Onki úrslit
Undanfarna síða
Search by
Næsta síða

Fipurnet til Vestmanna og Tvøroyri

Fipurnet er nú tøkt at bíleggja á hesum adressum:

  • Traðarvegur 183 og 197, Tvøroyri
  • Válur og restin af Vestmanna

Undanbílegg/skráset teg í dag:

Hvat er fipur og hvørjir fyrimunir eru?

Fipurnet fer at kollvelta tøknina, vit kenna í dag. Tøknin letur upp fyri, at telefeløgini kunnu bjóða ferðir heilt upp til 1000 Mbit og meira. Tað er óhoyrt fyri føroyingar og fólkið, ið her býr. 

Fipur er ein nútímans tøkni, sum gevur ógvuliga skjótt og álítandi internetsamband gjøgnum ljósleiðaratægrar, ið eru til tjúkdar sum eitt hár. Sjálvur fipurkaðalin er nakrar fáar millimetrar til tjúkdar og liggur vardur í eini sterkari rørleiðing, sum er átta millimetrar til tjúkdar. Ein slík rørleiðing verður løgd inn til hvørt einstaka húsarhald. 

At leggja fipur er tískil ein sera stór íløga, bæði fíggjarliga og í arbeiðsorku. Men eitt fipurnet er harafturímóti skynsamari í rakstri enn verandi koparnet. Tilfarið er bíligari, krøvini til kaðalveitingar eru minni, og fipurnetið verður neyvt kortlagt og skrásett við GPS-punktum. Harafturat er eitt fipurnet meira atkomuligt og lættari at umvæla.

Sí hvar fipur er tøkt og ætlan fyri útbygging

Tað er Net, ið leggur fipur kring allar føroyar. Sí teirra ætlan fyri útbygging við at trýsta á leinkjuna niðanfyri.

Beyglan frá Kafe Kaspar er aftur

Kafe Kaspar hevur fleiri góð tilboð á 2 fyri 1 appini. Vit kenna Smoothie og Beygluna, ið altíð hitta, men sum nakað nýtt kanst tú eisini fáa 2 fyri 1 Café Latte. Beygla Hvønn mánadag til hósdag millum kl. 14-17 kanst tú keypa eina valfría beyglu frá Kafe Kaspar og fáa eina ókeypis. Gerandisdagurin koyrir aftur sum vant hjá teimum flestu og Beyglan er somuleiðis aftur úr summarfrí! Á 2 fyri 1 appini kanst tú aftur bjóða einum, ið tú ert góð/ur við, eina beyglu frá Kafe Kaspar. Café Latte Nú kann kaffiløtan gerast tvífalt betri, tí við 2 fyri 1 appini kanst tú keypa tveir Café Latte frá Kafe Kaspar, men bert rinda fyri tann eina. Tilboðið er galdandi hvønn mánadag til hósdag millum kl. 14-17. Smoothie Hvønn mánadag til hósdag millum kl. 14-17 kanst tú keypa ein Smoothie frá Kafe Kaspar og fáa ein ókeypis. Njót leskiliga Smoothie’in við jarðber, tranaberdjús og appilsinjuice, ið bæði hóskar seg til stutta steðgin ella afturvið eini máltíð. Fylg við á sosialum miðlum So sært tú altíð tey nýggjastu 2 fyri 1 tilboðini, fær kunning um kundatiltøk, og møguleikan at luttaka í einari rúgvu av kappingum. Heinta 2 fyri 1 appina her Øll kunna taka 2 fyri 1 appina niður á telefonina. Fyri at nýta 2 fyri 1 tilboðini,mást tú verða Nema telefonkundi og rita inn við tínum fartelefonnummari.

Stovukonsert við Beinir

STOVUKONSERTIN ER ÚTSELD Nú hava teir fyrstu 25 Nema kundarnir møguleika at bjóða onkrum við til eina inniliga stovukonsert við Beinir. Konsertin verður tann 11. september kl. 19.30 í einari hugnaligari stovu í Hoyvík. Møtt verður á parkeringsplássinum uttanfyri hoyvíkshøllina kl 19.30, og síðan fylgjast vit til stovuna, har Beinir fer at framføra. Tað einasta tú skalt gera er at møta upp, so syrgja vit fyri góðum tónum, hugna og onkrum leskiligum afturvið. Keyp eitt atgongumerki fyri 150 kr. krónur og fá tvey. Minst til, at tað ræður um at skunda sær, tí tað eru bert 25 tey fyrstu, ið hava møguleika at bjóða onkrum við. Avmarking er á tvey atgongumerki pr. Nema kunda. Sí fleiri góð 2 fyri 1 tilboð her

Tillagingar av telefonhaldunum til vinnuna

Vit hava dagført prísirnar á nøkrum av okkara telefonhaldum – bæði haldið við 32 GB og haldið við Fríum Data hevur dagførdar prísir. Tú kanst síggja øll haldini og dagførdu prísirnar her Prísir eru uttan mvg. Frí tala og frí SMS hevur eitt ‘fair usage’ mark á 20 tímum og 2000 sms.Somuleiðis hevur evropapakkin eitt ‘fair usage’ mark á talu (40 tímar) og GB (50). Tosa til og í útlandinum Ringir tú ofta til útlandið, ella ert tú ofta uttanlands í arbeiðsørindum? Við Evropa og Evropa+ pakkanum kanst tú brúka telefonina sum heima og taka títt data við tær. Talan er avmarkað til 20 tímar um mánaðin, og hereftir rindar tú vanligar uttanlands prísir. Tú kanst nýta títt íroknaða data í útlandinum. Um tú fert uppum tína ásettu internetnýtslu í Føroyum, veksur tín loyvda nýtsla sjálvvirkandi við 1000 MB fyri kr. 55,- fyri verandi mánað. Sí hvørji lond eru við í Evropa og Evropa+ pakkunum í listanum niðanfyri. Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum Les meir um telefonhald til Vinnuna Les meira Onnur tíðindi

Nýggjur nethandil til vinnuna

Vit eru sera fegin at kunna boða frá, at okkara nýggi nethandil er klárur. Nú verður tað lættari enn nakrantíð at bíleggja vørur, halda yvirlit og fáa góð tilboð. Áðrenn tú kanst nýta nethandilin, mugu vit upprætta ein brúka til tín og/ella tína fyritøku. Tí vilja vit heita á teg um at fylla út teigarnar, so vit kunnu skráseta teg/tína fyritøku og geva tykkum atgongd. Fyll út teigarnar niðanfyri Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum Onnur tíðindi


Fleiri greinar