
Gerst kundi hjá Nema
Meira enn bara eitt telefonhald
Vit eru til reiðar at bjóða tær hald og tænastur í serflokki. Okkara starvsfólk standa klár at taka væl ímóti tær og vísa tær fyrimunirnar við at hava hald frá Nema.
Tænasturnar hjá okkum eru í støðugari menning. Millum annað hava vit ment Mítt Nema, eina nýggja og brúkaravinarliga sjálvgreiðslu, har tú hevur fult ræði á nýtslu og samanseting av haldum. Umframt hetta fært tú eisini atgongd til 2fyri1-appina, sum gevur tær góð tilboð kring alt landið.
Vit leggja stóran dent á at veita tær eina trygga og ómakaleysa tænastu – uttan óvæntaðar eykarokningar. Og nógv er at spara, um tú fært hug til ein kaffimunn, ein biograftúr, ein túr at bowla ella tá ið svongdin ger um seg, við 2fyri1-tilboðunum.