2 fyri 1

Nema og Brandan bjóða til hugnaløtu
Í samband við Faroese Music Awards, bjóða Nema og Hotel Brandan til eina hugnaliga løtu á Hotel Brandan. Tiltakið er ókeypis og fyri øll, bæði tey, ið hava atgongumerki til FMA og tey, ið ikki hava. Hotel Brandan vísir FMA á stórskíggja. Vit bjóða ókeypis bobblir og brellbitar, og Jónas Gaard kemur allanvegin úr Danmark at spæla nøkur løg fyri okkum. Kokkteylbarrin verður opin við góðum 2 fyri 1 tilboðum. Harafturat verður møguleiki fyri at keypa Bao fyri ein góðan prís. Tiltakið verður í nýggju innilokaðu terassuni hjá Hotel Brandan, ið liggur út frá matstovuni ímóti Gundadali. Bussur koyrir tey, ið hava atgongumerki til FMA, yvir í Norðurlandahúsið. Skráin fyri kvøldið Kl. 18.00 Dyrnar á Hotel Brandan lata upp, og vit bjóða bobblir og brellbitar Kl. 19.00 Jónas Gaard framførir Kl. 19.30 Bussur koyrir tey, ið hava atgongumerki til FMA í Norðurlandahúsið kl. 20.00 Hotel Brandan vísir FMA á stórskíggja í Landmark Kokkteylbarrin er opin og tilber at keypa nógv góð 2 fyri 1 tilboð. Melda teg til her Fylg við á sosialum miðlum So sært tú altíð tey nýggjastu 2 fyri 1 tilboðini, fær kunning um kundatiltøk, og møguleikan at luttaka í eina rúgvu av kappingum. Sí fleiri 2 fyri 1 tilboð

Frumsýning av Wuthering Heights í Havnar Bio
Nú hava Nema telefonkundar aftur møguleika at bjóða onkrum við til eina frumsýning í biografinum - hesuferð til filmin Wuthering Heights. Sýningin verður týskvøldið 10. februar kl. 20, og atgongumerkini eru longu komin til sølu. Nýggi filmurin Wuthering Heights er dramatiska endurgávan av kendu skaldsøguni hjá Emily Brontë, sum fyrstu ferð kom út í 1847. Søgan fer fram í Yorkshire og snýr seg um tað djúpa og oyðandi kærleiksbandið millum Catherine Earnshaw og Heathcliff. Hetta er ein søga um ást, hevnd og menniskjaligar veikleikar, har kenslurnar ganga høgt, og avleiðingarnar eru lagnutungar. Filmurin er leikstjórnaður av Emerald Fennell, sum er kend fyri sítt sermerkta filmsmál og sterku persónslýsingar. Í høvuðsleiklutunum síggja vit Margot Robbie og Jacob Elordi, sum saman bera fram eina myrka og kensluliga frásøgn, har bæði romantikkur og harðskapur gera um seg. Wuthering Heights er ein filmur, ið vendir aftur til rótina í klassisku søguni, men samstundis gevur henni eina nútímans og sjónliga sterka frásøgn, sum er ætlað bæði nýggjum áskoðarum og teimum, ið longu kenna verkið. Ynskja tit at keypa 2 fyri 1 atgongumerki til sýningina, so er bara at koma á gátt í Nema handlunum í Havn ella í Klaksvík, og ogna tykkum atgongumerki. Sølan av atgongumerkjum til sýningina er avmarkað til eina sýning, so tað ræður um at skunda sær. Við í prísinum er ein miðal menu við popkorn og sodavatn, umframt at vit eisini bjóða boblur og okkurt søtt. Vit gleða okkum til eitt hugnaligt kvøld!

