Fipurnet er nú tøkt at bíleggja á hesum adressum:
- Fjallsvegur, Vestmanna
- Bumshamarsvegur 38, Klaksvík
- Torvgøta 31, Klaksvík
- Smiðjugerði, Tórshavn
Undanbílegg/skráset teg í dag:
Hvat er fipur og hvørjir fyrimunir eru?
Fipurnet fer at kollvelta tøknina, vit kenna í dag. Tøknin letur upp fyri, at telefeløgini kunnu bjóða ferðir heilt upp til 1000 Mbit og meira. Tað er óhoyrt fyri føroyingar og fólkið, ið her býr.
Fipur er ein nútímans tøkni, sum gevur ógvuliga skjótt og álítandi internetsamband gjøgnum ljósleiðaratægrar, ið eru til tjúkdar sum eitt hár. Sjálvur fipurkaðalin er nakrar fáar millimetrar til tjúkdar og liggur vardur í eini sterkari rørleiðing, sum er átta millimetrar til tjúkdar. Ein slík rørleiðing verður løgd inn til hvørt einstaka húsarhald.
At leggja fipur er tískil ein sera stór íløga, bæði fíggjarliga og í arbeiðsorku. Men eitt fipurnet er harafturímóti skynsamari í rakstri enn verandi koparnet. Tilfarið er bíligari, krøvini til kaðalveitingar eru minni, og fipurnetið verður neyvt kortlagt og skrásett við GPS-punktum. Harafturat er eitt fipurnet meira atkomuligt og lættari at umvæla.
Sí hvar fipur er tøkt og ætlan fyri útbygging
Tað er Net, ið leggur fipur kring allar føroyar. Sí teirra ætlan fyri útbygging við at trýsta á leinkjuna niðanfyri.
Hetta verður galdandi frá 1. desembur 2026
Frá 1. desember 2026 fáa fleiri av okkara familjuhaldum munandi meira data, uttan at tú skalt gera nakað: Familjuhald 2 GB verður til 5 GB, Familjuhald 52 GB verður til 72 GB, og Familjuhald 102 GB verður til frítt data. Samstundis tillaga vit prísirnar á summum av haldum okkara, so vit framvegis kunnu bjóða tær trygt samband og góða tænastu. Sí prís- og haldsbroytingar í yvirlitinum niðanfyri. Tú kanst síggja og umsita tíni hald á Mítt Nema, sum tú finnur her á heimasíðuni, ella sum app. Har kanst tú eisini kunna teg nærri um okkara viðskiftatreytir. Familjuhald við 4, 5 og 6 haldum + leiga av beinara
Vit styrkja okkara toymi innan KT-trygd
KT-trygd er ein fastur og raðfestur partur av okkara virksemi. Uppgávurnar á økinum økjast, og tí søkja vit eftir einum starvsfólki afturat, sum saman við okkara verandi toymi skal vera við til at menna og styrkja trygdararbeiðið enn meira. Vit leita eftir tær, sum bæði trívist við at skriva greiðar mannagongdir og at arbeiða við praktiskari KT-trygd. Tú verður partur av KT-deildini, har tú í tøttum samstarvi við starvsfelagar fert at viðlíkahalda og menna okkara skipaða arbeiði við KT-trygd. Um starvið Starvið fevnir um bæði skjalfesting, samskipan og praktiskar uppgávur. Tú verður við til at tryggja, at okkara trygdarkrøv og mannagongdir verða sett í verk, fylgd upp og ment í takt við tørvin. Tínar høvuðsuppgávur verða at: Taka lut í og fylgja upp uppá okkara áhaldandi arbeiði við ISO 27001, eitt nú við at tryggja framdrift og skjalfesting. Gera, dagføra og seta í verk mannagongdir og leiðbeiningar innan kunningartrygd. Gera stikkroyndir og hava eftirlit við eitt nú atgongdum, brúkararættindum og at mannagongdir verða fylgdar. Taka lut í váðametingum og fylgja upp uppá avtalaði trygdartiltøk. Fyrireika skjalfesting til grannskoðan og taka lut í uppfylging og ábótum. Fyrireika og fremja praktisk trygdarátøk saman við restini av deildini. Vegleiða starvsfólk og stuðla undir góðum trygdarvanum í gerandisdegnum. Um teg Vit ímynda okkum, at tú hevur viðkomandi útbúgving ella royndir innan KT, kunningartrygd ella líknandi arbeiði. Tú hevur áhuga fyri bæði tí skipaða og verkliga partinum av KT-trygd, arbeiðir miðvíst og trívist í, at fylgja uppgávum heilt á mál. Vit leggja dent á, at tú: Arbeiðir skipað, varðveitir yvirlitið og fylgir upp. Dugir at skriva greitt og gera mannagongdir, sum eru lættar at skilja og brúka. Hevur tekniskt innlit og hug at arbeiða við praktiskum KT-trygdaruppgávum. Dugir at samstarva og finna loysnir saman við øðrum. Ert nærløgd ella nærlagdur og hevur hug at menna teg fakliga. Kunnleiki til ISO 