Fipurnet er nú tøkt at bíleggja í Sandavági.
Flestu húsarhaldini hava internet í dag. Tó eru fáa tey flestu internet ígjøgnum gamla koparnetið / telefonneti.
Hendan tøknin er og verður í dag skift út við Fipur, ið veitir skjótari og støðugari telefon og internet samband.
Gev tískil gætur, at um tit longu hava internet og skulu flyta yvir á nýggja fipurneti, so er neyðugt at strika gamla internethaldi.
Fínt sum hár
Fipur er ein nútímans tøkni, sum gevur ógvuliga skjótt og álítandi internetsamband gjøgnum ljósleiðaratægrar, ið eru til tjúkdar sum eitt hár.
Sjálvur fipurkaðalin er nakrar fáar millimetrar til tjúkdar og liggur vardur í sterkari rørleiðing, sum er átta millimetrar til tjúkdar og verður løgd inn til hvørt húsarhald.
Tilber at síggja, hvar fipur er tøkt, og hvussu ætlanin sær út komandi tíðina.
Hvat er fipur ?
Fipur er ein nútímans tøkni, sum gevur ógvuliga skjótt og álítandi internetsamband gjøgnum ljósleiðaratægrar, ið eru til tjúkdar sum eitt hár. Sjálvur fipurkaðalin er nakrar fáar millimetrar til tjúkdar og liggur vardur í eini sterkari rørleiðing, sum er átta millimetrar til tjúkdar. Ein slík rørleiðing verður løgd inn til hvørt einstaka húsarhald.
Fylg við á sosialum miðlum
So sært tú altíð tey nýggjastu 2 fyri 1 tilboðini, fær kunning um kundatiltøk, og møguleikan at luttaka í eina rúgvu av kappingum.
Bílegg her
Nema søkir eftir fíggjarfrøðingi
Vilt tú vera við til at menna og sjálvvirka okkara fíggjargongdir, og samstundis gerast ein týðandi sparringsfelagi fyri alla fyritøkuna? So vilja vit fegin hoyra frá tær! Hjá Nema leita vit eftir einum fíggjarfrøðingi (financial controller), ið dámar væl at arbeiða við sjálvvirkan av fíggjargongdum, er analytisk/ur og ikki bangin fyri at hjálpa til við vanligum bókhaldsuppgávum. Starvið er fulla tíð við byrjan 1. februar 2027. Um starvið Sum fíggjarfrøðingur hjá Nema fært tú ein týðandi leiklut í at menna og betra okkara roknskaparmannagongdir og tryggja, at roknskapurin byggir á rættar og álítandi dátur.Tú verður eisini ein týðandi samstarvspartnari hjá deildunum í Nema, har tú við KPI-frágreiðingum og dátugreiningum verður við til at skapa betri yvirlit og eitt gott grundarlag fyri avgerðum.Harumframt fært tú ein virknan leiklut í at nútímansgera fíggjardeildina, har nýggj tøkni og betri arbeiðsgongdir verða ein týðandi partur av menningini. Tínar fremstu uppgávur vera Eftirlit (controlling) og bókhaldsuppgávur Sjálvvirkjan og menning av fíggjargongdum Fíggjarfrágreiðingar At stuðla fíggjarætlanararbeiðinum At vera ein fakligur viðleikari fyri raksturin, við denti á innlit, samanhangir og lyklatøl Vit vænta tí, at tú Hevur eina hægri búskaparútbúgving, t.d. HD (1, 2), Cand.merc., ella hevur arbeitt við fíggjarstýring. Hevur góð analytisk evni Arbeiðir sjálvstøðugt og skipað Hevur royndir við PowerPoint, Excel og AI Dugir at byggja góð og álítandi sambond tvørtur um alla fyritøkuna Afturfyri bjóða vit Ein fakliga spennandi leiklut við stórari ávirkan á menningina av fíggjarfunktiónini Møguleika at seta tín dám á talgilding og sjálvvirkjan í Nema Eina deild við fakliga sterkum starvsfeløgum og breiðum samstarvi innanhýsis Eitt gott arbeiðsumhvørvi við góðum starvsfólkum og einari rúgvu av ágóðum Góða kantinu og starvsfólkatiltøk árið runt Um Nema Nema er ein føroysk KT- og samskiftisfyritøka, sum gongur á odda í