Onki úrslit
Undanfarna síða
Search by
Næsta síða

Nýggjur nethandil til vinnuna

Vit eru sera fegin at kunna boða frá, at okkara nýggi nethandil er klárur. Nú verður tað lættari enn nakrantíð at bíleggja vørur, halda yvirlit og fáa góð tilboð.

Áðrenn tú kanst nýta nethandilin, mugu vit upprætta ein brúka til tín og/ella tína fyritøku. Tí vilja vit heita á teg um at fylla út teigarnar, so vit kunnu skráseta teg/tína fyritøku og geva tykkum atgongd.

Fríði Magnussen

Vinnuráðgevi

Bergur Enghamar

Vinnuráðgevi

Nýggjur nethandil til vinnuna

Vit eru sera fegin at kunna boða frá, at okkara nýggi nethandil er klárur. Nú verður tað lættari enn nakrantíð at bíleggja vørur, halda yvirlit og fáa góð tilboð. Áðrenn tú kanst nýta nethandilin, mugu vit upprætta ein brúka til tín og/ella tína fyritøku. Tí vilja vit heita á teg um at fylla út teigarnar, so vit kunnu skráseta teg/tína fyritøku og geva tykkum atgongd. Fyll út teigarnar niðanfyri Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum Onnur tíðindi

Tíðindabræv – mai

Telavox Vekslaraloysnin frá Nema Telavox er ein fjølbroytt vekslaraloysn, ið verður nýtt av fleiri enn 100 føroyskum fyritøkum. Hetta er ein smidlig loysn sum er egnað til bæði stórar fyritøkur við hundratals brúkarum og til smærri fyritøkur við alt frá tveimum brúkarum, ið deilast um eitt høvuðsnummar. Við Telavox fáa tit møguleikan at umsita tykkara telefoniloysn á ein hátt, ið hóskar til júst tykkara fyritøku og tørv. Fyrimunir við Telavox Ringiregla: Tú kann stýra hvussu telefonsamrøður verða beindar – t.d. til einstøk fólk, deildir og tilber at stýra hvørjar tíðir á degnum telefonirnar eru tøkar. Smidlig uppsetan: Ber til at skræddaraseyma uppsetanina fyri at veita eina so góða tænastu sum gjørligt Fjølbroytt nýtsla: Kann brúkast sum app á fartelefonini, sum telduforit ella sum vanlig borðtelefon Samvirkandi við aðrar Nema skipanir: Virkar saman við t.d. Nema Tíð, har status á tínum starvsfelagum verður vístur beinleiðis í Telavox Flytført millum tól: Brúkarar kunnu óheft skifta millum ymisk tól (fartelefon, teldu, borðtelefon) og varðveita sama virkisføri Løtt umsiting: Eitt brúkaravinarligt umsitingarpanel, har tit kunnu broyta uppsetan, stovna brúkarar og tillaga ringireglar uttan tøkniligan kunnleika Fjølbroytt samskiftismøguleikar: Umframt vanligt telefonisamskifti, ber eisini til at senda boð, halda netfundir og samskifta á ymsan hátt Bíðirøð við boðum: Ger kundar varugir við bíðitíð og bjóða teimum at verða ringdir upp aftur Hagtøl og frágreiðingar: Fá yvirlit yvir samrøður, bíðitíð og aðra viðkomandi vitan til at betra um tænastuna Ynskir tú at hoyra meir um Telavox? Telavox gevur tykkara fyritøku eina nútímans og smidliga loysn, ið kann vaksa saman við fyritøkuni og tillaga seg tykkara tørv. Nema starv Við Nema Starv hevur tú øll starvsfólkaviðurskifti savnað á einum stað. Harvið slepst undan at leita eftir upplýsingum í ringbindum ella í mappum á telduni. Tað er skjótt og lætt at stovna nýggj starvsfólk og at leggja øll viðkomandi skjøl í skipanina m.a. umvegis teldupost. Dagføringar av Nema starv Vit hava gjørt Nema starv enn smidligari við nýggjum hentleikum og betringum, sum gera umsitingina skjótari og lættari. Nýtt í Nema Starv Tilber at stovna nýggjar valmøguleikar undir starvsfólk Tilber at velja, um eitt starv skal telja starvsaldur Tilber at áseta fleiri rættindi. T.d. kann ein KT Deild fáa rættindi einans til “Útgerð” undir starvsfólk og undir “Uppseting” í skipanini. Tilber at síggja hvør brúkari hevur lagt skjøl inn undir starvsfólk, og nær tað er gjørt Undir starvsdagar, sæst nú hvørja deild starvsfólkið hoyrir til. Betrað og endurskoðað Leiti teigar eru betraðir og hava fingið nýtt snið Nýtt snið og litir Nýggj byrjanarsíða við nýggjum grafum Undir starvsdagar, ber nú til at sortera eftir starvsaldur Starvsaldur teljari, er betraður Les meira um Nema Starv Sertilboð Tilboðini eru galdandi so leingi vøran er á lagur. Set teg í samband við okkum Fyll teigarnar út og vit seta okkum í samband við teg sum skjótast. Annað nýtt frá Nema