Vaflur á Katrinu og Mandlurís í Kaspar á 2 fyri 1
Jólagleðin er longu byrjað á 2 fyri 1 appini, og aftur í ár hava Katrina Christiansen og Kafé Kaspar góð jólatilboð til tykkum. Nú kanst tú seta dám á jólini við góðum løtum saman við teimum, tú ert góður við og sjálvandi spara eina rúgvu. Vaflur við rabarbusúltutoy og róma Jólakaféin hjá Katrinu Christiansen er latin upp, og nú kanst tú bjóða onkrum, tær dámar, oman í hugnaligu matstovuna í hjartanum í Havn. Við 2 fyri 1 appini, fært tú fáa dupult so nógvar vaflur við heimagjørdum rabarbusúltutoy og róma fyri sama prís. Tilboðið er galdandi mánadag til fríggjadag frá kl. 14.00 - 16.30. Mandlurís frá Kafe Kaspar Jólini nærkast og longu nú kanst tú fáa 2 fyri 1 Mandlurís í Kafé Kaspar. Mandlurís er reinur jólahugni í eini skál. Bjóða onkrum, ið tú ert góð/ur við í Kaspar til eina skál av Mandlurís og kom í jólahýr longu nú. Tilboðið er galdandi allar dagar í vikuni frá kl. 11 - 21. Fylg við á sosialum miðlum So sært tú altíð tey nýggjastu 2 fyri 1 tilboðini, fær kunning um kundatiltøk, og møguleikan at luttaka í eina rúgvu av kappingum. Heinta 2 fyri 1 appina her Øll kunna taka 2 fyri 1 appina niður á telefonina. Fyri at nýta 2 fyri 1 tilboðini,mást tú verða Nema telefonkundi og rita inn við tínum fartelefonnummari. Sí fleiri 2 fyri 1 tilboð

Heimsins besta kotilett í Føroyum á 2 fyri 1
Vit kunnu nú reypa av, at Nema og Irish pub hava gjørt eitt samstarv, og tí eru fleiri góð 2 fyri 1 tilboð nú at fáa í Irish pub. Nú kanst tú nemliga fáa 2 fyri 1 av bæði Fiskaflak & kips og Svínakotilett í Irish pub. Tilboðini eru galdandi fleiri dagar um vikuna og breiða yvir fleiri tíðarskeið á degnum. Svínakotilettin frá Irish Pub Tann vælkenda kotilettin frá Irish pub er nú partur av 2 fyri 1 tilboðunum á appini. Allir dagar í vikuni, uttan fríggjadag, frá kl. 18.00 - 20.00 kanst tú keypa eina Svínakotilett við kips, sóvs og reyttkál frá Irish pub og fáa eina ókeypis. Fiskaflak og kips frá Irish Pub Fisk og kips er vælumtókt millum føroyingar og tað kann hugsast at koma av, at rætturin sameinar okkara egnu fiski mentan við bretsku matsiðvenjuna. Fiskaflak við kips er sjálvsagt at fáa hjá Irish Pub í Havn. Allir dagar í vikuni, uttan fríggjadag, frá kl. 15.00 - 17.00, kanst tú keypa Fiskaflak við kips og remulátu frá Irish pub og fáa eina ókeypis. Fylg við á sosialum miðlum So sært tú altíð tey nýggjastu 2 fyri 1 tilboðini, fær kunning um kundatiltøk, og møguleikan at luttaka í eina rúgvu av kappingum. Heinta 2 fyri 1 appina her Øll kunna taka 2 fyri 1 appina niður á telefonina. Fyri at nýta 2 fyri 1 tilboðini,mást tú verða Nema telefonkundi og rita inn við tínum fartelefonnummari. Sí fleiri 2 fyri 1 tilboð

Vinn eina hondbóltsferð fyri tvey til Oslo
Vit eru í gávuhýri, og nú kanst tú vinna eina hondbóltsferð, fyri tvey, til Oslo. Talan er um eina pakkaferð frá 62 norð, ið hevur virði á 23.000 kr. Tann hepni vinnarin fær bæði Flogferðaseðlar beinleiðis úr Føroyum til Oslo og heim aftur, hotel uppihald í dupultkamari á 4 stjørnaða Radison Blu Plaza og atgongumerkir til dystirnar hjá Føroyum. Hvørjaferð tú gagnnýtir eitt tilboð á 2 fyri 1 appini, fært tú ein seðil við í lutakastið. Jú oftari tú nýtir tilboðini á 2 fyri 1, jú størri gerst kjansurin at vinna. Øll tey, ið nýta 2 fyri 1 appina frá 15. oktober til og við 30. november 2025 eru við í lutakastinum. Treytir - Ferðin er beinleiðis úr føroyum til Oslo 14. januar 2026 kl. 07, og heimferðin úr Oslo 22. januar 2026 kl. 07. Talan er um gisting í dupultkamari. Tað ber ikki til at býta vinnningin um við reiðan pening. Nú kunnu øll royna2 fyri 1 appina Nú hava øll, ið hava eitt føroyskt telefon nummar møguleika at stovna ein brúkara á 2 fyri 1 appini. Nema telefonkundar hava óavmarkaða atgongd til tilboðini á 2 fyri 1, men nú kunnu onnur eisini royna appina. Hevur tú annan telefonveitara enn Nema, kanst tú royna appina í 30 dagar, og í hesar 30 dagarnar fáa ágóðan av tveimum 2 fyri 1 tilboðum. Tak 2 fyri 1 appina niður í dag 2 fyri 1 tilboð

