanina saman við øðrum tænastum hjá Nema. Millum annað kann hon samvirka við vekslaraloysnina Telavox, so upplýsingar um feriu og fráveru kunnu nýtast í telefoniskiftinum. Tað ger tað lættari at samskipa arbeiðsgongdir og tryggja, at uppringingar verða handfarnar rætt, eisini tá starvsfólk ikki eru til arbeiðis. Nýtt stig fyri NemaAvtalan við Gjaldstovuna er fyribils galdandi í trý ár. Fyri Nema er avtalan samstundis eitt týðandi stig í arbeiðinum at fáa føroyskt mentar KT-loysnir út á almenna marknaðin. Nema gleðir seg at koma runt til stovnarnar við nýggju loysnini.

Hetta verður galdandi frá 1. desembur 2026

Frá 1. desember 2026 fáa fleiri av okkara familjuhaldum munandi meira data, uttan at tú skalt gera nakað: Familjuhald 2 GB verður til 5 GB, Familjuhald 52 GB verður til 72 GB, og Familjuhald 102 GB verður til frítt data. Samstundis tillaga vit prísirnar á summum av haldum okkara, so vit framvegis kunnu bjóða tær trygt samband og góða tænastu. Sí prís- og haldsbroytingar í yvirlitinum niðanfyri. Tú kanst síggja og umsita tíni hald á Mítt Nema, sum tú finnur her á heimasíðuni, ella sum app. Har kanst tú eisini kunna teg nærri um okkara viðskiftatreytir. Familjuhald við 4, 5 og 6 haldum + leiga av beinara

Vilt tú gerast partur av okkara KT-trygdartoymi?

KT-trygd er ein fastur og raðfestur partur av okkara virksemi. Uppgávurnar á økinum økjast, og tí søkja vit eftir einum starvsfólki afturat, sum saman við okkara verandi toymi skal vera við til at menna og styrkja trygdararbeiðið enn meira. Vit leita eftir tær, sum bæði trívist við at skriva greiðar mannagongdir og at arbeiða við praktiskari KT-trygd. Tú verður partur av KT-deildini, har tú í tøttum samstarvi við starvsfelagar fert at viðlíkahalda og menna okkara skipaða arbeiði við KT-trygd. Um starvið Starvið fevnir um bæði skjalfesting, samskipan og praktiskar uppgávur. Tú verður við til at tryggja, at okkara trygdarkrøv og mannagongdir verða sett í verk, fylgd upp og ment í takt við tørvin. Tínar høvuðsuppgávur verða at: Taka lut í og fylgja upp uppá okkara áhaldandi arbeiði við ISO 27001, eitt nú við at tryggja framdrift og skjalfesting. Gera, dagføra og seta í verk mannagongdir og leiðbeiningar innan kunningartrygd. Gera stikkroyndir og hava eftirlit við eitt nú atgongdum, brúkararættindum og at mannagongdir verða fylgdar. Taka lut í váðametingum og fylgja upp uppá avtalaði trygdartiltøk. Fyrireika skjalfesting til grannskoðan og taka lut í uppfylging og ábótum. Fyrireika og fremja praktisk trygdarátøk saman við restini av deildini. Vegleiða starvsfólk og stuðla undir góðum trygdarvanum í gerandisdegnum. Um teg Vit ímynda okkum, at tú hevur viðkomandi útbúgving ella royndir innan KT, kunningartrygd ella líknandi arbeiði. Tú hevur áhuga fyri bæði tí skipaða og verkliga partinum av KT-trygd, arbeiðir miðvíst og trívist í, at fylgja uppgávum heilt á mál. Vit leggja dent á, at tú: Arbeiðir skipað, varðveitir yvirlitið og fylgir upp. Dugir at skriva greitt og gera mannagongdir, sum eru lættar at skilja og brúka. Hevur tekniskt innlit og hug at arbeiða við praktiskum KT-trygdaruppgávum. Dugir at samstarva og finna loysnir saman við øðrum. Ert nærløgd ella nærlagdur og hevur hug at menna teg fakliga. Kunnleiki til ISO 27001 og royndir við trygdareftirliti, váðametingum ella grannskoðan eru ein fyrimunur. Vit leggja eisini stóran dent á arbeiðshug, ábyrgdarkenslu og evnini at virka sum partur av einum toymi. Vit bjóða Vit bjóða eitt fjølbroytt fulltíðarstarv í einum toymi, har KT-trygd longu er ein týðandi partur av arbeiðinum. Tú fært møguleika at brúka og menna tínar førleikar, umframt at seta tín dám á okkara framhaldandi arbeiði við kunningartrygd. Starvsstaðurin er í Tórshavn, og starvið verður sett skjótast gjørligt. Umsókn og nærri upplýsingar Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Róa B. Poulsen, tekniskan stjóra, á telefon 502080. Umsókn og lívsrensl skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 14. desembur 2026. Søk starvið her