tøkniligu menningini í Føroyum. Vit hava verið í støðugum vøkstri seinastu árini og telja í dag umleið 65 starvsfólk í Tórshavn og Klaksvík. Hjá okkum er arbeiðsumhvørvið opið og óhátíðarligt, har samstarv og trivnaður er í hásæti. Løn og setanartreytir Fasta arbeiðsplássið verður á deildini hjá Nema í Havn. Løn verður avtalað millum partarnar. Hevur tú spurningar, ert tú hjartaliga vælkomin at venda tær til Christian Svejdal, fíggjarleiðara, á teldupost csv@nema.fo ella á telefon 502056. Tá ið tú søkir, vinarliga send okkum eitt CV, saman við eini umsókn, har tú lýsir viðkomandi royndir og førleikar. Umsóknarfreistin er 1. novembur 2026. Søk starvið
Lærlingur til KT-supportina hjá Nema
Hevur tú áhuga fyri KT, dámar tær at loysa avbjóðingar og at hjálpa øðrum? So er tað kanska tær, vit leita eftir. Nema leitar eftir einum forvitnum og ágrýtnum lærlingi, sum hevur hug at læra meira um KT, og gerast partur av einum spennandi og fjølbroyttum arbeiðsumhvørvi. Sum lærlingur innan KT-support hjá Nema, fært tú møguleika at arbeiða við nýggjastu tøknini, læra av royndum starvsfeløgum og menna tínar førleikar innan KT. Tú verður partur av einum toymi, har vit hjálpa hvør øðrum, deila vitan og saman finna góðar loysnir til okkara kundar. Um starvið Sum lærlingur verður tú partur av dagliga arbeiðinum hjá okkara KT-fólkum. Arbeiðið er fjølbroytt, og tú fert millum annað at arbeiða við: KT-support og kundatænastu: Tú lærir at vegleiða og hjálpa kundum við KT-avbjóðingum Feilfinning: Tú lærir at finna og rætta feilir á teldum, neti og í KT-skipanum KT-trygd: Tú fært innlit í KT-trygd, mannagongdir og týdningin av tryggum KT-loysnum Uppseting og installatión: Tú lærir at seta upp teldur, forrit og aðra KT-útgerð Neti og servarum: Tú fært innlit í, hvussu vit umsita og reka bæði netverk og servarar. Vit leggja dent á, at tú fært eina góða og fjølbroytta lærutíð, har tú bæði sleppur at royna teg í verki og at menna tína fakligu vitan. Vit leita eftir tær sum: Ert forvitin og tænastusinnað/ur Hevur lokið fráfaringarroynd fólkaskúlans Hevur áhuga fyri KT og hug at læra Dámar at loysa trupulleikar og finna góðar loysnir Ert fyrikomandi, tænastusinnað/ur og dugir væl at samstarva Dugir at arbeiða sjálvstøðugt og taka ábyrgd Tú skalt ikki duga alt frammanundan. Tað týdningarmesta er, at tú hevur áhuga, áræði og hug at læra. Vit bjóða tær: Eina spennandi og fjølbroytta lærutíð Møguleika at arbeiða við ymiskum KT-loysnum og nýggjari tøkni Dugnaligar starvsfelagar, sum eru klárir at hjálpa og deila sína vitan Eitt óformligt arbeiðsumhvørvi við góðum samanhaldi Góðar møguleikar at menna teg bæði fakliga og persónliga. Um útbúgvingina Nýggja føroyska KT-supportaraútbúgvingin er skipað við støði í donsku útbúgvingini til IT-supporter. Dentur er lagdur á, at innihald og førleikar skulu samsvara við danska supportarin. Útbúgvingin sum KT-supportari tekur 2½ ár, og er sett saman av verkligari læru, sum í hesum førum verður hjá Nema, meðan skúlagongdin er á Miðnámi á Kambsdali. Fyrsta skúlaskeiðið byrjar 2. november 2026. Les meir um útbúgvingina her Um Nema Nema er ein føroysk fyritøka, ið skapar kapping og samstundis gongur á odda í menningini av føroyska KT- og samskiftismarknaðinum. Nema er í stórum vøkstri, og okkara úrslit seinastu árini hava verið framúr góð. Harumframt hava vit eitt gott og óformelt