Brandan burgarin á 2 fyri 1
Nú er vælumtókti Brandan burgarin vorðin ein partur av 2 fyri 1 appini. Eitt gott miðmála tilboð í hugnaligu lobbykaféini, Landmark, á Hotel Brandan. Tú fært ein saftigan burgara við knasandi góðum kipsi og dippi, og tá tú nýtir 2 fyri 1 appina, fært tú tveir burgarar fyri prísin av einum. Tað merkir, at tú kanst bjóða onkrum við, einum vini, familjulimi ella einum starvsfelaga og fáa eina hugnaliga løtu mitt á degnum. Tí tilboðið er galdandi allar gerandisdagar frá 12.00 - 14.00. Brandan Burgarin Ein góður burgari smakkar enn betri, tá hann verður etin saman við øðrum. Bjóða einum, ið tú ert góð/ur við, til miðmála á Hotel Brandan. Tilboðið er galdandi mánadag til fríggjadag millum kl. 12 - 14. Fylg við á sosialum miðlum So sært tú altíð tey nýggjastu 2 fyri 1 tilboðini, fær kunning um kundatiltøk, og møguleikan at luttaka í einari rúgvu av kappingum. Heinta 2 fyri 1 appina her Øll kunna taka 2 fyri 1 appina niður á telefonina. Fyri at nýta 2 fyri 1 tilboðini,mást tú verða Nema telefonkundi og rita inn við tínum fartelefonnummari. Sí onnur 2 fyri 1 tilboð

Palli Halaleysi á 2 fyri 1
Nú hava Nema telefonkundar møguleika at bjóða onkrum við í biograf í heystfrítíðini til Palla Halaleysa. Sýningin verður hósdagin 16. oktobur kl. 13, og atgongumerkini eru longu komin til sølu. Svenski klassikarin um Palla Halaleysa frá 2020 byggir á kendu barnabøkurnar hjá Gösta Knutsson, sum komu út frá 1939 til 1972, og snýr seg um tann góðsliga kettlingin við ongum hala. Filmurin hevur einki aldursmark, og hann egnar seg tí væl til øll børn og barnsligar sálir. Og tað besta av øllum er, at hann sjálvsagt er á føroyskum. Seinastu tíðina hevur Kringvarp Føroya arbeitt við at týða, taka upp og leggja føroyskar røddir á filmin. Á heimasíðuni hjá Kringvarpinum stendur at lesa, at føroyska framleiðslutoymið hevur lagt stóran dent á gott føroyskt mál. Tí tosa allar løður og frensar, hundar og onnur djór í filminum føroyskt — við okkara egna málføri. Palli Halaleysi er norðoyingur, og tað eru bæði bóndin og revurin eisini. Í stórbýnum eru tilflytarar úr øllum landinum, eins og vit kenna tað her heima — bæði úr Suðuroy, Vágum, Sandoynni, Nólsoy og eisini úr Havn. Filmurin líkist eisini einum sangleiki, tí fleiri sera góðir sangir eru við, sum vit kunnu gleða okkum til at hoyra. Ynskja tit at keypa 2 fyri 1 atgongumerki til sýningina, so er bara at koma á gátt í Nema handlinum, annaðhvørt í Havn ella í Klaksvík, og ogna tær tykkara atgongumerki. Við í prísinum er barnamenu við popkorn og sodavatn. Heinta 2 fyri 1 appina her Øll kunna taka 2 fyri 1 appina niður á telefonina. Fyri at nýta 2 fyri 1 tilboðini,mást tú verða Nema telefonkundi og rita inn við tínum fartelefonnummari.