27001 og royndir við trygdareftirliti, váðametingum ella grannskoðan eru ein fyrimunur. Vit leggja eisini stóran dent á arbeiðshug, ábyrgdarkenslu og evnini at virka sum partur av einum toymi. Vit bjóða Vit bjóða eitt fjølbroytt fulltíðarstarv í einum toymi, har KT-trygd longu er ein týðandi partur av arbeiðinum. Tú fært møguleika at brúka og menna tínar førleikar, umframt at seta tín dám á okkara framhaldandi arbeiði við kunningartrygd. Starvsstaðurin er í Tórshavn, og starvið verður sett skjótast gjørligt. Umsókn og nærri upplýsingar Vilt tú vita meira um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Róa B. Poulsen, tekniskan stjóra, á telefon 502080. Umsókn og lívsrensl skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 14. desembur 2026. Søk starvið her
Oilwind
Íløgan vit gjørdu í Nema Løn og Nema Tíð varð longu væl og virðiliga spard innaftur sama árið, tí vit hava spart munandi í bæði umsiting og tímum. Áðrenn skrivaðu menninir tímaseðlar, og alt mátti skrásetast manuelt. Nú stempla fólk og fáa løn fyri reellu tímarnar, tey arbeiða, og vit sleppa frá at skráseta nakað manuelt. Alt er tí nógv skjótari, lættari og rættari í dag. Er okkurt at spyrja um, ringja vit til Nema, sum hevur veitt eina sera góða tænastu. Marni F. Joensen, fyrisitingarleiðariOilwind
Nema søkir eftir fíggjarfrøðingi
Vilt tú vera við til at menna og sjálvvirka okkara fíggjargongdir, og samstundis gerast ein týðandi sparringsfelagi fyri alla fyritøkuna? So vilja vit fegin hoyra frá tær! Hjá Nema leita vit eftir einum fíggjarfrøðingi (financial controller), ið dámar væl at arbeiða við sjálvvirkan av fíggjargongdum, er analytisk/ur og ikki bangin fyri at hjálpa til við vanligum bókhaldsuppgávum. Starvið er fulla tíð við byrjan 1. februar 2027. Um starvið Sum fíggjarfrøðingur hjá Nema fært tú ein týðandi leiklut í at menna og betra okkara roknskaparmannagongdir og tryggja, at roknskapurin byggir á rættar og álítandi dátur.Tú verður eisini ein týðandi samstarvspartnari hjá deildunum í Nema, har tú við KPI-frágreiðingum og dátugreiningum verður við til at skapa betri yvirlit og eitt gott grundarlag fyri avgerðum.Harumframt fært tú ein virknan leiklut í at nútímansgera fíggjardeildina, har nýggj tøkni og betri arbeiðsgongdir verða ein týðandi partur av menningini. Tínar fremstu uppgávur vera Eftirlit (controlling) og bókhaldsuppgávur Sjálvvirkjan og menning av fíggjargongdum Fíggjarfrágreiðingar At stuðla fíggjarætlanararbeiðinum At vera ein fakligur viðleikari fyri raksturin, við denti á innlit, samanhangir og lyklatøl Vit vænta tí, at tú Hevur eina hægri búskaparútbúgving, t.d. HD (1, 2), Cand.merc., ella hevur arbeitt við fíggjarstýring. Hevur góð analytisk evni Arbeiðir sjálvstøðugt og skipað Hevur royndir við PowerPoint, Excel og AI Dugir at byggja góð og álítandi sambond tvørtur um alla fyritøkuna Afturfyri bjóða vit Ein fakliga spennandi leiklut við stórari ávirkan á menningina av fíggjarfunktiónini Møguleika at seta tín dám á talgilding og sjálvvirkjan í Nema Eina deild við fakliga sterkum starvsfeløgum og breiðum samstarvi innanhýsis Eitt gott arbeiðsumhvørvi við góðum starvsfólkum og einari rúgvu av ágóðum Góða kantinu og starvsfólkatiltøk árið runt Um Nema Nema er ein føroysk KT- og samskiftisfyritøka, sum gongur á odda í tøkniligu menningini í Føroyum. Vit hava verið í støðugum vøkstri seinastu árini og telja í dag umleið 65 starvsfólk í Tórshavn og Klaksvík. Hjá okkum er arbeiðsumhvørvið opið og óhátíðarligt, har samstarv og trivnaður er í hásæti. Løn og setanartreytir Fasta arbeiðsplássið verður á deildini hjá Nema í Havn. Løn verður avtalað millum partarnar. Hevur tú spurningar, ert tú hjartaliga vælkomin at venda tær til Christian Svejdal, fíggjarleiðara, á teldupost csv@nema.fo ella á telefon 502056. Tá ið tú søkir, vinarliga send okkum eitt CV, saman við eini umsókn, har tú lýsir viðkomandi royndir og førleikar. Umsóknarfreistin er 1. novembur 2026. Søk starvið