arbeiðsumhvørvi við á leið 70 starvsfólkum á okkara deildum í Tórshavn og Klaksvík. Setanarviðurskifti Talan er um eitt lærupláss við einari lærutíð á 2½ ár. Løn og setanarviðurskifti verða sambært galdandi sáttmála fyri lærlingar. Starvsbyrjan verður eftir avtalu. Umsókn og freist Hevur tú spurningar um starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Frankie Jensen, KT stjóra, á tlf 502090 ella umvegis teldupost fje@nema.fo. Umsókn og viðkomandi skjøl skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi 25. oktober 2026. Søk starvið her
Protected: Tíðindaskriv til vinnuna
Hjá Nema leggja vit dent á at menna loysnir og tænastur, sum gera mun í gerandisdegnum hjá okkara vinnukundum. Við støði í tørvinum hjá kundunum arbeiða vit støðugt við at betra um okkara skipanir, styrkja okkara tænastur og skapa nýggjar møguleikar. Hesa ferð hava vit fleiri tíðindi at bera tykkum. Vit hava víðkað virksemið til Grønlands og styrkt okkara støðu á grønlendska marknaðinum. Samstundis hevur Nema Tíð fingið eina umfatandi dagføring við nýggjum sniði og betri hentleikum, sum gera tíðarskráseting og umsiting einfaldari. Og sum siður er við vinnutíðindaskrivunum, so hava vit nøkur góð tilboð upp á KT-útgerð til tykkara. Les meira um nýggjastu tíðindini, dagføringarnar og tilboðini niðanfyri. Nema í Grønlandi Vit hava styrkt okkara virksemi í Grønlandi og eru farin undir eitt nýtt kapittul í samstarvi við Arctic Print Solutions. Í hesum samstarvi bjóða vit grønlendskum fyritøkum og stovnum okkara føroyskt mentu skipanir innan bókhald, løn, tíðarskráseting, starvsfólkaumsiting, journaliseting og workflow. Við royndum frá bæði føroyska og grønlendska marknaðinum vilja vit gera tað lættari hjá fyritøkum at savna sínar umsitingarligu uppgávur í skipanum, sum arbeiða saman. Sum liður í víðkaða virkseminum verður Heini Hansen vinnukundaráðgevi við ábyrgd av grønlendska marknaðinum. Heini hevur í fleiri ár arbeitt við okkara skipanum og veitt kundum sum Royal Greenland og Nuuk Transport hjálp og ráðgeving. Hann kennir tí væl bæði kundarnar og teirra tørv og fær nú ein týðandi leiklut í at menna samstarvið við verandi og nýggjar kundar í Grønlandi. Nema Tíð í nýggjum hami Nema Tíð hevur fingið eina umfatandi dagføring við nýggjum sniði, betri hentleikum og einari nýggjari app til fartelefonir og teldlar. Skipanin er eisini flutt á netið, so nú ber til at skráseta arbeiðstíð og umsita skrásetingar beinleiðis í kaganum. Nýggja útgávan verður latin kundunum stigvíst, og vit seta okkum í samband við tykkum, tá ið túrurin kemur til tykkara. Tit skulu sostatt ikki gera nakað sjálvi í løtuni. Ynskja tit at hoyra nærri um Nema Tíð? Útfyll teigarnar niðanfyri, so seta vit okkum í samband við tykkum skjótast tilber. Alt tað nýggja og dagførda í Nema Tíð hesaferð Umframt nýggja sniðið eru fleiri hentleikar mentir og dagførdir: GeofencingÁsetið, hvar starvsfólk kunnu skráseta arbeiðstíð, t.d. á ávísum arbeiðsstøðum. Dagførdar lønarkoyringarFleiri møguleikar og betri amboð til lønarumsiting. Betri stýring av framtíðarstemplingumStørri tamarhald og fleiri møguleikar at stýra skrásetingunum. Meira upplýsandi toymisyvirlitBetri yvirlit yvir skrásettar tímar, broytingar og hvør hevur gjørt tær. Nýtt yvirlit yvir teljarastøðurDagført snið og betri handfaring av feriutímum. Trygd og tøkni eru dagførdUmfatandi trygdar- og tøkniligar dagføringar styrkja grundvøllin undir skipanini og eru ein týðandi partur av nýggju útgávuni av Nema Tíð. Sertilboð til tykkara Tilboðini eru galdandi so leingi vørurnar eru á goymslu. Onnur tíðindi frá Nema