Cesar salat frá Hotel Brandan er aftur
Nú kanst tú aftur eta 2 fyri 1 Cesar salat í hugnaligu lobbykaféini Landmark á Hotel Brandan. Tú kann velja millum Cesar salat við høsnarunga ella falaffel. Tilboðið er galdandi allar gerandisdagar frá 12.00 - 14.00. Cesar salat Ein góð salat smakkar bara enn betri, tá ið hon verður etin saman við øðrum. Bjóða einum, ið tú ert góð/ur við, eina Cesar salat á miðmála frá Hotel Brandan. Tilboðið er galdandi mánadag til fríggjadag millum kl. 12 - 14. Fylg við á sosialum miðlum So sært tú altíð tey nýggjastu 2 fyri 1 tilboðini, fær kunning um kundatiltøk, og møguleikan at luttaka í einari rúgvu av kappingum. Heinta 2 fyri 1 appina her Øll kunna taka 2 fyri 1 appina niður á telefonina. Fyri at nýta 2 fyri 1 tilboðini,mást tú verða Nema telefonkundi og rita inn við tínum fartelefonnummari.

Kom í biograf hvønn dag í septembur
Sum nakað nýtt kunnu allir 2 fyri 1 kundar nú njóta gott av biografinum hvønn dag í septembur. Tú keypur eitt atgongumerki og vit rinda fyri hitt. Tú avgreiðir keypið sum vant inni á heimasíðuni www.bio.fo og tøppar inn avsláttarkotuna, ið liggur á 2 fyri 1 appini. Minst til! Tilboðið er galdandi fyri allar sýningar, tó undantikið filmar frá Filmsfelagnum. Eitt úrval av septemburskránni Ternet Ninja 3 Set teg afturá og njót triðja og seinasta filmin um puntutu ninjadukkuna, ið altíð er til reiðar at berjast fyri rættvísi og sleppa sær undan trupulleikunum - á sín heilt serliga hátt. The Roses Handan leiktjøldini av friðsælu og kærleika fjalir hjúnarbandið seg, ið stendur á eggini til ruðuleika. The Roses er søgan um, tá ið kærleiki verður til kríggj. Hjem kære hjem Ein innilig og ektað frásøgn um, hvat hendir, tá ið ein ikki megnar at veita umsorgan fyri teimum menniskjunum, man elskar. Fylg við á sosialum miðlum So sært tú altíð tey nýggjastu 2 fyri 1 tilboðini, fær kunning um kundatiltøk, og møguleikan at luttaka í eina rúgvu av kappingum. Sí fleiri 2 fyri 1 tilboð

Beyglan frá Kafe Kaspar er aftur
Kafe Kaspar hevur fleiri góð tilboð á 2 fyri 1 appini. Vit kenna Smoothie og Beygluna, ið altíð hitta, men sum nakað nýtt kanst tú eisini fáa 2 fyri 1 Café Latte. Beygla Hvønn mánadag til hósdag millum kl. 14-17 kanst tú keypa eina valfría beyglu frá Kafe Kaspar og fáa eina ókeypis. Gerandisdagurin koyrir aftur sum vant hjá teimum flestu og Beyglan er somuleiðis aftur úr summarfrí! Á 2 fyri 1 appini kanst tú aftur bjóða einum, ið tú ert góð/ur við, eina beyglu frá Kafe Kaspar. Café Latte Nú kann kaffiløtan gerast tvífalt betri, tí við 2 fyri 1 appini kanst tú keypa tveir Café Latte frá Kafe Kaspar, men bert rinda fyri tann eina. Tilboðið er galdandi hvønn mánadag til hósdag millum kl. 14-17. Smoothie Hvønn mánadag til hósdag millum kl. 14-17 kanst tú keypa ein Smoothie frá Kafe Kaspar og fáa ein ókeypis. Njót leskiliga Smoothie'in við jarðber, tranaberdjús og appilsinjuice, ið bæði hóskar seg til stutta steðgin ella afturvið eini máltíð. Fylg við á sosialum miðlum So sært tú altíð tey nýggjastu 2 fyri 1 tilboðini, fær kunning um kundatiltøk, og møguleikan at luttaka í einari rúgvu av kappingum. Heinta 2 fyri 1 appina her Øll kunna taka 2 fyri 1 appina niður á telefonina. Fyri at nýta 2 fyri 1 tilboðini,mást tú verða Nema telefonkundi og rita inn við tínum fartelefonnummari.