Tillagingar í Farnetinum til vinnuna

Fleiri og fleiri velja sær Farnet heldur enn breiðband, tí Farnetið er skjótt og lætt. Eingir káplar, ongan montør, einki kopargjald og eingin bíðitíð. Við okkara framkomna Farneti kunnu vit bjóða gott netsamband um alt landið og uttanlands. Við Evropa pakkanum til farnet kanst tú nýta títt íroknaða data upp til 10 GB í útlandinum. Í samsvar við tann vaksandi áhugan fyri Farnetinum, hava vit valt at gera Farnet pakkarnar meira einfaldar. Tískil verða nakrir Farnetpakkar niðurlagdir og brúkarir av hesum farnetunum verða sjálvvirkandi fluttir yvir á ein samsvarandi pakka. Harafturat verða nakrar prístillagingar gjørdar. Sí haldini og prísirnir her Prísir eru uttan MVG Data fleks Data Fleks er eitt øðrvísi internet hald, har tú einans skal gjalda fyri hvønn dag, netið verður brúkt. Hetta haldið hóaskar seg serliga væl til summarhúsini, bátin ella campingvognin. Mánaðargjald: 20 krUm nýtsla er: 20 kr pr. dag Umframt hetta er leigugjald fyri farnet beinaran. Er ikki umfata av ‘Royn frítt í 30 dagar’. Bílegg her Gevið gætur: Hevur tú ein av pakkunum, ið ikki síggjast omanfyri, verður tú sjálvvirkandi flutt/ur í annan pakka. Tak netið við tær Við Evropa pakkanum til farnet kanst tú nýta títt íroknaða data upp til 10 GB í útlandinum. Netið kann brúkast í fylgjandi londum. Áland, Belgia, Bulgaria, Danmark, Estland, Eysturríki, Finnland, Frakland, Fronsku Guiana, Grikkaland, Grønland, Guadalupe, Guernsey, Holland, Írland, Ísland, Italia, Jersey, Kekkia, Kroatia, Kýpros (Grikski parturin), Lettland, Liktinstein, Litava, Luksemborg, Malta, Noreg, Póland, Portugal, Rumenia, Slovakia, Slovenia, Spania, Stóra Bretland, Sveis, Svøríki, Týskland, Ungarn. Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum Les meir um Farnet frá Nema Farnet frá Nema Onnur tíðindi

