Farnet
Løgreglan: Hetta kunnu foreldur gera fyri at fyribyrgja…
Internetið hevur stóran týdning fyri sosiala lívið hjá børnum, og tí er tað sera týdningarmikið, at foreldur fylgja við í, hvat børnini fáast við á netinum. Børn eru í dag sera virkin á netinum. Møguleikarnir eru nógvir, og tey samskifta sínámillum á ymsum pallum, spæla saman og eru saman sum vinir á netinum. Tey hava atgongd til alskyns undirhald, myndir, filmsbrot, tíðindi um hendingar kring heimin og mangt, mangt annað. Lukkutíð fylla góðu løturnar mest hjá teimum flestu, tó at vit eisini vita, at vandi er fyri bæði happing og øðrum keðiligum tilburðum. Harafturat vita vit, at tað meira enn so kemur fyri, at børn eisini eru fyri ágangi, og í summum førum álvarsomum ágangi.Serliga er vandi á ferð, um barnið samskiftir við onkran, sum tey ikki kenna, tí at á netinum eru fólk tíverri ikki altíð tey, sum tey siga seg vera. Fyri at tekkjast einum yngri málbólki kunnu tey hava stovnað sær ein falskan vanga, har tey til dømis kunnu látast at vera ein ungur tannáringur, hóast tey í roynd og veru eru komin væl til árs.Ungir tannáringar eru í størsta vandabólki fyri at verða lokkað ella groomað av kynsligum misnýtarum, sum manipulera og práta tey upp í lag fyri at vinna teirra álit og trúnað. Grooming merkir, at ein vaksin søkir samband við børn á netinum, við tí endamáli at skaffa sær sjálvum kynsliga nøktan.Sum foreldur hevur tú ein fyribyrgjandi leiklut: Lat barn títt vita, at tað altíð kann koma til tín við trupulleikum. Eisini um tað longu hevur gjørt okkurt ‘býtt’ Tryggja tær, at barnið kennir øll sambondini, sum tað hevur á ymsu pallunum Lær barn títt at steingja fyri ódámligum persónum og boða frá Ger avtalur við barnið, áðrenn tað fær egnan vanga á sosialum miðlum Bið barn títt koma til tín, um klandur ella ótryggleiki taka seg upp Vís áhuga fyri talgilda heiminum, sum tey ferðast í, og spyr regluliga, hvønn tey spæla ella samskifta við BOÐA LØGREGLUNI FRÁ Hevur barn títt verið fyri kynsligum ágangi ella blúnisbroti, eiga tit at boða løgregluni frá.Tað er neyðugt við prógvum, um brotsmaðurin skal verða funnin, so goym allar kjatt-samrøður, sms, myndir og líknandi frá áganginum, harumframt eisini brúkaranavn og neyvar upplýsingar um, nær hendingin fór fram. Góðar heimasíður til foreldur at fáa nærri kunning, vitan og góð ráð Den sikre side – Fá vitan um, hvat kann møta barni tínum online – umframt góð ráð um, hvussu tú hjálpir barninum at ferðast trygt á netinum.https://sikreside.dk/ SLETDET Rådgivningen - Ókeypis ráðgeving í trúnaði um talgildan ágang og ódámligar hendingar á netinum.https://sletdet.redbarnet.dk SSP – Ferðast á netinum:https://ssp.fo/ferdast-a-netinum/ SSP – Etikkur á netinum – barnaútvarp:https://ssp.fo/etikkur-a-netinum/ Red Barnet – Góð ráð til foreldurhttps://redbarnet.dk/foraeldre Red Barnet – Um at vera tryggur á netinumhttps://redbarnet.dk/skole/sikker-paa-nettet/
Góð ráð til heimanet
Samstundis sum alsamt fleiri eindir koma á heimanetini, og nýtslan á hvørjari eind veksur, fáa vit eisini fleiri og fleiri fyrispurningar um góð ráð viðvíkjandi heimanetinum. Her eru nøkur teirra: Stilla beinaran frítt fyri, so at einki forðar sambandinum Um sambandið ikki er nøktandi, har ið tað skal nýtast, so er ráðiligt at flyta beinaran Nýt kápilin, har tað ber til. Serliga til tær eindir, ið nýta nógv data til stroyming og líknandi Skal beinarin senda við 2,4 GHz ella 5 GHz? 5 GHz er skjótari, men røkkur ikki líka langt Tryggja tær, at beinarin ikki er ov gamal. Í hesum tíðum eru teir ótíðarhóskandi aftaná 3-4 ár Tryggja tær, at bæði beinarin og eindirnar á netinum eru dagførd Afturat øllum hesum skal man sjálvsagt eisini hyggja eftir, um man hevur nóg skjótt samband inn til húsini ella íbúðina. Vit uppliva sum oftast, at tað er órógvið inni í húsinum, ið er trupuleikin, og ikki sjálv veitingin av netinum. Tað kann tó koma fyri, at kopar-kaðalar ikki eru í nøktandi standi, ella at útgerðin/netið í umráðnum antin hevur fingið skaða, ella er heilt slitið.