Nema søkir eftir fíggjarfrøðingi

Vilt tú vera við til at menna og sjálvvirka okkara fíggjargongdir, og samstundis gerast ein týðandi sparringsfelagi fyri alla fyritøkuna? So vilja vit fegin hoyra frá tær!  Hjá Nema leita vit eftir einum fíggjarfrøðingi (financial controller), ið dámar væl at arbeiða við sjálvvirkan av fíggjargongdum, er analytisk/ur og ikki bangin fyri at hjálpa til við vanligum bókhaldsuppgávum. Starvið er fulla tíð við byrjan 1. februar 2027. Um starvið Sum fíggjarfrøðingur hjá Nema fært tú ein týðandi leiklut í at menna og betra okkara roknskaparmannagongdir og tryggja, at roknskapurin byggir á rættar og álítandi dátur.Tú verður eisini ein týðandi samstarvspartnari hjá deildunum í Nema, har tú við KPI-frágreiðingum og dátugreiningum verður við til at skapa betri yvirlit og eitt gott grundarlag fyri avgerðum.Harumframt fært tú ein virknan leiklut í at nútímansgera fíggjardeildina, har nýggj tøkni og betri arbeiðsgongdir verða ein týðandi partur av menningini. Tínar fremstu uppgávur vera Eftirlit (controlling) og bókhaldsuppgávur Sjálvvirkjan og menning av fíggjargongdum Fíggjarfrágreiðingar At stuðla fíggjarætlanararbeiðinum At vera ein fakligur viðleikari fyri raksturin, við denti á innlit, samanhangir og lyklatøl Vit vænta tí, at tú Hevur eina hægri búskaparútbúgving, t.d. HD (1, 2), Cand.merc., ella hevur arbeitt við fíggjarstýring. Hevur góð analytisk evni Arbeiðir sjálvstøðugt og skipað Hevur royndir við PowerPoint, Excel og AI Dugir at byggja góð og álítandi sambond tvørtur um alla fyritøkuna Afturfyri bjóða vit Ein fakliga spennandi leiklut við stórari ávirkan á menningina av fíggjarfunktiónini Møguleika at seta tín dám á talgilding og sjálvvirkjan í Nema Eina deild við fakliga sterkum starvsfeløgum og breiðum samstarvi innanhýsis Eitt gott arbeiðsumhvørvi við góðum starvsfólkum og einari rúgvu av ágóðum  Góða kantinu og starvsfólkatiltøk árið runt  Um Nema Nema er ein føroysk KT- og samskiftisfyritøka, sum gongur á odda í tøkniligu menningini í Føroyum. Vit hava verið í støðugum vøkstri seinastu árini og telja í dag umleið 65 starvsfólk í Tórshavn og Klaksvík. Hjá okkum er arbeiðsumhvørvið opið og óhátíðarligt, har samstarv og trivnaður er í hásæti. Løn og setanartreytir Fasta arbeiðsplássið verður á deildini hjá Nema í Havn. Løn verður avtalað millum partarnar. Hevur tú spurningar, ert tú hjartaliga vælkomin at venda tær til Christian Svejdal, fíggjarleiðara, á teldupost csv@nema.fo ella á telefon 502056. Tá ið tú søkir, vinarliga send okkum eitt CV, saman við eini umsókn, har tú lýsir viðkomandi royndir og førleikar. Umsóknarfreistin er 1. novembur 2026. Søk starvið

Ert tú vinnurekandi?