Tíðindabræv – Mars 2025

Eftir góða undirtøku og afturboðanir, ynskja vit aftur at seta hol á tíðindabrøvini, ið serliga eru ætlað vinnuni. Vit byrja við trygdini á netinum, við serligum atliti til ein tann størsta vandan, ið vit eru útsett fyri, her í Føroyum. Í tráð við rúkandi menningina av AI (vitlíki), verður tað alsamt verri at gjøgnumskoða Phishing teldupostar. SpearPhishing Skapandi AI er økt sera nógv teir seinastu 16 mánaðirnar. 86% av KT-leiðarum vænta, at tað fer at spæla ein týðandi leiklut í framtíðini hjá fyritøkum (Salesforce). Áðrenn vit koma til 2026, kann 90% av online innihaldi vera KI-framleitt (Europol). Hendan skjóta menningin hevur stórar avbjóðingar við sær. Bæði fyri tey, ið verja seg í móti teldusníking og fyri tey, ið fremja teldusníking. Síðan ChatGPT kom á marknaðin í 2022, er talið á illviljaðum teldupostum økt við 4151%. Hóast framstig eru í tøkniligu menningini, mugu vit minnast til, eru tað starvsfólkini, ið eru tey mest útsettu og viðbreknu í eini fyritøku. Tann menniskjasligi parturin av teldusníking undirstrikar eisini tørvin á trygdartiltøkum. Loyniorðsstuldur er tann mest nýtti atgonguhátturin hjá teldusníkum. Sambært frágreiðingini frá Verizon frá 2024, er talið á brúkarum, ið verða útsettir fyri phishing álopum, og sum trýsta á innbygdar leinkjur, øktur sera nógv. Miðaltíðin, fyri at trýsta á leinkjur eftir, at telduposturin er opnaður er 21 sekund og einans 28 sekund eftir hetta, hevur brúkarin tasta inn sínar upplýsingar. Loyniorðastuldur er ein stórur handil fyri teldusníkar, sum leita sær atgongd til gíslatøkuforrit, dátutjóvarí og intellektuellan ognarrætt. Tann størsti málbólkurin innan phishing er tann, ið fevnir um teldupostar, fartelefonir og sosialar miðlar. Síðan oktober í fjør er hesin hátturin fyri phishing øktur við 217%. Kelda: https://slashnext.com/wp-content/uploads/2024/05/SlashNext-The-State-of-Phishing-24-Midyear-Report.pdf Er KT-trygdin hjá tykkum í lagi? Í dag er KT-trygd ein av høvuðsavbjóðingunum hjá fyritøkum. Eitt álop kann hava álvarsligar avleiðingar fyri virksemið, umdømið og fyri ta fíggjarligu støðuna hjá fyritøkuni. Lat okkum umrøða tykkara tørv, og hvussu vit kunnu hjálpa við tykkara KT-trygd. Bílegg prát Hví Netløn? Netløn ger tað lætt og skjótt at avgreiða lønarviðurskifti – alt á netinum. Tú kanst m.a. gera lønarseðlar, skráseta starvsfólk og samstundis tryggja tær og tínum starvsfólkum, at lønarseðlar, útgjøld og frádráttir eru rættir. Netløn er serliga ætlað smærri fyritøkum, ið vilja hava eina bíligari og einfaldari loysn. Eisini eru tað alsamt fleiri ítottarfeløg, ið velja Netløn til at løna venjarum, leikarum og øðrum. Nýggir hentleikar eru ávegis Nýtt í Netløn Síggj samlaðu lønina í starvsfólkayvirlitinum fyri betri yvirlit   Broyta formin frá stovning meiri fleksibilitet í tilrættilegging Stabbamyndin kann nú vísa fleiri ár greiðari innlit yvir lønargongdini Betrað og endurskoðað Lættari stovning av starvsfólki skjótari og greiðari mannagongd Kladdu-funkan er dagførd tryggja tær, at einki verður gloymt Summeringar í lønarflytingar-yvirlitinum eru nú greiðari Vit hava gjørt Netløn enn smidligari við nýggjum hentleikum og betringum, sum gera lønarumsitingina skjótari og lættari. Hesi tiltøk tryggja, at tú fært eina smidligari og brúkaravinarliga Netløn uppliving. Les meira Sertilboð Tilboðini eru galdandi so leingi vøran er á lagur. Set teg í samband við okkum Fyll teigarnar út og vit seta okkum í samband við teg sum skjótast. Annað nýtt frá Nema


Fleiri greinar