Nema søkir eftir ráðgeva til okkara vinnuskipanir
Brennir tú fyri góðari kundatænastu og ráðgeving innan fíggjarstýring, lønar- og starvsfólkaumsiting? Kundi tú hugsað tær at arbeitt í einari av fremstu KT- og samskiftisfyritøkunum í Føroyum? So kann tað vera júst tær, ið vit leita eftir. Um starvið Nema veitir m.a. KT skipanir til føroysku vinnuna. Skipanir okkara fevna um starvsfólkaumsiting, umsiting av lønar- og sáttmálaviðurskiftum og loysnum innan bókhald. Vegna alsamt vaksandi virksemi, leita vit eftir einum ráðgeva, ið hevur áhuga fyri ráðgeving, kundatænastu og talgildum loysnum. Sum ráðgevi innan KT skipanirnar til vinnuna, fert tú m.a. at ráðgeva og seta saman bestu loysnirnar til okkara vinnukundar. Vinnuskipanirnar hjá Nema verða nýttar av alskyns fyritøkum í Føroyum og uttanlands. Í starvinum fært tú av tí sama breiða vitan um tær loysnir, ið vit bjóða. Harafturat verður tú við til at menna og mynda skipaninar frameftir. Tú gerst partur av einum sera dugnaligum toymi á einum góðum arbeiðsplássi, har persónlig og faklig menning ganga hond í hond. Vit leita eftir tær sum: Brennir fyri ráðgeving, tøkni og góðari kundatænastu Hevur áhuga fyri KT og talgildum skipanum Hevur gott yvirlit og dugir væl at samskifta Tekur ábyrgd og dugir at arbeiða sjálvstøðugt Er jalig/ur, ágrýtin og dámar ein gerandisdag við nógvari ferð Hevur viðkomandi royndir ella útbúgving innan fyrisiting og/ella umsiting Tað er ein fyrimunir, um tú hevur royndir við at brúka skipanirnar hjá Nema. Vit vænta ikki, at tú hevur royndir á øllum økjum. Starvið verður tillagað eftir tínum royndum og áhugamálum. Vit leggja dent á at rúma ymiskum royndum og førleikum. Hevur tú ein part av nevndu førleikum og brennur fyri at læra og mennast, eggja vit tær til at søkja. Vit bjóða tær: Eitt ábyrgdarfult og fjølbroytt starv í einum livandi arbeiðsumhvørvi Møguleika fyri persónligari og fakligari menning Møguleikan at seta tín dám á menningina av skipanunum hjá Nema Tætt samstarv við okkara deildir innan menning, support og sølu Ein gerandisdag við fjølbroyttum uppgávum og nógvum samskifti Góðan fleksibilitet og eina rúgvu av starvsfólkaágóðum Eitt fulltíðarstarv og løn eftir avtalu. Um Nema Nema er ein føroysk fyritøka, ið skapar kapping og samstundis gongur á odda í menningini av føroyska KT- og samskiftismarknaðinum. Nema er í stórum vøkstri, og okkara úrslit seinastu árini hava verið framúr góð. Harumframt hava vit eitt gott og óformelt arbeiðsumhvørvi við á leið 70 starvsfólkum á okkara deildum í Tórshavn og Klaksvík. Løn og setanartreytir Starvsplássið verður á deildini hjá Nema í Klaksvík, men møguleiki er fyri at arbeiða á deildini í Tórshavn, tá tørvur er á tí. Tá tú søkir, vinarliga send okkum eitt CV saman við eini umsókn, har tú lýsir viðkomandi royndir og førleikar. Umsóknir og fyrispurningar verða viðgjørd í trúnaði. Umsókn og freist Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at venda tær til Jákup Toftum Luid, menningarstjóra, á teldupost jtl@nema.fo. Umsókn og CV skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 12. oktober 2026. Søk starvið her




